hósdagur 16. apríl 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
6
Eilen Anthoniussen
T
að ljóðar sum eitt ævintýr
eftir Karen Blixen. At eiga
ein garð í Avstralia. Og sum
ein dreymur fyri mong, at
hava ein gerandisdag undir eini sól,
ið gevur lív til stóra urtagarðin við
trøum, frukt og grønmeti, har alt
veksur í ovurstórum mongdum. Legg
so afturat, at tú stutt frá húsinum
hevur tær flottastu og reinastu
strendurnar, ið røkka so langt eyga
sær. Hvør dagur kann í veruleikanum
byrja við einum køldum túri útií, og
dagins dilemma kann ljóða: skal eg
taka surfbretti ella bara svimjiklæðini
við mær í dag?
Eitt ævintýr er í hvussu so er
ikki so langt av leið, um tú spyrt
høvuðspersónin. Fyri Terja Juul
byrjaði tað heila við, at hann fór
at arbeiða fyri norska reiðaríið
Wilhelmsen Ship Management/PGS,
eitt seismikkreiðarí, ið hevur skip í
flotanum kring allan knøttin.
– Eg hevði altíð iðrað meg um, at
eg ongantíð fór út at fjakka, sum so
mong gera, tá man er ungur. Men tá
eg so kom her umborð at arbeiða, sá
eg ein møguleika í at halda frí aðra
staðni, enn at fara heim til Føroya
millum hvønn túr. Reiðaríið kundi
jú flúgva meg hvagar tað skuldi vera,
so eg gjørdi av at royna ymiskt spenn
andi. So eg skifti í millum at fara til
Bali, Thailand og aðra staðni, gjarna
onkunstaðni, har eg kundi kava.
Koalabjørnin,
sum tey flestu
halda vera so
fitta, er ein
verulig pest hjá
okkum. Hon legst
á bløðini og etur
til onki er eftir av
trænum«
persónssøga
Ein gamal dreymur um at fjakka førdi Terja Juul úr Havn til
ein stóran garð í eini lítlari bygd heilt har suðuri í Avstralia. Á
garðinum trívast koalabjarnir, slangur og posarottur millum
sitróntrø, perutrø og bromberjarunnar í hópatal. Sjálvt húsið
er bygt av endurnýtsluviði, drekkivatnið fáa tey umvegis
regnið, og internetið hevur inntil nú verið ein sjáldsamur
gestur. Og í januar verður veitsla í ovurstóru garasjuni, tí tá
skulu eigararnir nevniliga giftast á sjálvum garðinum
garður
Mín í
Avstralia
Terji úr Havn:
One Tree er bygt av endurnýtslutilfari úr viði, og endamálið
hjá Terja og Chloe er at liva so grønt og umhvørvis
vinarligt sum yvirhøvur gjørligt. Eitt nú royna tey ikki
at brúka el í húsinum, men hita regnvatn við hitanum
frá teimum trimum brenniovnunum í húsinum.
Myndir: Terji Juul