Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. apríl 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. apríl 2015 · Nr. 42 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Smyril Line – politiska avgerðin var neyðug og røtt Johan Dahl Landsstýrismaður í Vinnumálum Smyril Line hevði eitt avlop uppá 36 mió kr. í 2014. Hetta er fjórða árið á rað, har fe­ lag­ið hevur framgongd og vaksandi avlop. Høvuðs­or­ søkin til góðu gongdina er ein støðugur vøkstur í søl­ uni, fleiri ferðandi, lægri olju­ prísir og ein framhaldandi effek­tivur rakstur. Felagið hevði við nýggju Norrønu stórar bú­skapar­ ligar trupuleikar rakstrar­liga og fíggjarliga fyrstu árini. Tí vórðu gjørdar nógv­ar kreppuloysnir og kreditor­ loysn­ir, áðrenn landið og Fram­tak máttu taka um end­ an við nýggjum kapitali. Landið og Framtak settu nýggjan partapening í fe­ lag­ið, tá tað stóð til at fara á heysin og seinni komu nýggir privatir partaeigarar við meira peningi ella kapitali. Landið tók lut, av tí or­ søk, at politiska skipanin í hes­um serliga føri metti, at nøkur størri samfelagslig virði stóðu uppá spæl og at avleiðingarnar av, ikki at taka lut í einari endurreisn av fe­ lagnum, kundu verða sera óhepnar fyri menningina av samfelagnum og vinnuni. Fyri føroyingar og før­oyska vinnu umframt út­lend­ingar, er eitt slíkt sjó­vegis samband frá og til megin­landið og Ísland ógvuliga umráðandi. Tí var tað gott, at felagið varð umskipað við hjálp frá landinum og Framtak, og at nýggir privatir eigarar seinni keyptu seg inn í felagið. Henda kreppuloysn og hjálp til sjálvhjálp-loysn hevði við sær, at hetta stóra flutn­ingsfelag kundi varð­ veitast í Føroyum og skapa nógv arbeiðspláss, bæði um­ borð og á landi. Reiðaríið gevur i dag stórt avlop og er væl rikið og hevur stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Føroyum. Smyril Line er ein týðandi aktørur i menningini av okk­ ara ferðavinnu, nú eisini á landi - Skálavík og aðrar áhugaverdar verkætlanir i ferðavinnuhøpi. Eisini hevur felagið eitt gott samstarv við ALS um rekruttering av manning til Norrønu. Tá vit í dag eftirmeta polit­isku avgerðina, um tá at endurreisa felagið og bjarga Norrønu, við hjálp við kapitali frá landinum og Framtak, so kunnu vit stað­ festa, at henda avgerðin sær út til at hava eydnast væl - og tí var politiska avgerðin neyðug og røtt. kjak Dagny Joensen Ikki tí at tað var so nógv nýtt at frætta av politiska víg­ vøllinum, har menn stóðu so herðabreiðir og brettu sær á í royndini at greiða Før­oya fólki frá framtíðar poli­tikkinum, nú val verður í heyst. Tað var tað tað var. Meira hugvekjandi var at fáa innlit í gerandisdagin hjá børnum og støkum mamm­ um, sum stríðast eitt enda­ leyst stríð fyri at fáa ger­ andis­dagin at rigga so dánt. Lítið útsving var fyri at gera stórvegis annað og meira enn at fáa mat á borðið og syrgja fyri, at nóg nógv var eftir at gjalda húsaleigu. Eitt av børn­unum segði seg sleppa at velja eina frítíðargrein inn­an ítrótt, men legði aftrat, at hann kendi onkran sum gekk til heili trý ítróttarítriv – hvør skal siga: hetta ikki var honum beskorið - . Nú kundi tú hugsað, at talan var um børn hjá støk­ um mamm­um, sum fingu til dagin og vegin frá Almu, men so var ikki. Her er talan um kvinnur, sum