hósdagur 16. apríl 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
9
Barbara Holm
V
it vita rættiliga nógv um
fólkini, sum eru fíggjar
liga sperd, og vit hava
nýliga havt eina fólka
teljing, umframt at hópurin av aðrari
systematiseraði vitan finnst frá
øðrum, sum ger, at vit í dag kunnu
eyðmerkja og seta nøkur tiltøk í
verk, sum vit vita, kann vera við til
at bæsa fátækradømi í Føroyum,
sigur Sonja Jógvansdóttir, sum var
við í bólkinum, sum arbeiddi við at
áseta eitt føroyskt fátækramark. Hesi
eru hennara boð uppá, hvat ítøkiliga
kann gerast framyvir.
1
Gerast skal eitt serligt barna
ískoyti til familjur, sum eru
fíggjarliga sperdar.
Hetta er stuðul, sum skal latast
barnafamiljum, sum hava lágar
inntøkur. Hesin stuðul skal ikki vera
treytaður av, hvørt forsyrgjararnir
eru stakir. Tað eru eisini hjún og pør,
sum av ymiskum orsøkum kunnnu
vera í fátækraváða, tí skal hækkaði
serligi barnastuðulin knýtast at
inntøku og tal av børnum, men ikki
at parlagsstøðu.
2
Pensjónistar uttan aðra inntøku,
og sum ikki hava útgoldið býlið
eru í hættisligum fátækraváða. Tá
ið talan er um fátækraváða vera
pensjónistar mangan tiknir úr
kjakinum sum bólkur, ið ikki verður
sagdur vera fátækur. Veruleikin er,
at teir pensjónistar, sum ikki hava
uppsparingar ella aðra inntøku, hava
ilt við at fóta sær, tí livikostnaðurin er
so høgur. Tí mugu einstøk málrættaði
tiltøk gerast viðvíkjandi hesum bólki
av pensjónistum.
3
Lógin um kravdu pensjónsupp
sparingina skal broytast so, at
ongin verður kravdur at spara meir
upp enn 7,5%, og pensjón skal leggjast
oman á alla løn, studningar og veit
ingar, sum vera sett ístaðin fyri løn.
Pensjón skal eitt nú leggjast oman
á arbeiðsloysisstuðul, barsilsveiting,
fyritíðarpensjón, lønarendurgjald
hjá fólki í vardum/tillagaðum starvi,
minstaforvinning, forsorg, sjúkra
dagpening og so framvegis. Verður
pensjón løgd oman á alla løn og
allan stuðul og
veitingar,
sum
koma ístaðin fyri løn,
so verður munurin á fólki
ikki so ovurhondsstórur í ellis
árum millum ymiskar bólkar í sam
felagnum.
Lagt er upp til, at fólk partvís skulu
spara upp til sína egnu eftirløn, men
tað er týdningarmikið, at teir stóru
bólkarnir av fólki, sum ikki hava fast
tilknýti til arbeiðsmarknaðin eru við.
Í verandi lóg um kravda uppsparing
eru stórir bólkar
av fólki, sum ikki
fáa pensjón, hóast
hesir bólkar kanska eru
teir, sum hava mest tørv á at
hava eina góða uppsparing, tá ið tey
gerast pensjónistar. Ein partur av
hesi uppsparing skal vera trygging
fyri hættisliga sjúku, soleiðis at øll
í Føroyum, sum eru niðan fyri pen
sjónsaldur, hava eina trygging, um
illa vil til.
at basa fátækra-
dømi í Føroyum
Tað hava altíð verið fátøk fólk í Føroyum, men ikki fyrr enn í 2012
fingu vit hagtøl fyri, hvørji hesi fólk eru, hvar tey búgva, hvat
tey gera, hvussu nógv børn tey eiga og so framvegis
Fátækradømi
15 átøk
...framhald á næstu síðu
Visti tú?
1.326 føroysk
børn verða mett
at vera í
fátækaváða
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen