leygardagur 10. juli 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
SLUPPTÚRUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vaðbein, mesanur, stórsegl. Alt
orð, sum í dag eru okkum ókend,
væl at merkja, um vit ikki eru
vælkend í bókmentum sum t.d
Færøske Sluppfiskere ella Fiski-
menn. Og fokka sigur í dag teim
flestu nakað heilt annað, enn tað
segði sjómonnum og føroyingum
flest fyri bert eini 40- 50 árum
síðani, tá sluppirnar enn høvdu
sín gerandisdag oman fyri vatn-
skorpuna. Í dag eru bert eini 2 -
3 omanfyri, og hóast talið er
skelkandi lítið í mun til tær
mongu sluppir, sum sigldu mill-
um lond og oyggjar, so fegnast
vit um tær, ið eftir eru. Sluppir-
nar løgdu lunnar undir samfelag-
ið, sum vit kenna tað í dag, og
tær høvdu alstóran týdning fyri
Føroyar í eitt 100 ára skeið. Og tí
hevur tað týdning at minnast
hetta, og kann ein tí bert fegnast
um, at tað hóast alt enn flóta
nakrar eftir.
Ein teirra er Johanna TG 326.
Sum tær flestu bygd í 1800 og
80’unum, komin til Føroya nøk-
ur ár seinni, og á leið 1970 var
hon sín síðsta túr til fiskiskap og
lá síðani við bryggjukantin og
fórst.
Longu í 1975 skrivar Sosial-
urin grein um, at vágbingar hava
ætlanir um at fáa sluppina Jo-
honnu TG 326 aftur í uppruna
stand og at varðveita hana sum
eitt minni um slupptíðina og
sambært greinini er longu tá so
smátt innsavnan av peningi farin
í gongd. Men verulig ferð kom
ikki á, fyrr enn nøkur ár seinni.
(Navnið verður annars ikki
bent Johanna til Johonnu á
suðuroyardialekt - heldur ikki í
bókini, sum kom út í samband
við nýgerðina av Johannu!)
Tey, sum minnast aftur í 80’ini
- altso 1980’ini - minnast megn-
ar takið, sum vágbingar tóku í
fyrru helvt av áttatiárunum, so
Johanna aftur kom at líkjast sær
sjálvari og gjørdist siglingarklár.
Og flestu føroyingar stuðlaðu -
hvør minnist ikki minuna, sum
varð nýtt sum sparibússa, har ein
kundi lata eitt oyra til arbeiðið at
fáa Johannu aftur á sjógv í upp-
runa standi? Vágur átti mangan
yvirskriftirnar hesi ár, og orsøkin
var Johanna TG 326, sum varð
tikin upp á land, ein skúrur
reistur kring hana, og so varð
arbeitt frá uppruna og frameftir
og at enda varð hetta megnar tak
- sum allar Føroyar stuðlaðu og
fylgdu við í - endað við eini
slupp, sum var sum nýggj frá
innast til uttast.
Hesi árini arbeidddu Slupp-
stuðlar í Havn eisini við at
varðveita Westvard Ho, men at
enda knógvaðu sjálvbodnu kreft-
irnar ikki undan, og hon fórst
aftur. Hon stóð so á botni í nøkur
ár, men tíbetur eru stig nú aftur
tikin til at fáa hana aftur í stand.
Johanna hevur verið mangan
túrin kring oyggjarnar og eisini í
grannalondum okkara. Men
trupult er helst at vísa aftur, at
seinnu árini hevur hon ligið
nakað nógv við bryggju. Tungt er
eisini at fáa rakstur av slíkum
fari at bera seg, men fyri stuttum
kom hetta eisini undir land, og
við nýggjari ella umskipaðari
manning, er felagið aftur
siglingarklárt.
Fiskitúr á fjørðinum
Johanna - onkutíð nevnd stolta
Johanna, tí hon var so vøkur,
sambært Sosialinum í 1975 -
hevur mangan brattan farið og
leygardagin varð aftur loyst frá
landi. Kunningarstovan í Vági
lýsti við fiskitúri á Vágsfirði við
Johonnu TG 326 millum mongu
tiltøkini, sum Kunningarstovan
hevur á skránni í summar.
Og eftir stuttari løtu høvdu eini
hálvthundrað fólk teknað seg og
sluppin varð "mannað" til túrin.
Vit, sum eru so væl fyri hava
slupptíðar abbar - ella minnast
teir - og teirra frágreiðingar,
kenna um ikki annað hugtøkini.