høvdu heil­ tíðar­starv, men sum kortini ikki vunnu so mikið, at tær kundu geva børnum sínum ein virðiligan gerandisdag, við skúla og frítíð, sum fyri tey flestu er ein sjálvfylgja. Politiska skipanin letst ikki um vón Nú hava vit av og á hoyrt um familjur, sum liva undir fátækramarkinum, men tað hevur ikki ført til, at politiska skipanin av álvara hevur tikið trupulleikan til sín. Støku mammurnar noydd­ ist at taka til takkar við at ein maður í Havn být­ir út mat­ vørur, sum eru farnar um sein­asta sølu­dag, og tí skuldi blak­ast burtur kort­ini. So kom afturvendandi jóla­hátíðin, har vit øll skuldu vera so øgiliga góð av okk­um og lata teimum mest treingj­ andi nøkur oyru. Ikki eitt ilt ord um mann­ in, sum koyrir gamlan mat út til einligar mammur, ella um hjálparfelagsskapin ”Í menn­iskjum góður tokki”. Hóast roynt verður at stuðla og hjálpa har á stendur, so er hetta bert ein sovikoddi hjá politisku skipanini til einki at gera fyri, at bøta um korini hjá mest fátæku familjunum her á landi. Álvaratos, hvussu torført er tað at stinga út í kortið og fáa yvirlit yvir, hvussu nógvar familjur talan er um? Vit eru hóast alt bara 48000 fólk í hesum landi, og flest øll hava – meir ella minni - nóg mikið til dagin og vegin. Stakar mammur ein samfelagsíløga Hinvegin, so eru einsamallu mammurnar at sammeta við eina samfelagsliga íløgu, sum hevur til uppgávu at ala børn síni upp til at gerast góðir borgarar og hervið geva teimum møguleika at mennast og t.d. fáa útbúgving ella læru, til gagns fyri seg og síni og samfelagið. Hetta er uppgávan hjá støkum foreldrum, men fyri at røkka hesum máli, er tað ikki ov nógv kravt, at tær fáa sømilig kor og løn fyri sítt stríð. Eitt nú við skattalætta ella leiguískoyti. Tá er ikki talan um eina tilvildarliga álmussu, men meira eitt tekin um, at samfelagið virðir støku mammuna, og fegin vil geva sítt ískoyti, uttan tó at tær skulu kenna seg sum ein minniluta í samfelagnum Hetta er uppgávan hjá polit­isku skipanini at taka sær av, og ikki mál hjá pri­ vat­um hjálparstovnum. Við virðing fyri teimum, sum gera góð­gerðar­arbeiði, so er tað ein forð­ing fyri, at polit­ iska skip­anini ikki tekur mál­ið í álvara. Har­til kemur, at privatir hjálpar­felags­ skap­ir ikki hava skyldu at halda fram um neyðugt, men samstundis gevur myndug­ leikunum frítt spæl til einki at gera. Politiska skipanin eigur ábrygdina Onnur skelkandi tíðindir hetta kvøldið var, at fólk í ára­longum starvi eru tíma­ lønt. Hvussu tað hongur sam­an, var for­maðurin í S&K bjóð­aður í Degi og Viku at greiða frá. Hann mis­skilti full­komil­iga sín leiklut og gjørdi mest burturúr at lýsa fak­felagið sum stovn. Við politisku skipanini, ar­beiðsviðurskiftunum og fak­felags­ligi parturin hjá støku mamm­unum, er skill­ igt, at okkurt skila­gott má gerast, fyri at ein partur av borg­ar­unum í hesum landi skulu fáa sømi­lig kor at virka undir. Tað krevur, at politiska skipanin vaknar og tekur á seg ábyrgdina at stuðla teim­ um, sum hava fyri neyðini at fáa eina hjálpandi hond. Himmalborgarar Símun Pauli Jacobsen Tann kristni má lúka tær treytir, sum øll onnur menn­ iskju hava í hesum heimi. Vit eru fødd til trupulleikar, sum øll onnur og fáa royndir, sum øll onnur. Verður tað ar­ beiðsloysi, so