Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tað verður javnan skotið eftir okkum, sum arbeiða í ítróttarmiðlunum, at vit gera alt ov lítið burturúr kvinnufótbólti. Tað er nakað um tað: Men hví skulu miðlarnir gera nakað burturúr, tá kvinnurnar sum spæla fótbólt, halda tað er stuttligari at spæla hondbólt ella flogbólt heima í Føroyum, heldur enn at stríðast fyri føðilandið, og verja føroysku litirnar á føroyska kvinnulandsliðnum, sum skal royna at vinna seg í eina EM-undankapping? Tað er í fínasta ordan, at ein kvinna velur hond­ bólt ella flogbólt framum fótbóltin, og slettis ikki spælir fótbólt. Men tá ein framtíðar EM-undan­ kapping, og ein neyðug framtíðar avbjóðing fyri føroyskan kvinnufótbólt gleppur, tí onkur í seinastu løtu velur hondbóltin ella flogbóltin framum ein gyltan møguleika at vinna føroyskum kvinnufótbólti nakrar kærkomnar avbjóðingar í einari spennandi og mennandi undankapping, so er tað als ikki í ordan. Um nakrir av teimum mest talentfullu føroysku fótbóltsspælararnum halda, at tað er stuttligari at spæla flogbólt ella hondbólt heima í Føroyum, heldur enn at spæla fótbólt fyri sítt land, hví skal eg so hava ringa samvitsku av, at eg ikki geri nóg nógv burturúr kvinnufótbólti á in.fo, Sosialinum og á Rás2? Eg hevði so aldrin tíma at lurta eftir einum orkestri, um teir sum mannaðu orkestrið tímdu illa at spæla tónleik, og heldur vildi gera okkurt heilt annað, enn geva áhoyrarunum eina góða tónlistarliga uppliving. Samstundis, sum altjóða avbjóðingarnar hjá kvinnu­landsliðnum verða parkeraðar eina tíð, so liggur í kortinum, at størri avbjóðingar bíða kvinnulandsliðunum í hondbólti og flogbólti. Tað má verða eitt unisont krav, at kvinnulandsliðini í hondbólti, flogbólti og fótbólti verða mannað við kvinnum, sum hava valt at satsa uppá sína yndis­ítróttargrein, og ikki dansa ímillum fleiri ítróttargreinir, so tær seta eitt landslið í eina ringa støðu, tí hesar kvinnurnar mangla í einum alt avgerandi dysti, sum dystinum ímóti Georgia á Malta, har bara eitt mál var munurin millum fiasko og tann stóra prísin. Hálvhjartaðir fótbóltsspælarar, sum halta meir til okkurt annað fara aldrin at fremja fram­burð fyri føroyskan kvinnufótbólt, og so slettis ikki størri áhuga fyri tí sama. So veljið. Verið hond­bólts­ spælarar, flogbóltsspælarar ella fótbóltsspælarar, og satsi uppá tað tit dáma, so fer at gangast øllum ítróttargreinunum, og øllum landsliðunum betri í framtíðini. Gott val. Tíma tær at spæla fótbólt? www.ab.fo: Tað er næstan líkamikið um tú tapir ella fær javnleik, tað er týdningarmikið at vinna og fáa 3 stig. Hetta er 4 javnleikur á rað, nú mugu vit byrja at vinna og trúgva meira uppá tað. www.hb.fo: Tvørámenn vildu einki, og okkara vildu tað heldur ikki nóg nógv, og so endaði tað sum tað byrjaði við keðiligum málleysum javnleiki. www.b36.fo: Enn einaferð vístu okkara menn, at teir eru stinnasta útivallarlið í landinum. Hesa ferð í ringum líkindum á Vágseiði www.vikingur.fo: Eftir samlaðu leikgongdini var tað kanska í lagi at eingin vinnari var í dystinum í dag, men nú mugu so avgjørt aðrir bollar í súpanina um vit ætla okkum at leika við frammi í oddinum í ár. www:eb-streymur.fo: Alt í alt ein tamur dystur, sum helst endaði við einum rættvísum javnleiki, men skuldi nakar vinnari