Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 ítróttur Milicu Rankovic. Fyrsta part­ in av kappingarárinum var hon kanska ikki so eyðsýnd, men eftir ársskiftið hevur hon átt sín stóra leiklut í tí, sum Neistin hevur av­ rikað. At hon seinastu tveir mánaðirnar hevur spælt, hóast vøddaskaðin í legg­ inum hevur argað, ber eisini boð um tað treisknið og tann viljan, sum krevast, um tú skalt vinna upp á hægsta tindin. Meðan liðið hjá Kyndli framvegis er í fasuni, har bygt verður upp, so telur liðið hjá Neistanum fleiri sera royndar spælarar. Nicoleta Hansen, Jacklin Durhuus, Birita Wardum og Fríða Petersen hava roynt tað mesta av tí, sum kann royn­ ast í føroyskum hond­bólti, og tí verða tær ikki tikn­ar á bóli, tá talan er um finalu­ dyst í fullsettari høll. Tað er ikki greitt, um hesar royndu kreftir eisini eru á vøllinum kom­andi hondbóltsveturin, og Birita hevur meldað út, at hon nú fer at trappa niður. Men taka tær eitt tørn afturat, so er einki at ivast í, at Neistin eisini tá verður við í stríð­num um tað heilt fína metallið. Og so er talan eisini um eina stóra breidd hjá FM- vinn­ar­unum. Hóast sterkar profilar á liðnum, so hevur eis­ini eydnast at seta ungar kreftir við, og spakuliga hava hesar tikið alt meira ábyrgd á seg. Bára hevur ment seg til at vera ein tann besti spæl­skiparin í landinum, og í seinnu finaluni sóust Eir Berg og Birita Jacobsen taka stóra ábyrgd. Lilja Mohr, Súsanna Nólsoy og Marjun Danberg hava eisini verið eyð­sýndar í nógvum dyst­um í ár, so alt í alt tykist fram­ tíðin hjá Neistanum fram­ vegis bjørt. Eisini hóast liðið nú er farið um tey 40. Hondbóltur Myndir: Sigmar Mørkøre Kyndil - Neistin 17-20 (9-10) 10 min: 2-4 20 min: 7-7 40 min: 11-13 50 min: 14-16 Kyndil: Marianna G. Eystberg 9(3), Randi S. Wardum 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið A. Samuelsen 2, Anna Sofía Hjalt Mohr 1 Neistin: Milica Rankovic 7(2), Birita Jacobsen 4, Eir Berg 3, Bára Hansen 3, Nicoleta R. Hansen 2, Birita Wardum 1 Brotskøst: Kyndil 6(3), Neistin 2/2 Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 4 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen Turið Arge Samuelsen kundi eftir finaluna stað­ festa, at tær ikki høvdu verið nóg skarpar, nú tað veru­liga stóð á, og tað var ikki sørt, at hon iðraði seg um hetta. – Tað er nóg so bitt­ urt at standa við silvur­ merk­inum, tí vit vita allar av, at vit kunnu vinna á Neistanum, tá vit spæla upp til okkara besta. – Og tí er tað eisini eyka keðiligt, at vit skuldu geva teimum somikið gott sjálvsálit mikudagin. Tað gjørdi setningin eyka truplan hjá okkum í dag, og so mugu vit bara stað­ festa, at vit gjørdust ov stutt­ar, staðfesti Turið eftir dystin. jakup@sosialurin.fo Bára Hansen hjá Neista­ num var sjálvandi ovur­ fegin um gullið, sum hon og liðfelagarnir ognaðu sær leygardagin, men hon var eisini skjót at stað­festa, at talan ikki varð um tann best spælda hond­bólts­dystin, tá gullið varð tryggjað. – Tað blívur sera trup­ ult at fáa nakað vakurt spæl undir slíkum um­ støð­um. Tær byrja dyst­ in við at stressa okkum langt frammi á vøllinum, og so verður tað eitt sind­ ur rótut. Men eisini gjøgn­ um restina av dystinum skifta tær støðugt verju­ hættir, soleiðis at vit ong­ an tíð fingu frið á okkara spæl. Gjørdi tað eisini, at tit ongan tíð kendu tykkum tryggar. - Tað gjørdu vit ikki. Vit vóru fullgreiðar um, at slakaðu vit tað allarminsta, so høvdu tær vunnið seg aftur í dystin, so tað var ikki fyrr eina tveir minuttir fyri leiklok, at eg visti, at nú var gullið heima, segði Bára Hansen eftir dystin. Bitturt Trupult at spæla Meistaraheiti í bestu kvinnudeildini Neistin . . . . . 40 Stjørnan . . . . . . 8 Kyndil . . . . . . . . 6 VÍF . . . . . . . . . . . 5 Søljan . . . . . . . . 5 VB . . . . . . . . . . . 3 Skála . . . . . . . . . 2 Vípan . . . . . . . . . 2 EB . . . . . . . . . . . 1 Tjaldur . . . . . . . 1