hósdagur 16. apríl 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
7
Fall fyri kvinnuni
og landinum
Hann dylir ikki fyri, at hóast hann
fekk møguleika fyri at fjakka á ein
um fyrstafloks-ferðaseðli, har hann
umvegis reiðaríið kundi loyva sær
at tjekka inn á frægari gistingarhús
í staðin fyri at búgva millum kakker
lakkar og eiturkoppar á teimum
knapt so fínu hostellunum runt um
kring, kundi tað skjótt gerast einsligt
at ferðast einsamallur.
– Ikki tí, ein nýtist ongantíð at
keða seg, og man hittir so nógv spenn
andi fólk, men í longdini verður tað
einsligt at uppliva alt einsamallur.
Tann einsliga tilveran broyttist
skjótari, enn hann hevði droymt
um. Umborð hitti hann nevniliga
avstralsku Chloe, sum tann eina
morgunin var komin umborð sum
Marine Mammal Observer. Tað var
mest av tilvild, at tey fullu í prát. Yvir
stýrimaðurin var ikki í tí prátingar
sama horninum, øvugt av Terja, ið er
ein av teimum morgunfrísku.
– Vit sóust ofta til filmkvøld, sum
vit hava umborð, og vit tosaðu um
ymiskt, sum hevði okkara áhuga.
Serliga var eg áhugaður í góðum hug
skotum til nýggj ferðamál til mínar
frítúrar. Hon viðmælti mær at leiga
ein bil í Avstralia og koyra frá Broome
til Darwin eftir tí legendarisku Gibb
River Road, ein túrur uppá góðar
3.000 kilometrar.
Av tí at Terji altíð hevði ynskt at
vitja Avstralia, var hann ikki seinur at
gera sum hon segði og bílegði sær ein
4x4 bil. Tá so dagurin nærkaðist, har
eg skuldi í land, fekk hann hálvhjartað
spurt Chloe, um hon ikki hevði hug at
koma við sær.
– Og hon segði ja. So vit brúktu
fýra vikur uppá at koyra hasar 3.000
kilometrarnar millum Broome og
Darwin. Og hvat var tað ikki ein fan
tastiskur túrur. Fýra vikur í einum
bili, har vit bara skuldu læra hvønn
annan at kenna og so at síggja hetta
fantastiska landið. Eg fall bæði fyri
kvinnuni og landinum, og áðrenn
vit komu til Darwin var fast okkara
millum, greiðir hann eldhugaður frá.
At liva grønt
Soleiðis uppdagaði Terji Avstralia, og
soleiðis byrjaði eisini tað, sum sær
út til at blíva hansara nýggja heim.
Tá nú kvinnan var funnin, skuldi
eisini ein gerandisdagur innrættast.
Bæði vóru siglandi fólk, so teirra
siglingarætlanir skuldu helst sam
skipast, so tey vóru heima nøkun
lunda samstundis. Hevði hann eina
fastlæsta arbeiðsætlan við fimm
vikum umborð og fimm vikum heima,
hevði hon eina minni útrokniliga
arbeiðsætlan. Í sínum starvi sum
MMO verður arbeiðið tilrættislagt,
alt eftir hvat arbeiði er at gera, og tí
kundi hon lættliga vera burturi í átta
vikur og bert heima í tvær.
Garðurin er fruktagóður, og
so mikið av bromberjarunnum
trívast, at neyðugt er at beina
fyri einum parti av teimum.
Tað, sum kortini kann nýtast,
verður umsett til søtt súltutoy.
Terji og Chloe keyptu húsini í One Tree í Narrawong í fjør. Húsini
liggja á ovurstórari jørð, har bæði djór og grønt trívast í ovurmát.
...framhald á næstu síðu