Ikki gekk dagur, har sluppin ikki
kom á dagsskránna. Lívið, slupp-
in var verðin. Tað snúði seg um
vaðbein, mesan, fokku og stór-
segl og klivara og hvat ein nú
annars minnist av hesum frá-
sagnum. Ein verð, sum fylti alt,
men sum í dag ikki er til.
Føroyingar, útlendingar,
kvinnur, menn og børn. Ein
blandað manning. Og tað var
heldur ikki óvanlgt við blandað-
ari manning fyrr, men tá var tað
væl at merkja úr ymsum oyggj-
um. Hvør minnist ikki vælkendu
Ein túrur til UG við TG 326
Leygardagin skipaði Kunningarstovan í Vági fyri stuttum túri við sluppini
Johonnu TG 326. Eitt frálíkt tiltak á fjørðinum í Vági og Johanna kom aftur
frá bryggjukantinum og til sín rætt á bylgjuni bláu. Tað er at fegnast um, at
stig aftur verða tikin at fáa almenningin umborð, so sluppin loysir oftari frá
gummignaddan og glatan, tí slíkt far ger ongantíð ov nógvar túrar - heldur
hinvegin. Ein frálíkur túrur leygardagin, har útlendingur sum føroyingur,
maðaur sum kvinna, tilkomin sum barn, frøddist um upplivingina
Fegin ferðafólk um borð á Johonnu TG 326
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
5
orðini hjá unga sjómanninum við
slupp á fyrsta sinni: allir vóru
føroyingar, uttan eg og papi, vit
vóru úr Kunoy.
Og so mangar eru søgurnar og
skrønurnar. Alt so væl lýst í
skaldskapinum hjá Martin
Joensen.
Frálíkt
Tey flestu høvdu tráðu ella snøri
við, men umborð vóru eisini
snøri til taks. Og á dekkinum
stóð full spann við agni. Goggur,
krabbar, goggukrabbar. (Haldi tó
ikki nøkur "krabbagogga" varð
við á túrinum, uttan altso tær í
spannini).
Komin nakað út, var lagt stilt.
So at fiska. Tað gjørdist nakað
ókyrt. Øll bjargaðu sær sum best,
og við eitt kom róp í. Ein hevði
fingið á. Tað vísti seg tó, at fast
varð undir skútuni millum
stýriborð og bakborð og hann í
stýriborð fekk húkin aftur frá
honum í bakborð.
Aftur róp í - sami maður. Ikki
føroyingur, altso ongin fiski-
klógv!
Nú líktist hetta mest kleyvar-
skapi. Fast í botni.
Aftur eitt sindur av rópi. Sami
maður. Og jú, jú. Okkurt mundi
tað vera hesaferð. Jú, har sá út til
at vera okkurt. Ella var hann
komin fastur um skrúvuna? Nei,
ein stórur toskur kom undan kavi
og brátt syftur inn á dekkið - ella
rættari á jakkan hjá onkrun, sum
hevði blakað hann frá sær hesa
vøkru kvøldarstund. Eftir sprakl
milum innarlummar og snarlás
kom toskurin á dekkið og gjørt
varð, sum gerast skuldi.
Heldur ófantaligt heilt her úti,
so avrátt varð at leggja leiðina
inneftir aftur. Ikki varð hugsað
fyrst og fremst um fiskimið, men
um minni aldu, nú kvinnur og
børn komu í fyrstu røð, og tey
gjørdu vart við seg.
Jú, so sera stilt longur inni.
Aftur at kasta. Fíla og draga. Ein
føldi við teimum, sum sigldu til
Íslands og aðrastaðni. Bert vað-
beinið at líta á og eitt endamál:
at fylla lippukassan. Her beit
einki á, ikki ein stertur afturat á
dekki ella í innarlumman á
hasum dýnujakkanum.
Men ein vælsignaður túrur.
Sjóluft. Børn og vaksin í so
avgjørt avslappaðum umstøðum.
Høvi varð sjálvandi at sita niðri
undir, men tey flestu hildu seg
omandeks. Kaffi og annað átti
manningin at koma við i grýtu
upp gjøgnum leytaran. Sera
hugnaligt.
Málstríð
Aftur hugsanir í gongd hesa
vælsignaðu løtu umborð á
Johonnu TG 326, men eittans er
at hugsa um; At kasta, fíla og
draga. Men einki er at fáa og
einki at draga.
