Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Lagt til rættis: Tróndur Arge Goal: The Ball Doesn't Go In By Chance: Management Ideas from the World of Football Úr bókarúgvuni 5 skjótir Umsett til: Mál: Bólturin fer ikki í mál av tilvild: Hugskot til at leiða í heimsfótbólti. Tað er fyrrverandi vara­ stjórin í FC Barcelona, Ferran Soriano, sum hevur skriv­ að bókina. Hetta er ein bók, sum tekur útgangsstøði úr tíðini hjá Barcelona 2003- 2008, tá Juan Laoprta var for­seti. Tá forsetatoymið hjá Laporta vinnur forsetavalið er Barcelona í knúsi. Bæði á vøll­inum og uttanfyri vøllin er liðið langt aftanfyri feløg sum Real Madrid og United. So hvørt sum Barce­ lona vinnur seg í oddin í heims­elituni, so vísir Ferran Soriano á mest grund­leggj­ andi broytingar­nar, ið felagið gjørdi, umframt hvørjar spurn­ingar felagið mátti seta sær fyri at koma hartil. Millum annað vísir hann á, at í 2003 er Manchester United langt frammanfyri í stuðulsavtalum. Í 2008 hevur Barcelona yvirhálað enska stórfelagið. Hetta við at eftir­ líka Manchester felagnum. Ferran Soriano gevur góð ráð um hvussu tú kanst reka eitt fótbóltsfelag. Hvat fyri grundleggjandi hugsjónir tú mást taka støðu til. Eis­ ini kemur hann inn á eitt nú samráðingar og lønar strukturar, sum riggaðu fyri Barcelona. Í bókini ber eisini til at lesa um hví Barcelona millum annað seldi spælarar sum Ronaldinho, Deco og Samuel Eto’o. Les hana um... Um tú hevur hug at fara í nevndar­arbeiði í føroyskum fótbólti, ella longu ert partur av tí. Hóast forholdini mill­ um Barcelona og eitt før­ oysk felag er risastór, so eru grund­leggjandi spurningar­ nir teir somu. Ikki lesa hana um... Tú ikki hevur áhuga fyri tí, sum fyrigongur hand­an leik­ tjøldini í fótbólts­heim­inum. Hvussu er hon at lesa... Fyri okkum, sum hava fylgt altjóða fótbólti er tað lætt at kennast við dømini í bókini. Tað ger hana til nógv meiri enn eina lærubólk, men held­ ur ein áhugaverd og sam­ stundis lærandi bók. Hvat sigur tú? Eg haldi allar nevndir burdu lisið bókina, hóast hon ikki rørir við dag­ligu trupul­leik­ ar­nar í ein­um lítlum før­ oysk­um fótbólts­felag. Gevur tær nakað at huga um við­ víkjandi enda­mál­inum av at reka eitt fót­bólts­lið. Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvussu langt síðani er tað, at VÍF vann FM hjá monnum í hondbólti? 2 Hvussu nógv meistaraheiti hevur kvinnuliðið hjá Neistanum nú vunnið? 3 Hvør bleiv heldur óvæntað FM vinnari í einmansleiki hjá monnum í borðtennis? 4 Hvør hevði metið undan Heðini á Lakjuni fyri flestar dystir í bestu deildini? 5 Metið hjá John Petersen er nú tikið, men fyri hvørji trý feløg hevur hann skotið síni 147 mál í bestu deildini? 6 Hvørji fýra feløg hevur Heðin á Lakjuni umboðað í bestu deildini? 7 Neistin menn hava sett nýggjan venjara. Hvør? 8 Hvør persónurin á myndini? Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Ferran Soriano var í for­seta­toym­inum hjá Juan Laporta, sum vann forseta valið í FC Barcelona í 2003. Hann var ein virkin partur av leiðsluni, sum legði grund­steinin undir FC Barce­lona liðnum, sum frá 2008 til 2011 var besta liðið í heim­inum. Hann er í dag dagligur stjóri í Man­chester City, har hann fær kritikk fyri arbeiði í løtuni, tí City ikki megnar málsetningin. ★★★★★★ Hvussu skjótt fanst tú John Petersen? Hann plagar at standa við bandan, men eg fann hann ikki beinanvegin, tí hann var farin í B36 húsið. So søgdu áskoðararnir, at hann var har og so drønaði eg upp trappurnar. Hvussu er at mussa John? Hann er hvassur og hevur nógvar skeggstubbar. Tá er tað mjúkari at mussa Susi enn John, skal eg heilsa og siga. Glaður at alt er yvirstaðið? Ja, havi verið eyðmjúkur um hetta metið. Tað er stuttligt nú, men eg havi ikki lagt eyka trýst á meg, tí eg havi ikki lagt so nógv í tað. Leggi gjarna upp til eitt mál heldur enn at skjóta tað sjálvur. Tá eg nú havi klárað tað, so er tað ótrúliga stuttligt at fáa positivu umtaluna, sum hevur fylgt við metinum. Ætlar tú at spæla í fimm til tíggju ár aftur, sum John sigur at tú kann? Nei, nú taki eg eitt ár á gangin. Tað havi eg gjørt seinastu tvey árini. Tá eg ikki fái givið meg meir, so gevst, men eg njóti løtuna, Hvussu nógv mál skalt tú uppá? So nógv sum gjørligt, men leggi gjarna upp til enn fleiri. Veit at eg verið yvirhálaður um stutta tíð av Klæminti, Arnbjøen og Finni. Navn: Jákup á Borg Føddur: 26. oktober 1979 Ítróttur: Fótbóltur (B36) ? Hetta sigur ítróttarheimurin Quizzin, svar: 1: 10 ár(2005) 2: 40 3: Pætur Albinus 4: Egil á Bø 5: B68, GÍ og B36 6: KÍ, B36, HB og NSÍ 7: Jónleif Sólsker 8 :Ingi Olsen Sitat úr ítróttarheiminum... – Í fjør avtalaði eg, at um eg fekk metið, so skuldi eg fegnast saman við honum(John Petersen, blaðm). Tá eg skoraði, so sá eg hann í skýlinum og gav honum eitt klemm og ein muss. Hann eigur stóra æru í fleiri av málunum hjá mær. Jákup á Borg um løtuna, tá hann eftir at hava skorað metmálið nummar 148, rann upp í B36 skýlið at fegnast saman við John Petersen. – Eg hevði fegin vilja tað, men tá ávísar avgerðir verða tiknar, so er álitið brotið og tað er ongin livandi kjansur at gjøgnumføra seinasta partin. Palli Joensen, fyrrverandi venjari hjá kvinnunum hjá Neistanum, um álitibrotið frá Neistianum. – Hesa ferð var tað tað best liðið, sum vann FM. Vestmenningurin, Bárður Nielsen, tá hann handaði FM steypið til VÍF.