týsdagur 14. apríl 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
REKTARI TIL SKÚLADEPILIN Í MARKNAGILI
Hevur tú hugsjónir um skúlaskap,
serliga við atliti at breiddini í
miðnámsútbúgvingum og ynskir at
slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari
menning innan økið, hevur tú nú
møguleika at bjóða teg fram til
avbjóðandi leiðarastarv sum rektari
á Skúladeplinum í Marknagili.
Skúladepilin í Marknagili verður ein
skúli, ið skal hýsa bæði yrkisligum
og gymnsialum miðnámsútbúgving-
um umframt øðrum undirvísingar-
virksemi - ætlandi frá 1. august
2016.
Rektarin hevur mótvegis lands-
stýrismanninum ábyrgdina av øllum
virkseminum í skúladeplinum.
Frá setan skal rektarin standa á
odda fyri fyrireikingini av framtíðar
virkseminum í nýggja skúladepl-
inum. Stjórarnir í skúlunum, sum
flyta í skúladepilin, vísa frá byrjan
til nýggja rektaran, og saman skulu
hesi leggja virksemið fram til flyting-
ina til rættis eftir nærri ásettum
avtalum.
Rektarin skipar bygnaðin í skúla-
deplinum, setir leiðarar og stendur
fyri samansjóðing av starvsfólkunum
í verandi skúlum, sum øll flyta við í
komandi skúladepilin.
ÁBYRGD OG UPPGÁVUR
Rektarin hevur ovastu
leiðsluábyrgdina av øllum
virkseminum í skúladeplinum,
herundir fakliga, námsfrøðiliga,
umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd.
Rektarin skal mynda Skúladepilin í
Marknagili á ein sannførandi hátt og
virka fyri góðum og mennandi
arbeiðs- og lestrarumhvørvi, har
ymsu útbúgvingarnar fáa hóskandi
og javnbjóðis umstøður at virka
undir.
Rektarin skal standa á odda fyri
tilgongdini at skipa bygnaðin í
skúladeplinum, samansjóða
starvsfólkahópin og tryggja gott
samstarv við allar partar. Flytingin
skal leggjast til rættis, og nýtslan av
nýggja skúlabygninginum skipast.
Rektarin skal virka fyri góðum sam-
starvi við skúlar, vinnuna, myndug-
leikar o.o.. Saman við depilsráðnum
skal rektarin skipa karmarnar fyri
yrkisfakligu útbúgvingarnar og
inntøkufíggjaða virkseminum í
skúladeplinum. Saman við Menta-
málaráðnum skal rektarin menna
útbúgvingar skúlans, so tær alsamt
lúka framtíðar og altjóða krøv.
Rektarin hevur fíggjarligu ábyrgdina,
skal leggja fíggjarætlan stovnsins og
skipa ein skynsaman rakstur við
neyvari fíggjarstýring. Rektarin setir í
starv og loysir úr starvi leiðarar,
lærarar og onnur starvsfólk.
PERSÓNURIN
Rætti persónurin til rektarastarvið
skal hava hug og hegni at leiða og
skal kenna egnar dygdir og avmark-
ingar. Tað er týdningarmikið, at
rektarin hevur evni og vilja at
samstarva og samskipa, men
samstundis styrkina at kunna
standa eina í mótstøðu, uttan
at missa fótafestið.
Starvið krevur, at tú skjótt dugir
at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi
støðum og megnar at røkka settum
málum. Tú skalt vera framskyggin
og hava evni og áræði at ganga
nýggjar leiðir.
Tú skalt hava góð evni at sjóða
saman fólk og við einum stimbrandi
leiðsluhátti at birta eldhuga millum
hesi. Tú skal síggjast í starvinum og
skapa virðing og trivna innanhýsis
millum starvsfólk og næmingar
umframt uttanhýsis við samstarvs-
partar o.o.. Umráðandi er at skapa
trúvirði, vera álítandi og duga væl
at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna
innliving og virðing fyri hugskotum
og sjónarmiðum hjá øðrum.
FØRLEIKAR OG ROYNDIR
Tað er eitt krav, at rektarin hevur:
• viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni
• leiðslu- og fyrisitingarligar royndir
• royndir og førleika at undirvísa
• góð evni at samskifta og orða seg
á føroyskum, skandinaviskum og
enskum.
Harumframt er tað ein fyrimunur,
at rektarin hevur:
• leiðsluútbúgving við innliti í
bygnaðarskipan
• royndir frá bygnaðarligari
samanleggingartilgongd
• royndir frá luttøku í størri
byggiverkætlan.
SETANAR- OG LØNARTREYTIR
Starvið er flokkað samsvarandi 39.
lønarflokki sambært Tænastu-
mannafelag Landsins, tó uttan at
vera tænastumannastarv. Lønin er
í løtuni kr. 54.339,50 umframt 15 %
í eftirløn um mánaðin.
UMSÓKN
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal
sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera Mentamála-
ráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 4. mai 2015. Starvið
verður sett 1. juni 2015 ella eftir
nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Poul Geert
Hansen, aðalstjóra í Mentamálar-
áðnum, á tlf. 555010 ella t-post
PoulGeertH@mmr.fo
MENTAMÁLARÁÐIÐ
Skúladepilin í Marknagili er størsta skúlabygging í Føroya søgu. Bygningurin verður slakar 20 túsund
fermetrar til støddar og fer at hýsa umleið 1.300 næmingum og 200 starvsfólkum. Skúladepilin leggur upp
til opinleika og smidleika, har lærarar og næmingar samstarva tvørtur um útbúgvingar og breytir, so depilin
verður karmur um eina skapandi, fjølbroytta og nýhugsandi undirvísing.
Skúlarnir, sum flyta í Skúladeplin
í Marknagili, eru: Føroya Studenta-
skúli og HF-skeið í Hoydølum,
Føroya Handilsskúli í Tórshavn og
Tekniski Skúli í Tórshavn.
krea