leygardagur 10. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
5
4
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
andlitunum á flakafólki? Fólk á
ellsiheimum, tey deyðu í ferðsl-
uni í Føroyum. Hví hevur eingin,
sum ein annar føroyskur Edward
Hopper víst á fremmandagerðing
og einsemi í okkara tíð á bygd,
Mikines og Ruth Smith eru tó
undantøk? Hví málar eingin eina
ESSO-støð á nátt, eina bensin-
pumpu, ger papmasje stand-
myndir av vanligum børnum,
bingokonum, prætikantum og
fantastum- hví er alt sama
suppan, hví er eingin munur á
tema og evni hjá nærum øllum
málarum? Tá danski fotografurin
Per Folkver var í Føroyum tók
hann myndir av øllum øðrum
enn tí, ið føroysk myndlist hevur
haft áhuga fyri í fleiri ættarlið.
Hann sær bilar, bussar, ung fólk
á Vaglinum ið fríggja har onnur
halda møtir ella flaggdagshald.
Hesin fotografurin punkterar
helst, hvussu føroyingar síggja
seg sjálvar, slíkt er góð list. At
vísa okkum fyri tíggju túsundu
ferð, hvussu ein føroyskur
hamari ella ein alda sær út í sól
og regni er óluksáligani keðilig
list, um so Amariel altíð fær
kroyst mastrar inn í hvørja mynd.
Føroysk list er kanska meiri enn
vit halda skapt av útlendingum,
ið eins og Søren Ryge Petersen
vilja hava okkurt serligt reint og
upprunaligt og kanska okkurt
semiabstrakt "náttúru eitt ella
annað", men hesi hava ongan
áhuga í gerandisdaginum,
lívinum og eksistentiellum
temaum. Skal ein føroyingur fáa
góð ummæli í Danmark skal
hann nærum umboða hetta
"føroyakitsj" sum Tróndur. Er
hetta føroysk list, so er uppá
tíðina at tey ungu gevast at gera
"føroyska list" og skapa eina
meira fjølbroytta listaheim og
lata berg og brim hvíla eina løtu.
Kanska ein ferð niður at vitja
ARoS kann vísa, hvat eg meini
við.
LIST
Kim Simonsen
Møtið við listaverkið "Boy" eftir
australska listamannin Ron
Mueck (f. 1958) er á ein hátt
ræðandi, fremmant og óveruligt.
Eg stóð leingi og nærum kikkaði
eftir ondini, tí eg hevði ikki
væntað, at standmyndin var so
stór og skelkandi. At koma inn í
ARoS bygningin er ein undur-
vøkur kensla, tí bygningurin er
eitt umboð fyri tað vakrasta, sum
modernisman í 20. øld kom at
skapa. Fólk halda, at teir mest
hugtakandi bygningarnir í heim-
inum eru gamlar kirkjur og borg-
ir, men eg haldi at vit í okkara
tíð byggja meiri visiónert enn
nakrantíð. Í so máta er ARoS í
familju við Operabygningin hjá
dananum Jørn Utzon í Sidney og
við Den Sorte Diamant í Keyp-
mannahavn.
Something about a Boy
Standmyndin "Boy", ella Drong-
urin er fimm metrar høg og er
gjørd við íblástri frá australsku
aboriginal fólkunum. Drongurin
sær út til at trívast á ARoS og
smílist sum ein risa Mona Lisa.
Tá man fer nær at standmyndini
síggja vit, at listamaðurin hevur
hugsað um alt, hvør blóðæðr og
hvørt hár er sum á einum menn-
iskja. Tað tók listamanninum átta
mánaðir at gera standmyndina.
Slíkt er góð list, ið tekur okkum
á bóli og vísir okkum nakað vit
ikki høvdu dugað at ímynda
okkum í einum surrealistiskum
dreymi. Drongurin sær út sum
um hann er á varðhaldi, men tó í
javnvág. Tá vit fara afturum
myndina síggja vit, at hann
smílist. Stílurin í slíkum mynd-
um er ein serlig nýrealisma frá
sjeytiárunum, ið vit kenna frá
Claes Oldenburg, Robert Gober
og Duane Hanson og seinni frá
Jeff Koons. Henda nýggja
sálarliga realisma minnir um
special effects frá Hollywood, ið
vit kenna frá filmi og sjónvarpi.
Drongurin, ið vigar 500 kg hevur
verið framsýndur á Millenium
Dome í London í 2000 og í
Biennalini í Venedig í 2001.
ARoS er nú eigari av hesi hyper-
realistisku standmynd, ið tó er so
stór, at hon er púra fremmand.
Donsk og útlensk list
Nýggja ARoS, "o´ið" er við lítl-
um, leggur dent á at sýna list frá
18. øld til í dag, men vil serliga
húsa ljós, ljóð og videoinstalla-
tiónir. Í kjallarahæddini eru 9
serlig høli til hesi sløgini av list.
Mest áhugaverdur var Bill Viola
frá USA við verkinum "Five
Angels for the Millenium", ið er
ein monumental videoinstalla-
tión, ið snýr seg um eina sublima
kenslu av menniskjans fatan av
vatni, ið tematiserar føðing,
deyða og endurføðing.
