mánadagur 13. apríl 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
ítróttur
fótbóltur
Spælið hjá NSÍ. Tað er
djarvt, spennandi og
áhugavert. Sjáldan ein
vánaligur fótbóltsdystur,
tá NSÍ er annað liðið.
Áskoðararnir. Vónandi
koma fleiri, tá tak kemur
yvir áskoðaraplássini,
men NSÍ liggur nummar
eitt og HB er á vitjan.
Hvat meiri skal til at
fáa fólk oman á vøllin?
Eisini í seinna hálvleiki
tóktist NSÍ spæla við meiri
orku og vilja. Á miðvøllinum
vóru Hákun, Haraldur og
Magnus
omaná,
og
tað
merktist á vøllinum.
Serliga eftir 1-0 málið
væntaðu tey flestu, at HB
fór at koma við einum mót
spælið. Tað gjørdu teir ikki, tí
orkan tóktist ganga undan.
HB ikki í gear
Eitt er, at NSÍ spælir væl í
løtuni við nógvari orku. Hitt,
sum dysturin vísti er, at HB
ikki er komið gear enn. Fleiri
broytingar hava verið á lið
num og enn hevur Heðin
Askham ikki funnið røttu
samansetingina.
Serliga er tað á miðvøll
inum og frameftir, at liðið
ikki tykist hanga saman.
Nógv bendir á, at René
Shaki Joensen verður fastur
miðvallari saman við Levi
Hanssen og Fróða Benjamin
sen.
Her
tykist
okkurt
mangla, men tað kann eisini
vera, at menn líka skulu læra
hvønn annan at kenna.
Síðani
koma
fleiri
spælarar, sum hava verið
nógv
skaddir.
Christian
R.
Mouritsen,
Símun
Samuelsen, Pál M. Joensen,
Poul Ingason og Arnbjørn
Hansen. Allir hava havt
størri og smærri skaðar í í
eitt tíðarskeið. Tað sæst aftur
hjá onkrum av teimum, men
tað er ikki ein umbering fyri
ikki at vilja tað nokk.
– Vit eru fleiri, sum ikki
eru toppform í løtuni. Eg
sjálvur mangli nakað enn,
og so eru tað menn sum
Christian R. Mouritsen, ið
hevur verið skaddur og Fróði
Benjaminsen, sum ikki hevur
fingið allan uppstartin við,
greiðir Símun Samuelsen frá.
Fyri HB, so fekk Adrian
Justinussen debut frá byrjan
í bestu deildini. Ungi og evna
ríki spælarin hevur gjørt tað
gott til venjing í eina tíð. Tí
fekk hann møguleikan frá
byrjan í hesum stóra dyst
inum. Hóast hann ikki fekk
gjørt nógv um seg í gjár, so
verður heilt víst meiri at
síggja til Adrian í framtíðini
í føroyskum fótbólti.
Viljin á muni
Tá alt kom til alt, so orkaði
NSÍ liðið betri, og vildi tað
meir. Nú er spurningurin um
tað røkkur til eitt heiðurs
merki hetta kappingarárið.
Tey vinnur tú ikki í apríl,
men í oktober.
trondur@sosialurin.fo
4
Teitur M. Gestsson
Hevur nógv at gera og má
fleiri ferðir taka støðu innlegg.
Ilt at meta um, um hann skal
vera meiri vakin við 1-0 málið,
men tað er also eitt løgið mál.
3
Jóhan Troest
Davidsen
Byrjar væl og spælir í løtum til
eitt 4-tal, men er so íblandaður
í onkrum misskiljinginum,
sum millum annað enda við
samanstoyti í verjuni.
2
Rógvi S. Holm
Er um ein háls av Klæminti,
sum órógvar verjuna allan
dystin. Er partur av verjuspælið,
sum loyvir NSÍ til nógvar
møguleikar.
2
Gunnar Haraldsen
Somuleiðis um ein háls
av Klæminti. Sum so sama
skotsmál sum Rógvi.
2
Alex José dos Santos
Verður lukkaður niður í
uppbyggjandi spælinum og
kemur sjáldan í góðar støður
frammi á vøllinum. Í verjustøðu
hevur hann trupulleikar av Árna.
3
René S. Joensen
(Út 90.min) Eigur lut í
bæði 1-0 og 2-0 málinum, men
serliga tað fyrra kann hann
einki gera við. Spælir annars ein
góðkendan dyst á miðvøllinum.
2
Levi Hanssen
Tykist í løtum mest sum ein
statistur á miðvøllinum. Liðið
leitar í løtuni eftir spælarum,
sum kunnu geva nøkur svar í
framrættaða spælinum. Har
hevur Levi ikki melda seg inn
enn.
2
Fróði Benjaminsen
Spældi væl eina løtu í fyrra
hálvleiki, men tóktist fáa ein
snudd í knæið, ið órógvaði. Kom
ongantíð ordiliga inn í aftur
dystin. Átti lut í 2-0 málinum.
3
Símun Samuelsen
(Út 69.min) Tykist í størri
mun enn hinir at hava eina ætlan
við bóltinum. Er ikki í form enn,
men alíkavæl millum skapandi
spælararnar á HB liðnum.
2
Adrian Justinussen
(Út 78.min) Fekk debut frá
byrjan á høgra vongi. Smæddist
ikki burtur og vísti góðan
bóltførleika, men fekk lítla
hjálp frá liðfeløgunum, sum ikki
høvdu sín besta dag.
2
Arnbjørn T. Hansen
Fekk tveir møguleikar, men
megnaði ikki at umseta til mál.
Arbeiðir ikki serliga hart, men
fær heldur ikki nógv at arbeiða
við í framrættaða spælinum.
3
Christian R.
Mouritsen
(Inn 69.min) Byrjar væl fyrstu
tíggju minuttirnar, men fellur so
burturúr dystinum.
2
Jógvan Rói Davidsen
(Inn 78.min) Kemur inn á
vinstra vong, men tá tykist HB
longu hava tapt dystin.
Bartal Wardum
(Inn 90.min) Inn seinastu
løtuna
spælarameting
Fróði eltir fleiri met Fróði Benjaminsen spældi í gjár
dyst nummar 391 í bestu deildini. Sama dag setti Heðin
á Lakjuni (KÍ) nýtt føroyskt met við sínum dysti nummar
408. Sostatt er landsliðsskiparin eisini við í kappingini
um at taka tað metið – umframt landsliðsmetið.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
Allan Enghamar
hb
Hatta er bara ikki gott nokk.
Menn mugu vilja tað meir enn
hvat víst verður! Tapa dystin á
so at siga øllum parametrum!
fjepparin
NSÍ - HB 2-0 (0-0)
René S. Joensen (Sjálvmál), 72.
Klæmint A. Olsen, 88.
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen ■, Monrad H. Jacobsen,
Per Langgaard, Pól Jóhannus Justinussen – Hákun Edmundsson,
Magnus H. Olsen (Jann Martin Mortensen, 75), Haraldur R.
Højgaard (Andras Fredriksberg, 82) – Jonhard Fredriksberg,
Árni Fredriksberg ■ (Jonleif Højgaard, 79), Klæmint A. Olsen
HB: Teitur M. Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm,
Gunnar Haraldsen ■, Alex José dos Santos – René S. Joensen
■ (Bartal Wardum, 90), Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen
– Adrian Justinussen (Jógvan Rói Davidsen, 78),
Símun Samuelsen ■ (Christian R. Mouritsen, 69),
Arnbjørn Hansen