týsdagur 14. apríl 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Førdi leiklistina inn í 20. øld Fáir høvundar hava havt so stóra ávirkan á leiklistina sum August Strindberg. Saman við m.ø. Henrik Ibsen og Anton
Tjekhov skapti hann ein nýggjan, realistiskan leikhátt, ið førdi leiklistina úr tí háfloygda og poetiska og inn í veruleikan í 20. øld. Leikir sum t.d. “Frøkun
Julie”, “Faderen”, “Spöksonaten”, “Dödsdansen” og “Ett drömspel” hoyra til teir, ið mest verða spældir um allan heim. Strindberg hevur fleiri ferðir
verið á palli í Føroyum, “Frøkun Julie” hava bæði Havnar Sjónleikarfelag og Gríma sett upp, “Karl XII” hevur verið á palli bæði í Havn og i Klaksvík, og
Gríma spældi eisini ein-aktaran “Tann sterkara” í 80’umum. Nú eru tað “Kreditorar”, ið varð skrivaður í 1888, sum Tjóðpallurin hevur valt at seta upp.
Ummæli
Eirikur Lindenskov
Tað er Strindberg-leikurin,
Kravravnar (Kreditorerne),
sum er á skránni á Tjóðpalli
Føroya á Meiarínum í Havn.
Premiera var leygarkvøldið
fyri fullsettum húsi, har teir
tríggir leikararnir, Kristina
Ougaard
Sørensen,
Hans
Tórgarð og Hjálmar Dam
bergtóku áhoyrararnar.
Skemtisorgareikurin
er
eitt
trýkantsdrama,
sum
August Strindberg skrivaði,
meðan hann búði í Danmark
í 1889. Leikurin snýr seg
um jalousi og um kærleika,
hevnd og sálarliga manipula
tión og maktspæl. Hann snýr
seg um tann kærleikan, sum
ikki letur seg stýra, og sum
vit hvørki kunnu trábiðja,
bidda ella hótta okkum til, tá
hann er farin.
Tekla og Gustav eru frá
skild. Tekla er nú gift Adolfi,
men Gustav vil fegin hava
hana aftur. Adolf – sum er
offrið – er listarmaður, málar
og er myndahøggari.
Gustav er kyniskur og
nýtir allar snildir til tess at
vinna Teklu aftur.
Gustav sáar iva og gift í
góðtrúna listamannasinnið
hjá Adolfi fyri at hevna seg
og spilla hjúnalagið millum
Teklu og Adolf.
Tað er eingin minni enn
gamli leikstjóraveteranurin
Eyðun Johannesen, sum hev
ur leikstjórnað, og tað sæst
aftur í leikinum. Allir tríggir
leikararnir koma sera væl frá
uppgávuni, og hugnaligi og
ljósi leikpallurin fær okkum
at hugsa um fjálg donsk
baðihotell úr 19. øld.
Kravravna hjá
August Strindberg
á Tjóðpallinum
Í hesum døgum sýnir Tjóðpallur Føroya leikin »Kravravnar« hjá August Stringdberg
Um leikin Kravravnar:
Eftir: August Strindberg
Týðing: Laura Joensen
Leikstjórn: Eyðun Andreasen
Ljóssetan: Turpin Napoleon Djurhuus
Pallmynd og búnar: Sten Lock-Hansen
Leikarar:
Tekla: Kristina Ougaard Sørensen
Adolf: Hans Tórgarð
Gustav: Hjálmar E. Dam
Hans Pauli Tórgarð
í leiklutinum sum
Adolf, og Hjálmar
E. Dam, sitandi,
í leiklutinum
sum Gustav
Kristina Ougaard
Sørensen spælir
konan Tekla, sum
báðir menninir
hava hug á