Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 ítróttur Sum heild, so gjørdu vest­ menningar fáar óprovo­ker­ aðar villur, og tað var kanska munurin, tá alt kom til alt. Tað, og at profilarnir av­rik­ aðu, tá mest varð brúk fyri tí. Yvirtalsstøða kostaði H71 Í seinna hálvleiki tóktist H71 hava tað, sum skuldi til fyri at knúgva vestmenningum. Teir tóku leiðsluna tíðliga í hálvleikinum, men misti so takið. Seks minuttir fyri tíð, við støðuni 20-18 til VÍF, fingu gestirnir ein góðan møgu­leika at hála inn á aftur vest­menningar. Við tveimum í yvirtali fóru hoyvíkingar í álop, men tað endaði við álopsfeili. VÍF fór í mótálop og skoraði, með­an H71 fekk útvísing. Hetta mundi vera løtan, har FM vónin hjá H71 enda­ liga brast. Teir skuldu vinna fyri at útloysa triðju og av­ ger­andi finaluna. Sum heild gjørdu hoy­vík­ ingar onkur mistøk, sum teir helst iðra seg um í dag. Tvær ella tríggjar ferðir fingu teir møguleikan at økja upp í trý mál, men hvørja fer mis­eydn­ aðist tað. Petur Mittún, venjari hjá H71, er bæði vónbrotin og fegin. Vónbrotin um tapið, men fegin um kappingarárið sum heild. – Vit spæla tvær flottar FM finalur og eru akkurát ov stuttir at koma í steypa­ finaluna. Málið var at blanda okkum upp í topp fýra. Tað hava vit gjørt. Eg fari at rósa mínum monnum fyri avrikið, sigur Petur Mittún, venjari hjá H71. Gullið í Vestmanna Hetta 22. ferð, at VÍF vinnur FM. Tað er sjáldan, at tað ganga tíggju ár millum FM heitini hjá vestmenningum. Tí var tað eisini ein sjálv­ sama stór gleði millum heima­fólkið, tá klokkan ýldi fyri seinastu ferð. FM gullið er aftur í Vest­ manna. Nú er so spurn­ing­ urin hvussu fast teir ætla at halda í tí. trondur@sosialurin.fo H71 5 Ári E. Dam Hevur nakrar ótrúligar bjargingar og spælir stóran part av dystinum ótrúliga væl. Hevur tó onkra løtu, har serliga avspælið kiksaði. 3 Mark L. Marcher Tóktist dragast við ein skaða og spældi ikki við fullari ferð. Slapp ikki til eins nógv, sum hann plagar. 2 Rúni V. Højgaard Heldur ikki hesa ferð sló hann til. Fekk annars eitt gott mál tíðliga í dystium, men tað bleiv ongantíð til meiri enn tað. 2 Bogi G. Davidsen Kemur ov lítið burturúr einum annars frálíkum spælara, sum hevur evnir til meiri. Eitt mál var tað heila hesaferð. 3 Hallur Biskopstø Trý mál og íblandur í tí mesta hjá H71. Eitt góðkent avrik og hansara innsatsur liggur ikki eftir, men tað manglar eitt vet enn. 2 Hans Kári Hansen Spælir miðal fram til avgerandi løtuna, har hann ger tveir feilir, sum kostað dýrt. Spældi allar minuttirnar aftur hesaferð. 4 Sigmundur Dahl Spælir næstan bara í verjustøðu og tað ger hann væl. Ágrýtin og fyllur nógv, men kom eisini í onkra óhepna støðu, sum kostaði útvísing. 3 Sigmundur Nolsøe Spældi ein framúr seinna hálvleik, har hann fekk bart seg til nøkur mál. Gott avrik í seinna hálvleiki. Samanlagt eitt miðal avrik, men tað kemur eisini av, at hann ikki sær nógv pláss millum Heina og Sámal. 1 Jesper Pedersen Stendur fyri tað mesta til pynt á høgra vongi. Bleiv heldur ikki spældur upp, men søkti tað heldur ikki. Tað gongur ikki í eini FM finalu. 3 Helgi Hoydal Verjuspælið er á góðari leið og hann fær tvey mál, men manglar enn at sannføra við einum javnum og góðum avriki. 4 Hilmar Leon Jacobsen Vísti aftur, at hann kann blíva ein spennandi spælari. Lættur á fótum, men samstundis kraftmikil í sínum rykkum Fýra mál og eitt yvir miðal avrik. 4 Petur Mittún Megnar við einum skerdum H71 liðið, at trýsta VÍF næstan allan vegin. spælarameting Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 Hondbóltur VÍF - H71 24-23 (10-10) VÍF: Filip Jojic 8, Julian Olsen 6, Áki Egilsnes 4, Sámal Joensen 1, Agnar Joensen 1, Andrias Eriksen 1, Heini Hanusarson 1, Mads Eriksen 1, Hanus Christophersen 1 H71: Mark L. Marcher 5, Sigmundur Nolsøe 4, Hilmar Leon Jacobsen 3, Hallur Biskopstø 3, Hans Kári Hansen 3, Helgi Hoydal 2, Rúni V. Højgaard 1, Bogi G. Davidsen 1, Sigmundur Dahl 1