Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Terji Nielsen Tað er týsmorgun, og lagið er gott á skrivstovuni hjá Føroya Pedagogfelag í Tungu­gøtu í miðbýnum í Havn. Jógvan Philbrow, sum á aðalfundi felagsins leygar­dagin koppaði sitandi for­mann­inum, Maud Wang Hansen, hevur sín fyrsta ar­ beiðs­dag. Tað er týðiligt, at nývaldi formaðurin er spent­ ur uppá uppgávuna. Tapti so dyggiliga í 2010 Á aðalfundinum leygardagin vann Jógvan Philbrow for­ mansvalið við 265 atkvøðum í mun til tær 249, sum Maud Wang Hansen fekk. Altso eitt sera tætt val, har bert 16 atkvøður vóru á muni. Sostatt bleiv Jógvan Philbrow valdur til nýggjan for­mann, men hetta var ikki fyrstu ferð, at hann gjørdi eina roynd at sleppa framat for­manssessinum. – Eg stillaði eisini upp til for­mansvalið í 2010. Tá stóð tað eisini millum meg og Maud, og spurningurin var, hvør av okkum skuldi loysa Jarvin F. Hansen av. Men har má eg viðganga, at eg fekk ein ordans lússing. Eg tapti so dyggiliga, greiðir Jógvan Philbrow frá. Hesaferð gekk so mun­ andi betur, og hví so er, hev­ ur Jógvan Philbrow eitt boð uppá. – Í 2010 vóru umstøðurnar øðrvísi. Tá høvdu vit havt eitt mannfólk sitandi í longri tíð, og eg umboðaði eg kanska eisini verandi leiðslu í felag­num og tá kós, sum hon førdi. Hesaferð umboði eg nokk meira eitt skifti, har kósin verður sett eitt sind­ur øðrvísi, enn hon er í løt­uni. Ikki tí, tað er eingin ivi um, at Maud og eg eru ógvú­liga samd um tey flestu viður­skiftini, men eg seti kanska fokus á nøkur onnur ting enn hon, sigur nývaldi pedagog­formaðurin. Tað er kanska eitt sindur undrunarvert, at eitt mann­ fólk verður valt til formann í einum fakfelag, har eini 95 prosent av limunum eru kvinnur. – Tað er kanska eitt sindur løgið, men tað vísir eisini, at fokus ikki er á kynið, men heldur á innihaldið. Men eg haldi tó, at fyri meg var tað ein negativur faktorur til for­mansvalið, at eg eri mann­fólk. Tað krevur ein størri innsats frá einum mann­fólki at bliva valdur, sigur Jógvan Philbrow, sum er triði mannligi formaðurin í søguni hjá Føroya Pedagogfelag. Hinir báðir eru Arne Jensen og Jarvin F. Hansen. Valstríð á Facebook Undan stríðsvalinum á aðal­ fundinum leygardagin hevur annars ikki verið so øgiliga nógv at hoyrt um for­mans­ valið hjá pedagog­unum, og Jógvan Philbrow viðgongur eisini, at tað hevur verið friðarligt. – Persónliga havi eg ikki gjørt serliga nógv við at reka upp undir valið. Sjálvt val­ stríð­ið er fyri tað mesta farið fram á Facebook, har fólk hava skrivað og sett spurn­ ingar, og so er ein bólk­ur fyri námsfrøðingar, har tað eisini hevur verið lív­ligt kjak. Tað bleiv eisini skip­að fyri einum valfundi í Lærara­ skúla­høllini, men har var øgiliga lítil undirtøka, so tað hepnað­ist ikki so væl, sigur Jógvan Philbrow. Harumframt høvdu val­evn­ini eisini hvør sína valgrein í seinastu útgávuni av Pedagogblaðnum, sum kom út beint fyri aðalfundin. Arbeitt innan øki í 13 ár Jógvan Philbrow er upp­ runa­liga av Toftum, men hann hevur seinastu 18 árini verið búsitandi í Fuglafirði, og tað er eisini har, ið hann hevur starvast, síðani hann tók námsfrøðiligt prógva á Føroya Læraraskúla í 2002. – Eg bleiv liðugur sum peda­gog í eini tíð, har alt økið vaks við rúkandi ferð. Frí­tíðar­skúlar blivu settir á stovn, og nógvir dagstovnar blivu bygdir um hetta mundi. Beint, tá ið eg bleiv lið­ugur við skúlan, fór eg at ar­beiða í vøggustovuni á einum stovni í Fuglafirði, sum eitur Barnalund, men tað var bara heilt stutt. Eg fekk so starv sum leiðari á Frí­ tíðar­skúl­anum í Fugla­firði, sum bleiv settur á stovn um Nývaldi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, er longu farin til arbeiðis á skrivstovuni felagsins. Hann sigur, at eitt tað fyrsta, sum hann fer í holt við, er at fáa lønarviðurskiftini hjá limum felagsins á breddan Nú skal lønin á breddan Lønin er ófatiliga lág, um man hugsar um, at hetta eru fólk við eini fýra ára útbúgving, og um man tekur atlit til ta ábyrgd, sum vit hava sum starvsfólk innan hetta øki