Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 8 persónssøga Tískil valdi hon at skifta starv, soleiðis at hon arbeiðir á landi, nærhendis har tey búgva. – Chloe átti eisini hús í Portland, har vit búðu at byrja við. Men skjótt gjørdust tey ov smá. Vit kundu bæði hugsað okkum okkurt størri, eitt sindur meir albogarúm til at vera úti í. So vit byrjaðu at hyggja eftir húsum, og hetta húsið var tað fyrsta, vit sóu, og vit fullu alt fyri eitt fyri teimum. Húsini verða rópt One Tree av tí einføldu orsøk, at tá fyrrverandi eigararnir fluttu inn fyri 36 árum síðani, stóð bert eittans træ á økinum. Í dag vaksa hundratals trø á ognini, sum um veturin verður nýtt til brenni. Maðurin, ið bygdi húsini, livdi av at umvæla søgulig hús, og valdi hann at byggja síni egnu hús úti­lok­ andi við endurnýtslutilfari. – So vistu vit alt fyri eitt, at hetta vóru okkara hús. Her í Avstralia er tað at liva grønt, altso at endurnýta og dálka minst møguligt, bæði vanligari og lættari enn til dømis heima í Føroyum. Koalabjarnin ein pest Tað tók kortini sína tíð at fáa alt uppá pláss við húsunum, so tað tók eisini nakað av tíð, áðrenn tey kundu flyta inn. Enn er tað so mikið nýtt, at tey royna at finna út av, júst hvørjar plantur og djór trívast á garðinum. Tann heilt stóri dreymurin hjá Terja og Chloe er at liva av tí, ið garðurin gevur. Avbjóðingin er bara at finna út av, hvat tað skal vera. Og onkrar óbodnar gestir hava tey havt. – Koalabjørnin, sum tey flestu halda vera so fitta, er ein verulig pest hjá okkum. Hon legst á bløðini og etur til onki er eftir av trænum, og tað halda trøini hjá okkum ikki til. Tí hava vit sett verjur upp fyri, so koala­bjarnirnar ikki sleppa til og trøini sleppa at koma seg aftur. Koala­ bjørnin hoyrir til her um leiðir, so hon verður kortini ikki útruddað av garð­ inum. Harafturat eru vit eisini sera illa plágað av villum kaninum, sum leggja eftir grønmetinum hjá okkum. Og so er tað tílíkt sum pungrottur, ið villast inn í húsini av og á. Djóralívið í Avstralia er ómetaliga ríkt, bæði á landi og sjógvi. Og júst djóravernd er nakað, sum bæði Terji og Chloe ganga høgt uppí, og tí eru tey fegin um, at so nógv djór trívast á garðinum hjá teimum. Næsta upp­ gávan verður at innrætta garðin so­ leiðis, at djórini ikki gera skaða á alt tað grøna, sum er ætlað til mat hjá fam­iljuni. – Her veksur eisini so mikið væl, at vit noyðast at sleppa okkum av við bæði runnar og trø. Til dømis brom­ berjarunnarnir, sum annars vaksa væl, mugu vit sleppa okkum av við, tí teir lokka kaninirnar til, sum síðani lokka slangurnar til, og tað ber sjálv­ sagt als ikki til, greiðir Terji frá. Regnvatn og einki internet Tað sama ger seg galdandi við teimum mongu granntrøunum: Tey vaksa ov væl og køva fyri ánna og aðrar plantur, og tískil skulu tey flestu fellast, og møguliga skal viðurin nýtast til at byggja okkurt annað við. Hann kundi eisini verið nýttur til brenni, men tað er ikki beinleiðis ein mangul­vøra í húsinum. – Vit hava streym og el-hitara, men brúka hann ikki. Vit hava ein stóran brenniovn, ein gamlan komfýr og ein lítlan brenniovn í kamarinum og teir vera fyri tað mesta nýttir til at hita vatnið, sum fer í radiatorarnar. Vit stremba ímóti at vera sjálvbjargin við okkara nýtslu, og næsta verkætlanin verður heilt víst ein sólorkuskipan. One Tree liggur liggur í bygdini Narrawong heilt har suðuri í Avstralia, og heilt úti við havið, á leið 3-4 tímar frá Melbourne. Narra­wong er ein væl spjødd bygd við umleið 230 íbúgvum, og her hevur verið trupult við inter­ neti. Kapping­in um tele­markn­aðin er nakað væl øðrvísið enn vit kenna hana í norður­heim­inum og Evropa. Avsíðis í Avstralia er tað mest sum bert tann eini veitarin, sum umsitur allan marknaðin, og tað er trupult hjá øðrum at arbeiða seg inn. Og av tí at landið er so stórt í vavi, verður ein lítil bygd við 200 íbúgvum ikki mett til at vera av høgari raðfesting. – Tað sær út til, at vit nú fáa eina loysn í mai, og tað eri eg glaður fyri, tí so kann eg skypa heim. Annars havi eg klárað meg fínt uttan. Vit forlanga ikki so nógv, og okkara dreymur er jú at verða so sjálvbjargin og at liva so grønt, sum tað letur seg gera. Vit hava til dømis onga vatnleiðing og av tí at tanga­vatni ikki er nakað at reypa av, brúka vit regnvatnið sum drekkivatn. Tað verður sjálvsagt filtrerað, soleiðis at djór og onnur dálking ikki sleppur til, men annars er tað púra reint vatn, sum