Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 meldurin hetta mundi. Hesi seinastu árini havi eg so verið leiðari á dag­stovn­inum Stropanum á Kambsdali, sum bleiv tikin í nýtslu á heysti 2012, greiðir Jógvan Philbrow frá. Hann sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri sam­ felags­viðurskiftum, og hann tí ofta hevur verið virkin í kjaki í almenna rúminum. – Mær dámar væl sam­ felags­kjak, og tað eru summi viður­skifti, sum eg veruliga brenni fyri, so sum hví man skal hava forskúlar. Eg havi enn ongantíð sæð nakra vís­ inda­liga kanning, sum grund­ gevur nóg væl fyri hesum. Eg haldi eisini, at tað er full­ komiliga burturvið, at man í 2015 tekur avgerðir uttan at taka atlit til gransking og vitan, sigur Jógvan Philbrow. Skipa nevndina í morgin Sum áðurnevnt hevði Jógvan Philbrow sín fyrsta ar­beiðs­dag á skrivstovuni hjá Føroya Pedagogfelag í gjár, men hann hevur tó ikki heilt slept enda­num á Stropa­num á Ka m b s ­d a l i enn. – Tað verð­ur ein bleyt yvir­ gongd frá starv­inum á Stropa­ num yvir í hetta starvi. Nú fari eg í fyrstu at­løgu saman við um­sitingar­ leið­ara­num at seta meg inn í tey ting her í hús­inum, sum eru í gongd beint her og nú, sigur hann. Í sambandi við aðalfundin var eisini nakað av útskifting í starvsnevndini í felagnum, men enn hevur nevndin ikki skipað seg. – Vit skulu eftir ætlan hava fund hósdagin, og tá fara vit eisini at skipa okkum, sigur Jógvan Philbrow, sum harm­ast, at nývalda nevndin ikki umboðar øll arbeiðsøki hjá pedagogunum. – Vit hava tíverri ikki nakr­an, sum umboðar sosial­ pedagogiska økið, men har mugu vit fáa ein bólk, sum kann ráðgeva nevndina á øk­inum, sigur hann. Okkurt má gerast við lønina Á aðalfundinum leygardagin bleiv ein yvirlýsing samstykt, har pedagogar krevja, at teir fáa meira í løn, og hetta er nakað, sum Jógvan Philbrow av­gjørt tekur undir við. – Nú sóu vit til dømis í eini sjónvarpssending í farnu viku tveir av okkara lim­um, sum liva undir fátækra­mark­ inum. Tað kann ikki vera rætt, heldur hann. Jógvan Philbrow sigur, at hann ætlar sær sum skjótast at fara at tosa við politiskar myndugleikar um lønina hjá pedagogunum. – Lønin er ófatiliga lág, um man hugsar um, at hetta eru fólk við eini fýra ára út­ búgv­ing, og um man tekur atlit til ta ábyrgd, sum vit hava sum starvsfólk innan hetta øki, sigur hann. Hann heldur tí, at Peda­ gog­felagið næstu ferð ikki kann fáa eina lønarhækkan, sum líkist henni, ið hini fak­ feløgini fáa. – Tað má merkjast, og tí mugu vit av álvara seta fokus á arbeiðið at fáa eina muna­ góða lønarhækkan, sigur hann. terji@sosialurin.fo Nývaldi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, sigur, at hann ætlar sær sum skjótast at fara at tosa við politiskar myndugleikar um lønina hjá pedagogunum Mynd: Álvur Haraldsen Hesaferð umboði eg nokk meira eitt skifti, har kósin verður sett eitt sindur øðrvísi, enn hon er í løtuni FAKTA Navn: Jógvan Philbrow Aldur: 41 ár Starv: Formaður í Føroya Pedagogfelag Maki: Sjanna Hentze Børn: 3 + 1 bonusbarn, sum hann málber seg Áhugamál: At ganga í fjøllunum