leygardagur 10. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
merkir uppreisn. Tað er eitt orð
sum gongur aftur og aftur í
Nýggja Testamenti. Meira enn
nakað annað symboliserar upp-
reisnin vónina og dreymarnar.
Vónina um eitt betri lív. À
mínum egna máli, føroyskum,
kunnu vit eisini siga um eitt
menniskja, sum er útstoytt, at vit
geva tí uppreisn. Tá merkir tað,
at vit lyfta tað upp úr neyðini og
geva tí menniskjavirðingina
aftur.
Góða manning. Tit sita ikki
hendur í favn og bíða, meðan
meðmenniskju umkring í heim-
inum liva undir svárum kvølum.
Tit uppsøkja tey neyðstøddu,
geva teimum læknahjálp og
heilivág, tit læra tey at umsita
jørðina, læra tey at hagreiða reint
vatn. Tit nerta við børnini, taka
um tey, vísa teimum álit og
umsorgan. Tit gera tykkara til, at
tey fáa sjálvsvirðingina aftur. Við
øðrum orðum: Tit fara á staðið
og vísa í verki, at tað er ikki
uttan grund at Jesus segði: Tú
skalt elska næsta tín sum sjálvan
teg.
Eitt veit við vissu, at heimurin
var fátækari uttan hesi orð og
tann týdning, sum Jesus legði í
tey. Tað trúgvi eg, flest allir
vesturlendingar eru samdir um,
uttan mun til hvussu ymisk vit
annars eru. Vit mugu trúgva, at
hesi orð eru sterkari enn alt tað
hatrið, sum fyllir heimin við
fátækdømi, kríggi og ræðslu.
Missa vit hesa trúgv, hava vit
uppgivið alla vón um ein betri og
rættvísari heim. Og at missa
vónina er beinleiðis í stríð við
andan í kristindóminum.
Lat meg enda við orðunum hjá
Martin Luther King: "I have a
dream." Vit mugu øll hava ein
dreym, tí soleiðis koma vit
okkara meðmenniskjum nærri.
Tit, sum manna Anastasis, skulu
hava hjartaliga tøkk fyri, at tit
bera henda dreym um heims-
høvini, so at tykkara dreymur
kann gerast til vón hjá teimum
óteljandi offrunum, sum liva í
vónloysi.
Takk fyri og blíðan byr.
Góði skipari og manning
Embætisins vegna gleðir tað meg
at bjóða hesum skipi og manning
væl komnum til Føroyar.
Tað er eingin loyna, at vit liva í
eini tíð, sum er merkt av kríggi
og teimum ræðuligu avleiðing-
unum, hetta hevur fyri offrini. Eg
spyrji ofta meg sjálvan: "Hvat
skulu børn halda, sum vaksa upp
í londum, har dráp, píning og
oyðilegging er teirra gerandis-
dagur?" Tað er heldur eingin
loyna, at órættvísa býtið av
heimsins ríkidømi elvir til, at
milliónir av børnum ikki vita,
hvat tað er at fara mett í song;
tey ána ikki, hvat tað er at fáa
reint vatn at drekka, og hvussu
tað kennist at fáa rein klæði uppá
kroppin. Tíansheldur vita tey,
hvat tað vil siga at fáa lækna-
hjálp at bøta um løstir og brek og
niðurberja sjúkur, sum her um
okkara leiðir er ein sjálvfylgja.
Eg og mong við mær standa
spyrjandi: "Hvar skulu tey fáa
vónina og dreymarnar frá um
eina góða framtíð, har næstra-
kærleiki, friður og socialt
rættvísi ikki er undantaki, men
meginreglan?"
Nei, tað er ikki allastaðni lætt at
vera barn, verri enn so, og
ongastaðni er tað so ringt sum
har, ið dagsskráin verður sett av
kyniskum og fanatiskum valds-
menniskjum, tí har er einki mark
fyri neyðini, sum valdar.
Vit hava øll brúk fyri vónum og
dreymum. Taka vit vónina frá
menniskjum og teirra børnum,
skrædnar tilverugrundarlagið og
alt tað, sum krevst fyri at byggja
eitt gott samfelag upp. Ein og
hvør sum hevur sæð tvey vónrík
barnaeygu, sum liggja á markin-
um til at vera sløkt, tí vónbrotini
eru so stór, fer ongantíð at
gloyma tað aftur. Tað er ein
áminning til allar tíðir um, hvat
tað vil siga at vera menniskja, og
at vónin er grundleggjandi fyri
eini trúgv upp á framtíðina og á
seg sjálvan.
Tí gleðir tað meg serliga nógv at
fáa vitjan av einum skipi og eini
manning, sum setir næstrakær-
leikan so høgt, at tit sigla um
heimshøvini fyri at geva fólki í
svárari neyð ítøkiliga hjálp, so
tey kunnu fóta sær og bera
vónina og dreymarnar víðari til
onnur menniskju.
Anastasis er eitt griskt orð og
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
7
2
Sosialurin Nr. 130 - 10. juli 2004
– Vit mugu øll hava ein dreym, tí soleiðis koma vit
okkara meðmenniskjum nærri. Tit, sum manna
Anastasis, skulu hava hjartaliga tøkk fyri, at tit bera
henda dreym um heimshøvini, so at tykkara dreymur
kann gerast til vón hjá teimum óteljandi offrunum, sum
liva í vónloysi segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður m.a.,
tá hann á Sundi mikudagin tók ímóti Anastasis. Vit
prenta røðu hansara:
Dreymur
verður
til vón
Veðrið var gott, og lagið var gott, tá Anastasis legði at á Sundi
Fryntlig fólk um borð á Anastasis
Løgmaður beyð vælkomin
Myndir: Jens Kristian Vang
– Vælkomin til Føroya
C
M
Y
K
21
20