vit fáa úr regnvatninum, greiðir Terji frá. Sum ein fiskur tekur ímóti vatni Terji og Chloe nýtast ikki at ganga langt fyri at finna hundravís av kilo­ metrum av reinastu sand­strondum. Kortini hevur Terji ongantíð verið úti við síni kavaraútgerð, síðani hann flutti til Narrawong. Hóast tað eru 50 ár liðin, síðani at nakar er bitin av hvít­hávi uttan fyri avstralsku strend­ ur­nar, kann ein ikki síggja burtur frá, at teir eru har. Her fyri ætlaði hann sær kortini ein túr út at kava, men dagin fyri frættist tað, at ein hvít­ hávur hevði roynt at koppa eini kajakk í sama øki, hann hevði ætlað sær. – Eina aðru ferð var eg úti og surfaði saman við nøkrum vinfólkum, og tað var deiligt og lekkurt við nógvum og stórum aldum, men brádliga leggi eg til merkis, at eg eri púra einsamallur. Longur inni standa míni vinfólk og gera hávamerkið til mín. Eg haldi, at eg kom turrskøddur í land, so bangin bleiv eg, sigur hann og flennir. Hann greiðir frá, at hvíthávurin, sum er tann vandamiklasti, trívist í hópatal uttan fyri strendurnar, tí teir liggja uppá lúr eftir kópakoloniunum, ið halda til í økinum. Teir fita seg upp av kópum, áðrenn teir fara út á hav at parast, og tí leggja teir sjáldan leiðina inn móti strondunum, har fólk er. Hav fyri sunnan og stórar national­parkir fyri norðan, sóltímar í ólukku­mát, eitt dreymaheim saman við dreyma­kvinnuni – tað ljóðar sum eitt ævintýr. – Eg var so væl móttikin frá fyrstu løtu, sum eg ongantíð hevði ímyndað mær. Ikki bara av familjuni hjá Chloe, men fólk generelt eru eisini sera blíð og fyri­komandi. Tá tað kemur til humor og mentalitet, so haldi eg í veru­leikanum ikki, at tað er so stórur munur á fólki her og alla aðra staðni. Eg eri fallin so væl til, sum ein fiskur tekur ímóti vatni og kundi ikki havt tað betri. Barbecue og akvavit Ja, Avstralia er stórt, og tað er bæði dýrt og langt at ferðast úr Føroyum fyri at koma at vitja. Men við Chloe og One Tree hevur Terji fingið eina heilt nýggja familju. Bæði systkin og foreldur hava tikið væl ímóti Terja, og tað ger tað ikki verri, at tey búgva smáar 1.500 metrar burturi frá One Tree. Tískil eru bæði giftarmál og um­ sókn um permanentan avstralskan borgara­skap tað heilt natúrliga valið fyri hann. At skifta borgaraskap hevur nógv pappírsarbeiði við sær, og áðrenn hann kann fáa um perma­ nentan ríkis­borgararætt, skal hann í gjøgnum eina royndartíð uppá tvey ár. Saman­lagt tekur tað upp til sjey ár at fáa permanenta ríkisborgara­ rættin. At fyrireika brúdleyp tekur tíbetur knapt so langa tíð. – Tað tók mær ikki langa tíð at síggja, at Chloe var tann rætta fyri meg, og eg bíðaði ikki við at fríggja til hennara. Vit verða vígd á One Tree 2. januar 2016, og vit ætla at brúka okkara garð til vígslu og garasj­una til veitslu. Tá er summar hjá okkum, og vit rokna við nógvum fólki. Vit umhugsa at gera eitt slag av ’glamping-øki’ (stytt fyri glamour camping) á garðinum, har vit kunnu leiga camping­vognar og tjøld til gestir­nar at sova í. Á matskránni verður gourmet-barbecue, og eitt Rockabilly orkestur fer at standa fyri undir­hald­inum. Tað einasta, sum føroysku gestirnir skulu hava við sær, er akvavit, sigur hann at enda flennandi. Myndir: Terji Juul og Chloe Levings »Tað tók mær ikki langa tíð at síggja, at Chloe var tann rætta fyri meg, og eg bíðaði ikki við at fríggja til hennara« Terji Juul ■ Garðurin, ið hoyrir til One Tree, er á leið 36.500 kvadratmetrar til støddar. ■ Stórt camping-økið hoyrir til ognina, sum stendur opið fyri føroyingum, ið leggja leiðina hendan vegin. ■ Eftir ætlan verður møguleiki hjá føroyingum at koma á ’working holiday’ á garðinum ■ Les meir um One Tree á facebook-síðuni: familyjuulsfarm Hendan søta koala-bjørnin smæðist heldur ikki. Hon hevur góðar dagar á garðinum, har hon etur seg metta av bløðum, til trøini doyggja. Tí verður koala-bjørnin ofta rópt ’træ-rottan’. ’Australian koolies’ kallast hetta hundaslagið, og er hetta gløggur og kvikur vaktarhundur at hava. Aftur ein óboðin gestur: Pung­rottan. Hendan var so mikið forvitin, at hon kom inn gjøgnum skorsteinin, lat lúkuna til brenniovnin upp innan í frá, legði á innkeypsvørurnar og fekk sær ein breyðbita, áðrenn hon fór avstað aftur. Aftur ein fittur gestur í lumpisligum búna. Tær villu kaninirnar leggjast á tað nógva grønmetið. Hendan telist millum óynsktu gestirnar. Hon legst á tær nógvu villu kaninirnar, og kann koma heilt nær húsunum, um illa vil til.