leygardagur 10. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 130 - 10. juli 2004
Nr. 130 - 10. juli 2004
27
Credo er spennandi
gospelbólkur úr Klaksvík,
sum spældi fyri fyrstu ferð
alment á Gospel Prixnum í
2003. Tónleikararnir í
bólkinum hava eisini spælt
við øðrum bólkum og gera
tað lutvíst enn.
Eitt av endamálunum við
Summar Festivalinum er at
geva lokalum tónleikarum
í Klaksvík møguleikan at
standa á einum stórum og
spennandi palli, og á tann
hátt at stimbra
tónleikalívið, og hesaferð
eru boð eftir Credo. Teir
fara at spæla ásaman við
teimum stóru føroysku og
útlendsku stjørnumum á
festivalinum.
Credo hevur spælt til
ymisk tiltøk hetta seinasta
árið, og teir skriva tónleik
sjálvir. Talan er um
melodiøsan popptónleik
Credo: Hans Andrias
Olsen (sang), Rógvi
Sivertsen (akk. gittar),
Leivur Vitalis (bass og
kór), Jóel Bringsberg
(trummur) og Alvin
Ellebye Andersen
(keyboard)
Ungir gospeltónleikarar
millum tey stóru
Gospelbólkurin Credo skal spæla saman við teimum stóru
nøvnunum á Summar Festivalinum í august mánaði. Í
bólkinum eru ungir tónleikarar úr Klaksvík
Credo er ein nýggjur og spennandi
gospelbólkur, sum hevur fingið
møguleikan at spæla saman við
teimum stóru og kendu nøvnunum á
Summar Festivalinum
Føroysk sápa seld til
Saudi Arabia
Fríggjamorgunin fóru
fyrstu tunnurnar av
føroyskari sápu til
Saudi Arabia. -Hetta
kann skjótt gerast ein
stór avtala hjá okk-
um, tí rækjuvirkið er
stórt, men teir mugu
royna sápuna fyrst,
sigur søluleiðarin á
Kemilux, Arni Gunn-
arsson
SÁPA TIL SAUDI
ARABIA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Føroyska
sápufyritøkan,
Kemilux, hevur fingið í lag
eina slóðbrótandi avtalu við
eitt rækjuvirki í Saudia
Arabia. Rækjuvirkið setti
seg herfyri í samband við
Kemilux fyri at kanna
møguleikan, um føroyingar
kundu veita teimum sápu.
– Vit hava fingið nógvar
fyrispurningar úr londum í
miðeystri, men sjáldan
kemur
nakað
burturúr.
Hesaferð gingu kortini ikki
fleiri enn tveir dagar frá, at
vit høvdu svarað teimum
til, teir valdu at taka av
okkara tilboði, sigur Arni
Gunnarsson, søluleiðari á
Kemilux.
Fríggjamorgunin skuldi
fyrstu tunnurnar av før-
oyskari sápu til Saudi Ara-
bia fara av landinum. Tað
eru danir og íslendingar,
sum í felag hava bygt saudi
arabiska rækjuvirkið. Á
rækjuvirkinum
arbeiða
2000 fólk, og virkið er
6000m2 til støddar.
Rækjuvirkið liggur rætti-
liga avbyrgt í oyðimørkini í
Saudi Arabia
Danir hjálpa
Spurdur, hvussu avtalan við
eitt fjarskotna rækjuvirkið
er komin í lag, svarar sølu-
maðurin á Kemilux, at á
rækjuvirkinum arbeiðir ein
dani, sum hevur víst á
føroysku framleiðsluna.
– Á rækjuvirkinum í
Saudi Arabia arbeiðir ein
dani, og sum eg skilji tað,
hevur hann beitað teir á
okkum. Hesin danin hevur
siglt við grønlendskum
rækjuskipi, sum hava brúkt
okkara
framleiðslu,
og
hann kennir tí okkara sápu,
fortelur Arni Gunnarsson.
Talan er um trý ymisk
sløg av sápu, sum rækju-
virkið í Saudia Arabia
hevur ynskt. Umframt rust-
loysara, er talan um tvey
ymisk sløg av sápu, sum
verður nýtt innandura.