Á ARoS er gjørligt at síggja
danska list frá 1770-1900,
klassiska modernismu 1900-
1930 og moderna list 1930-1980
og serliga ARoS savnið frá 1980-
2004. Gjørligt er at síggja gull-
aldarmálningar eftir C. W.
Eckersberg, J.Th. Lundbye, Chr.
Købke og P.S. Krøyer. Meiri
modernaðar málningar eftir
Edvard Veie, Olaf Rude og Oluf
Høst. Mest spennandi er listin í
20. øld frá Cobra við Asger Jorn,
Richard Mortensen og Robert
Jacobsen, men eisini poplist,
fluxus og danski Eks. skúlin.
Hesturn, ið Bjørn Nørgaard
limaði sundur og fylti á gløs.
Stór verk eru eisini eftir Per
Kirkeby. Men mest spennandi
parturin av ARoS haldi eg vera
nútíðarlistin, ið rúmar alt frá
fotolist, til videoinstallatiónir,
ljóð og ljóslist. Javnan eru
skiftani framsýningar sum t.d.
danskur grafikkur, popart (29
mai-5 september), Ólafur
Eliasson (7 oktobur - 2. januar
2005), Wim Wenders fotomyndir.
ARoS stevnir ímóti at hava stór
nøvn sum danska/íslenska Ólaf
Eliasson (f. 1967). Hann er í dag
heimskendur frá Venedig til
London og til Brasilien til Tokyo.
Á ARoS er í løtuni eitt verk eftir
ungu heimsstjørnuna. Eliasson
arbeiðir við okkara fatanarfrøði
við serligum optiskum intalla-
tiónum, ið broyta lit og skap alt
eftir, hvussu vit standa í mun til
verkið.
Týska Wim Wenders kenna vit
sum ein heimskenda filmsleik-
stjóra sum t.d. frá "Paris-Texas",
ið eisini arbeiðir við einum
bergtiknum eyga til USA.
Amerikanska landslagið og
smáir býir gerast mytisk og
dragandi støð fyri okkum frá
Europa. Wenders sær vakurleik-
an í oyðimerkrum, bensinstøðum
og mannatómum landsløgum.
Føroyski veruleikin finst
ikki í listini
Tá eg var á ARoS kom eg at
hugsa um, hví okkara málarar frá
t.d. Zacharias Heinesen, Bárður
Jákupsson, Tróndur Patursson,
Kári Svensson, Ólivur við Neyst,
Amariel Norðoy, Torbjørn Olsen
altíð skulu arbeiða við føroysk-
um landsløgum, hví vit altíð
skulu hóma fuglar, fjøll, havið og
skip í myndunum og eitt serligt
føroyskt farvuspæl hjá nærum
øllum hesum listafólkunum, um
tey so eru abstrakt sum Ingálvur
av Reyni. Av og á sakni eg, at
eldra ættarliðið av listafólkum og
tey yngru, ið tó ganga aðrar
vegir, kastaðu seg yvir gerandis-
dagin, ella ljós, ljóð og video-
installatiónir. Hví hevur eingin
málað fremmandageringina í
ARoS nýggja altjóða
listasavnið í Århus
Í apríl í ár opnaði ein av teim størstu listaskálunum í Europa í Århus. Nýggja ARoS er
nærum 18.000 m2 í 10 hæddum. Seinastu seks árini hava arkitektarnir Schmidt,
Hammer & Lassen sæð teirra tekningar gerast ein optimalur karmur fyri modernaða
list, har teir hava nýhugsað møtið millum listina og menniskja. Føroysk ferðafólk og
útisetar í Århus kunnu vitja hetta nýggja Århus Kunstmuseum sum er ein altjóða
listaskáli, ið ikki smæðist burtur millum teir stóru í heiminum
Sjálvur bygningurin er bygdur í reyðum múrsteini. Hann liggur nær
við kenda Tónleikahúsið í Århus. Sjálvt um bygningurin ikki uttan er
nakað serligt at hyggja eftir, tað sær út til at Århus ikki vil hava ein
bygning, ið líkist frá, so er hann ótrúliga flottur innan. Eg haldi ikki,
at hann er nakað serligt at lýta á uttan, men innan er tað sum at
vera farin ein túr á Guggenheim í New York ella á Neues Gellei í
München. Hvítu trappurnar, lyfturnar og flottu svungnu fasadurnar
er stórfingin byggilist. Hetta er best dámdi listaskálin í Danmark í
løtuni seinasta mánaðin hava 50.000 fólk vitja ARoS.
Århus Kunstmuseum hevur ligið í fýra ymiskum bygningum og er
frá 1859. Listaskálin kostaði 306 milliónir krónir. Húsið er fýrakanta
og er bygt sum ein 52x52m bygningur við eini hædd, ið er 39m. Í
húsinum er nærum 7000 m2 gjørt til framsýningar. ARoS hevur
eisini eina matstovu, kafeteria, bókasavn, handil og eina takaltan, ið
er 2000m2. Ny Carlsbergsfondet hevur givið 40 milliónir krónir.
Århus Amt gav grundina og eitt rentu og avdráttarfrítt lán uppá 60
milliónir
FAKTA
C
M
Y
K
23
22