mánadagur 13. apríl 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hondbóltur
Jákup Mørk
Fagnaðurin var stórur, tá
floytan í høllini á Hálsi
hevði ýlt fyri seinastu ferð
leygardagin. Talvan vísti, at
Neistin hevði vunnið dystin
við 20 málum móti 17, og
harvið hevur kvinnuliðið
hjá felagnum vunnið 40
meistaraheiti í bestu deildini.
Dýrt at misnýta
brotskøst
Undan hesum høvdu áskoð
ararnir verið vitni til eina
finalu, sum fyrst og fremst
var spennandi, og har vakra
hondbóltsspælið
sjáldan
slapp framat.
Tá fyrra finalan varð
spæld mikukvøldið, misti
Kyndil
takið
mest
sum
beinanvegin, og hetta var
nakað, sum tær ikki ætlaðu
at endurtaka.
Í eini roynd at stressa
Neistan fór Kyndil alt fyri
eitt langt fram á vøllin at
verja, og hóast tað var Neist
in, sum hesa løtuna fekk lagt
seg á odda, so var ávirkanin
tann ætlaða. Neistin fekk
als ikki gongd á sítt spæl,
og tá tær royndu at spæla
Rankovic upp til skot, var
Guðrun Olsen sera ágrýtin
at koma út at tackla.
Í
álopspartinum
legði
Kyndil aftur hesa ferð stór
ar byrður á Marionnu G.
Eystberg, sum saman við
Fríðu Petersen í Neista-mál
inum hevur verið heilt stóri
profilurin í finaludystunum.
Marianna megnaði eis
ini alt fyri eitt at seta síni
fingramerki á dystin, og
tað sigur ikki so lítið, at vit
skuldu fram til næstan hálv
an hálvleikin, áðrenn Turið
A. Samuelsen gjørdist næsta
Kyndils-kvinnan á máltalv
uni.
Merkisvert var eisini, at
Neista-verjan stóð serstak
liga flatt mest sum allan
fyrra hálvleik. Tað kostaði
fleiri brotskøst, men tá trý av
hesum ikki funnu vegin fram
til meskarnar, slapp Neistin
við skrekkinum.
Kyndil vann seg eisini
framum
ta
einu
løtuna
undan steðginum, og høvdu
brotskøstini verið gagnnýtt
betur, kundu tær helst verið
fleiri mál frammanfyri í
steðginum. Ístaðin kundi
Neistin spurta seg framum
undan steðginum, tá orkan
hjá Kyndli var um at ganga
undan.
Hetta seinasta var kanska
væntandi, tá Kyndil fyrsta
lítla korterið hevði vart so
mikið frammarliga á vøll
inum, og eftir steðgin tókt
ust tær grønu at vanta tað
seinasta pettið av orku, so
tær kundu vinna seg aftur
í dystin. Neistin helt sær
støðugt tvey og trý mál
frammanfyri. Kyndil royndi
framvegis
ymsar
verjur,
men við Eir Berg og Biritu
Jacobsen hevði Neistin spæl
ararnar, sum kundu bróta
ígjøgnum, meðan Rankovic
varð sera væl ansað. Sam
stundis hevði Fríða Petersen
sínar bjargingar, tá mest stóð
á, og so kundi tað bara ganga
tann eina vegin.
Seinastu
løtuna
legði
Kyndil nógv fyri í desperatu
royndini at vinna dystin.
Tá Randi S. Wardum heldur
óneyðuga fekk tveir min
uttir, varð málverjin tikin út
í álopsstøðu, men tá hetta
aftur kostaði við skeivari
útskifting og tveimum min
uttum, kundi tað bara ganga
tann eina vegin. Gullið, sum
Kyndil hevur havt í var
veitslu í eitt ár, fann aftur
vegin tli Neistan, og skal
metast eftir teimum báðum
finalunum, so ber illa til
at mótmæla, at hetta varð
endin av kappingarárinum.
Royndir og breidd
Skal peikast á avgerandi fak
torarnar í kvinnukappingini
í ár, so er einki at ivast í, at
fleiri av hesum tosa til fyri
mun fyri Neistan.
Seinnu árini hevur tað
aloftast verið so, at FM-vinn
arin hevur havt ein sterkan
útlendskan profil á liðnum,
og hendan hevði Neistin í
Neistin
rundaði
tey 40
Kvinnurnar hjá Neistanum hava ognað sær greipuna. Samstundis
varð talan um meistaraheiti nummar 40 hjá kvinnuliðnum