Fevna breitt
Avtalan hjá Kemilux við
rækjuvirkið í Saudi Arabia
er hin fyrsta av sínum slag í
miðeystri. Føroyska sápu-
framleiðslan verður í dag
seld til Grønlands, Dan-
markar, Skotland, Kanada,
Noreg og Týskland.
Spurdur, hvørjar møgu-
leikar Kemilux sær í avtal-
uni við saudi arabar, svarar
Arni Gunnarsson, at vísir
tað seg, at teir verða nøgdir
við sápuna, er als ikki
óhugsandi, at talan verður
um eitt varðandi samstarv.
– Hetta kann skjótt gerast
ein stór avtala hjá okkum, tí
rækjuvirkið er stórt, men
teir mugu royna sápuna
fyrst. Tá tú tosar um sápu,
hevur vatnið ómetaligan
stóran týðdning. Okkara
framleiðslur eru gjørdar til,
at tú hevur yvirflatuvatn,
men í Saudi Arabia hava
tey undirflatuvatn, og tí
verður spennandi at síggja,
hvussu sápan fer at roynast
har, sigur Arni Gunnarsson
at enda.
Brandur Paturs-
son í Menta-
málráðnum
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður, lat í gjár upp
listaframsýning hjá Brandi
Paturssyni í Mentamála-
ráðnum. Landsstýrismað-
urin nevndi í røðu síni, at
Brandur er ungur og roynir
nýggjar
og
spennandi
leiðir bæði tá talan er um
form og innihald. Hann
helt framsýningina vera
áhugaverda og spennandi
og ynskti listamanninum
góða eydnu við framtíðar
listaliga
virkseminum.
Eisini kom landsstýris-
maðurin í røðu síni inn á
týdningin av myndlistini
fyri tað einstaka menniskj-
að.
Framsýningin
hja
Brandi er opin til 1. okto-
ber í ár.
Jógvan á Lakjuni , mentamálaráðharri setti framsýningina
hjá tí unga og spennandi listamanninum, Brandi
Paturssyni.
Myndir Jens K Vang
80 tons tungur pallur á
Gøtusandi
G! Festivalurin nærkast, og hetta sæst nú týðiliga aftur.
Pallurin, har stóru nøvnini á festivalinum skulu spæla,
er nú settur upp.
Pallurin vigar eini 80 tons, og hann er nú klárur at taka
ímóti útgerð og tónleikarum.
H.T. Transport syrgdi fyri at frakta tey mongu »flats-
ini« frá Skipafelagnum til Syðrugøtu, meðan stóri
kranin frá Skipasmiðjuni í Havn varð komin allan
vegin norður at lossa elementini oman á sandin.
G! festivalurin verður um eina viku.
Føroyski rockbólkur-
in er í hesum døgum
á ferð í Týsklandi, har
teir spæla á tveimum
ymiskum rockfesti-
valum
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Føroyskur
kvæðarockur
rungar í hesum døgum á
týskum fløtum. Týr er aftur
farið á ferð, og hesaferð er
leiðin løgd til tveir týskar
rockfestivalar.
Fríggjakvøldið
spældi
Týr á Headbangers Open
Air Festival í Brande, og
har varð roknað við, at eini
2000 fólk fóru at lurta eftir
føroyska rockinum.
16. juli spælir Týr á ein-
um øðrum festivali, Rock-
Town Open Air, har suðuri
í Týsklandi.
Eini 25 týsk tíðarrit og
internetsíður hava ummælt
seinastu fløguna hjá Týr, og
tí er møguleiki fyri, at fólk
kenna tónleikin hjá Týr á
hesum festivalum, sum ser-
liga eru fyri fjepparar av
hørðum rocktónleiki.
Týr hevur júst verið í
Íslandi og spælt á seks
ymiskum konsertum, og
teir vóru sera væl nøgdir
við ferðina har.
–
Áhoyrararnir
vóru
fantastiskir. Tey sungu og
livdu
við
tónleikinum,
sigur bólkurin á heimasíðu
sínari.
Týr verður eisini at hoyra
í Føroyum í summar, teir
skulu millum annað spæla
á Ólavsøkukonsertini, og
teir verða eisini við á ólav-
søkuhaldinum á Bryggjuni
í Keypamannahavn.
Týr spælir í
Týsklandi
C
M
Y
K
27
26