Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Fýrverk, gulldansur og stór gleði lýsir væl stemmningin í høllini í Vestmanna, tá VÍF um átta tíðina leygarkvøldið setti endaliga trumfin á í FM stíð­num. Tað er tíggju ár síðani, at VÍF seinast vann FM í manshondbólti. Fyri áleið tveimum mán­ að­um síðani vunnu teir fyrsta gullið í longri tíð, tá teir vunnu steypa­kapp­ing­ ina. Nú eru teir eisini FM vinn­arar og tí greipuvinnarar 2015. Ein góð blanding VÍF hevur til hetta kapp­ ingar­árið havt eina blanding av eldri royndum spælarum, og yngri framfúsnum spæl­ arum. Millum teir eldru eru Agnar Joensen, Sámal Joensen og Heini Hanusar­ son, umframt Eli Muller, sum hevur verið lærumeistari hjá mál­verjunum. Av teimum yngru kunnu nevnast Áki Egilsnes, Julian og Sjúrður Olsen, Hanus Christophersen, Tóki Seloy og Niklas Simonsen, meðan spæl­arar sum Andrias Eriksen, Mads Eriksen og Filip Jojic ligga millum har. Hesa samansetingina nevna fleiri sum avgernadi orsøkin til, at VÍF hevur vunnið greip­una í 2015. – Tað er ein góð saman­ seting av roynum og ungum spælarum. Serliga eru teir ungu spælararnir blivnir til menn í ár. Tað og hørð venj­ ing, sigur Agnar Joensen, sum samanlagt skjeyt sjey mál í FM finalunum. Her kann leggjast afturat, at hann skoraði seinasta málið fyri VÍF í báðum dystunum. Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, vónar eisini at serliga yngra ættarliðið heldur fram at spæla. – Her eru fleiri ungir og góðir spælarar á vøllinum í dag. So eg vóni ikki at vit steðga her, sigur Ingi Olsen, sum hevur ført VÍF til fyrsta FM heitið í tíggju ár. Spenningur næstan allan vegin Seinna FM finalan bleiv næstan so spennandi, sum hon kundi blíva. Liðini fylgd­ ust at kalla allan vegin, men vestmenningar høvdu avger­ andi munin, tá tað stóð mest á. H71 var uttan Tórhall Kollsker og Pætur Thomsen, sum báðir mátu fara av vøll­ inum í fyrru finaluni við skaða. Báðir hava havt ein virknan leiklut í kapp­ingar­ ár­inum hjá hoyvíkingum. Tað sást ikki aftur fyrstu løtuna, tí H71 streyk upp á 3-1, áðrenn VÍF so legði seg á odda. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 10-10. Tað segði eisini sína søgu um fyrra hálv­leik, sum í nógvar mátar var ein javnur hálvleikur. Í seinna hálvleiki kom H71 betri frá byrjan, men megn­aði ikki at draga frá, tí teir tveimum ella trimum førum høvdu møguleikan. VÍF svaraði aftur og so bleiv gull­dansur í Vestmanna. Profilar gingu á odda Julian Olsen og Filip Jojic gingu á odda við mál­skjót­ ingini hjá vestmenningum. Tíðliga í dystinum var Julian í hopla og tók við, tá H71 frá fyrsta bríksli valdi at mans­verja Filip Jojic. Julian spældi ikki upp til sítt besta í Hoyvík, men hesa ferð var ongin ivi um avrikið hjá unga spælskiparanum. Hóast Filip Jojic var mans­vardur ein part av dyst­inum, so kláraði hann at blíva toppskjútti við átta málum. Hansara partur ligg­ ur aldrin eftir í fram­rættaða part­inum. Í verjupartinum vóru Heini Hanusarson og Sámal Joensen stinnir. H71 hevði trupulleikar at koma ígjøgnum verjuna, sum hev­ ur spælt tveir góðar dystir. 3 Niklas Simonsen Spælir fyri tað mesta í seinna hálvleiki. Avrikið er ikki dystaravgerandi, men heldur ikki undir miðal 4 Tóki Seloy Hevur nakrar avgerandi bjargingar í dystinum, tó uttan beinleiðis at vinna dystin fyri VÍF. 4 Sámal Joensen Er ein klettur í verjuni og bjóðar enntá av í álopsspælinum. Hann ger alt hann skal í verjupartinum, og eitt sindur eyka í álopspartinum. 3 Agnar Joensen Ikki eins týdningarmikil hesa ferð sum seinast, men eitt javnt gott avrik. Skorar eisini málið, ið staðfestur sigurin. 5 Julian Olsen Er avgerandi í álopsspælinum. Skorar fimm mál, harav fleiri tíðliga í dystinum, tá eitt sindur stóð á. Stýrdi eisini spælinum væl, hóast spenningurin var stórur móti endanum. 3 Áki Egilsnes Var íblandur nógv, men úrslitið var ikki altíð eftir vild. Skoraði fýra mál, men brendi eisini nøkur skot. Saman við Juliani framtíðar spælarar hjá VÍF. 2 Andrias Eriksen Fekk okkurt gott máli og rann væl aftur, men fekk sum heild lítið at arbeiða við. Undir miðal fyri kvika vongi, tó uttan at gera beinleiðis feilir. 5 Heini Hanusarson Ein sannur kempari í verjuni hjá VÍF, har vinnara viljin hjá roynda spælaranum var munurin í fleiri støðu. Vísti eisini gott hegni í álopsstøðu. 2 Mads Eriksen Kom ongantíð ordiliga inn í dystin. Royndi alt hann var mentur, men tað bleiv sjáldan til nakað vandamikið burturúr. 3 Hanus Christophersen Er ikki so sjónligur í spælinum, men er partur av lyklastøðuni, tá H71 ikki megnar at útnytta 6-4 støðuna. 5 Filip Jojic Verður mansvardur í fyrra hálvleiki, men spælir ein framúr seinna hálvleiki, har hann skorar avgerandi mál. Er dystaravgerandi í báðum finalunum. 3 Ingi Olsen Fær tað burturúr, sum hann skal. Broytti yvirtalsspælið til nakað, sum riggaði – men skifti so aftur til nakað, ið hinvegin ikki riggaði. Hevur stýrt VÍF fyrimyndaliga hetta kappingarárið. VÍF spælarameting Loksins er VÍF aftur føroya­ meistari Við royndum spælarum sum Agnari Joensen, Sámali Joensen og Heina Hanusarsyni á odda, vann VÍF eisini aðru FM finaluna – og harvið fyrsta FM heitið í tíggju ár 1 til 6 Hondbóltur