Bert lena seg aftur á og kasta
og heinta.
Málstríð. Leytara! Beinleiðis
føroysk eftirapan eftir enskum;
latter ella okkurt slíkt. Mesanur.
Fokka. Og øll tey mongu heitini
umborð.
Slupptíðin hevur havt ávirkan
á málið í stóran mun, eins og
krígstíðin 40 - 45. Hugtøk sum;
Eg fari til koys (her stavað frítt),
ella Ga’ tín way!
Føroyskur málpolitikur hevur í
eini 40 ár verið merktur av
purismu - reinleika og uppruna -
einki ilt um tað, tí sera heppið
hevur mangan verið farið fram;
td. Telda, tyrla og bingja. Men
hinvegin eru dømini helst mong,
ið benda annan veg og sum
ongantíð fella í føroyskt mál, her
meint millum manna. Og so skal
ein altso siga føroyska heitið
fyrst, og síðan annað heiti ella
altjóða heitið.
Nei, føroyskir fiskimenn "før-
oyskaðu" heitini umborð á slupp-
unum og tóku tey við sær inn í
føroyskt mál. Tað hevði verið
munin fátækari mál, um ein
leytari í dag nevndist trappa ella
okkurt annað. Í dag eru tað helst
telduheitini, sum eru undir líkn-
andi umstøðum. Nóg mikið fyri
ella ímóti málspurningum, tí
málið er livandi, og tí ikki til at
hava við at gera á einum skriv-
araborði. Men á túrinum við
Johonnu hetta kvøld, drupu vit
ikki meir livandi. Gott at vit -
sum í gomlum døgum - ikki
høvdu hvør sín lippukassa.
Nóg mikið fyri peningin
Tað var klokkan 19 leygarkvøld-
ið, at lagt varð frá landi henda
túrin við Johonnu. Í gomlum
døgum høvdu nógvir tímar verið
eftir á fiskileið.
Klokkan mundi nærkast 21
ella nakað meira, tá onkur, ið
helst bara hevði sjóverk við, og
ikki snøri, við góðum suðuroyar-
gleimi helt, at tað "mátti tó verið
avmarkað, hvat ein fekk fyri 50
krónur í dag". So hóast frálíkan
túr, so meldar tað seg hjá summ-
um, at tey hava ikki sjónátúr.
Vert er her at merkja sær, at
Føroyar í dag helst eru merktar
av, at færri og færri berjast á
sjónum (eisini almenningurin;
samanber undirsjóartunnlar og
samferðslu).
Manningin tók til eftirtektar, at
einki var at heinta av havsins
botni og at sólin fór sín veg og at
talan var um sera samansetta
manning, so stillisliga varð aftur
siglt inn eftir Vágsfirði.
Sólin fór so spakuliga handan
fjallið og eitt sera stilt summar-
kvøld helt á.
Á uppboðssølu
Friður! Hetta er helst besta orðið,
ið kann lýsa slíkan túr og slíka
løtu við slupp.Tað er nakað ann-
að, enn at sigla við Smyrli,
Dúgvuni, Ternuni ella øðrum,
har gerandisdagurin er til staðar;
útvarp, sjónvarp og kiosk við
kaffi, Gajol ella dagsins bløðum.
Vit nærkast bryggjuni og aftur
kemur undurfulla skemtingar-
lagið undan kavi: við gleðisrómi
umborð verður staðfest, at Upp-
boðssølan er opin, nú vit koma
at bryggju. Tað boðar frá góðum
vónum á landi, men innanborða
hava vit bert hin eina toskin (?).
Nei, sjálvandi, har inni landar
útróðrarbátur. Men tey eru fleiri
á bryggjuni, ið taka ímóti okk-
um, enn útróðrarbátinum.
Og hvør fekk so betri úrtøku?
Vit lótu hálvthundrað krónur fyri
túrin og gjørdust ríkari í sál og
sinni.
Sólin settið handan fjallið og
vit leggja at bryggju.
Johanna TG 326. Still going
strong! Jú, hon verður enn pass-
að og pleygað. Og vónandi prýð-
ir hon fjørðin í Vági enn mangt
sólsetur.
TG 326: Ein túrur til UG!
Nógv er at taka hond í umborð
Veðrið var av tí vakrasta á
túrinum, og útsýnið gott
Einasti toskur, ið var fiskaður á
túrinum
C
M
Y
K
25
24