verða vit eisini rakt. Verður tað kríggj, eru eisini vit í vanda. Vit eru í vanda at fáa somu sjúkur eins og fleiri av teimum psyko­ logiskum trupulleikum, sum øll onnur. Tí mugu vit eisini vísa áhuga fyri hesum verandi heimi. Vit mugu gera alt, vit kunnu fyri at hjálpa okkara næsta, sum vit búgva saman við, um hann er trúgvandi ella ikki. Álíkavæl er tað satt, at tann trúgvandi enntá í hes­ um heimi hevur einstøk privi­legium. Charles Spurg­ eon segði stundum: »Allar hel­vitis legiónir kunnu ikki noyða okkum at gera djevul­ sins verk«. Hesin heimsins harri kann fáa sínar tærarar at tæna honum, men han kann ikki fáa sín vilja við »himmalborgarunum«. Tað sanna Guds barn kann ger­ast immunt fyri Satans boð­um. Í veruleikanum eru vit tey ein­astu, sum eru frí menn­ iskju. Tað eru menniskju nú á døgum, sum siga, at vit mugu gera sum hini, vit mugu skikka okkum sum hesin heimur, vit mugu fylgja streym­inum, vit kunnu ikki ganga móti fjøldini. Men tann trúgvandi sigur: »Nei, rokna ikki við, at eg gangi í heim­sins fótasporum. Eg eri í Rom, men ikki av Rom, eg geri ikki eins og Rom. Eg eri ein fremmandur, ein út­lend­ ingur, mítt borgarskap er í himlinum«. Vit hoyra heima í einum øðrum heimi. Skriftin sigur: »Elski ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum (1. Joh 2,15). Tað er betur at verða spottaður enn at verða róstur. Kristi krossur er størri ríkidømi enn allir skattir í Washington, London, París ella Moskva. Hesir heimsins skattir eru ikki nakað fyri útlendingar. Skattur okkara er í himlinum, hvar hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala (Matt. 6,20). Ein kann ikki brúka ameri­kanskar doll­arar, ensk pund ella týsk­ ar markar í himlinum. Tá vit koma til himmalin, vilja vit ynskja, at vit høvdu lagt størri skattir í tess bankar. Eg vil heldur vera ríkur hjá Gudi enn millum menniskju. Sum himmalborgarar skulu vit eisini hava lut í himm­alsku dýrdini. Bíblian lærir, at eisini einglarnir skulu vera okkara tænarar. Teir stóru, heilagu, sum hava livað í fornum tíðum, skulu vera har saman við okkum. Ein bilistur steðgaði ein­ um manni til gongu fyri at spyrja um vegin til eina ávísa gøtu. Tá maðurin hevði greitt honum um vegin, spurdi bilist­urin ivandi: »Er tað tann skót­asti vegurin?«. Svarið var: »Tað er tann einasti veg­ urin«. Tað er einans ein vegur til himmalin. Jesus segði: »Eg eri vegurin, sannleikin og livið; eingin kemur til faðirin uttan gjøgnum meg«. Bíblian seinasta innbjóðing ljóðar soleiðis: »Og Andin og Brúð­ urin siga Kom! Og tann, sum tystir, hann komi, og tann sum vil, hann tekur lívsins vatn óforskylt (Áp. 22,17). Vit liva framvegis í náði­ tíðini. Guds tilboð um fyri­ geving og einum nýggjum lívi stendur framvegis við. Men hurðin vil ein dagin verða afturlatin. Ein dag vil tað verða ov seint. Tað er tí, at Bíblian ávarar og støðugt rópar. »Nu er frelsunar­dag­ ur­in!« (2. Kor. 6,2). Tá syndaflóðin kom, var Noah tryggur í ørkini. Hnan hevði einfalt litið á Gud og tikið hann upp á orðið. Kelda: Billy Graham A-toymið og B-liðið Av sonnum ein lagnuløta í sjónvarp Føroya í farnu viku, tá politisku flokkarnir trinu fram á pallin og aftaná sendingin um stakar mammur, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman í gerandisdegnum.