funnist í dag, so var tað EB/Streymur. Vit høvdu hóast alt tveir góðar málmøgulleikar, meðan AB ongan hevði! www.if.fo: Taka vit saman um, so kunna vit siga, at nýggir bollar vórðu latnir í súpanina, ið gjørdi hana betri, men ikki nóg góða. Okkara lið átti at fingið javnleik í dag www.nordlysid.fo: 6 mál, reytt kort, sjálvmál, brotsspark og ein dómari, sum kom í fokus. Tað var topp undirhaldið, sum Víkingur og KÍ góvu áskoðarunum í dag. Ítróttar klumman Heri Simonsen ■ NSÍ vinnur einans á botnliðum, tískil hava vit nú funnið 5 tey niðastu liðuni í Effodeildini 2015, tey eru FC Suðuroy, TB, ÍF, EB/Str. og HB! Guliganz!!! ( NSÍ - HB ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Tvey met í bestu deildini Jákup á Borg skoraði sítt mál nummar 148, ið er eitt fleiri enn John Petersen, sum átti metið fyri flest mál í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Heðin á Lakjuni kom á vøllin eitt stórt korter fyri tíð, tá KÍ tapti 3-1 fyri ÍF í Fuglafirði. Hann kom á vøllin til sín dyst nummar 408. Tað er ein fleiri enn Egil á Bø, sum hevur havt metið higartil. Felags fyri Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni er, at teir hava spælt í føroyskum fótbólti alla sína yrkisleið. Jákup fyri B36 og HB, meðan Heðin hevur spælt flestu dystirnar fyri KÍ, men annars eisini B36, HB og NSÍ. Heðin hevur eisini metið sum tann spælarin, ið hevur vunnið greipuna við flestum feløfunum. KÍ í 1999, B36 í 2001 og HB í 2004. ÍtróttarSosialurin ynskir Jákupi og Heðini til lukku við metunum. trondur@sosialurin.fo Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni settu hvør sítt met um vikuskiftið í bestu deildini í føroyskum fótbólti heimasíðurnar skriva... Fult umfar hevur um viku­ skift­ið verið í næstfremstu før­oysku deildini. Mest spenn­a­ndi dysturin undan um­fari­num, var dysturin á Sandi millum oddaliðið Skála, og heimaliðið B71, sum bæði vóru ósigraði undan dysti­num. Tann dysturin gjørdist ikki tað stóra undirhaldið, tí tað endaði við einum mál­ leys­um javnleiki. Sostatt eru Skála og B71 framvegis ósigr­ aði í deildini. Mest undirhaldandi dyst­ ur­in var á Toftum í gjár, har B68 tók móti næstbesta lið­ num hjá Víkingi. Tað sum var ser­merkt við tí dystinum var, at B68 í fyrra hálvleiki fekk tvey reyð kort. Fyrst eftir 10 minuttum, tá málverjin Ragn­ar Lindholm fekk reyða kortið, og síðani tá gott og væl 40 minuttir vóru leikt­ir, tá Jann Ingi Petersen somu­ leiðis fekk reyða kortið. Støð­ an var tá 1-1, og flest øll vænt­ aðu, at Víkingur fór at vinna dystin í seinna hálvleiki. Men við tveimum monnum í undirtali í nærum 50 minutt­ ir, eydnaðist tað B68 at skora einsa­malla málið í seinna hálv­leiki, soleiðis at B68 vann dystin 2-1. Eitt av hinum odda­lið­ unum, 07 Vestur, spældi í dag á Argjum móti næstbesta lið­ num hjá AB. Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at AB vann dystin 3-1. AB er sostatt nummar trý í 1.deild, meðan Skála og B68 deilast um fyrsta plássið í deildini. Úrslitini í 1.deild um vikuskiftið: B68-Víkingur 2- B71-Skála 0-0 NSÍ-KÍ 2-0 AB-07 Vestur 3-1 B36-MB 3-2 Støðan í 1.deild: 1. Skála 13 stig 2. B68 13 stig 3. AB 10 stig 4. 07 Vestur 9 stig 5. B71 9 stig 6. Víkingur 5 stig 7. B36 5 stig 8. NSÍ 3 stig 9. KÍ 3 stig 10. MB 0 stig B68 gjørdist stóri vinnarin