hósdagur 16. apríl 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
10
Fátækradømi
at basa fátækra-
dømi í Føroyum
15 átøk
4
Pensjónin hjá fólki skal vera í
tveimum. Pensjónin skal part
vís hvíla á egna uppsparing, sum øll
skulu fáa oman á sína løn, arbeiðs
marknaðarveiting ella veiting frá tí
almenna. Hin stóri pensjónsparturin
skal vera samhaldsfasti, sum skal
hækka til 15% ella 7,5% frá hvørjum
parti á arbeiðsmarknaðinum.
Øll skulu fáa samhaldsfasta,
og útgjaldið er sett sum ein føst
krónu veiting, meðan inngjaldið er í
prosentum av lønini. Í mun til egnu
uppsparingina, so er samhaldsfasti
ein pensjón, har øll fáa tað sama út,
meðan inngjaldið er eftir inntøku.
Á henda hátt hendur eitt umbýti av
virðunum.
Aðrir greiðir fyrimunir við
Samhaldsfasta er, at skipanin er løtt
og bílig at umsita, vit kenna og hava
góðar royndir av Samhaldsfasta,
sosiala kontraktin millum borgarar
og ættarlið verður varðveitt, tað
almenna sleppir undan at gera
torgreiddar skipanir við mótrokning,
skatturin fylgir útgjaldinum og so
framvegis. Lønarskatturin kann
lækkast samsvarandi hækkaða gjald
inum til Samhaldsfasta, tí almennar
útreiðslur til pensjón minka.
5
Øll skulu fáa ókeypis heitan mat í
ansingarstovnunum. Mest útsetti
parturin av teimum í fátækraváða eru
smábørn – serliga eru tað smábørn
hjá støkum uppihaldarum. Hesar
familjur hava mangan trupult við at
skaffa heilsugóðan kost allar dagar í
mánaðinum. Fáa børnini eina góða
heita máltíð í ansingarstovninum,
so tryggja vit, at tey fáa góðan mat
og útlitini eru betri fyri, at tey eisini
kunnu fáa tað, hinar dagarnar í
mánaðinum, tá ið tey eru heima.
Fyri menningina hjá einum barni,
er heilsugóður kostur ótrúliga
týdningarmikil, tí er skilagott at gera
hetta átak, sum kann hjálpa til hjá
smábarnafamiljum.
6
Skipanin við fríplássum skal
víðkast, og inntøkumarkið fyri
nær tú kanst fáa frípláss skal hækk
ast munandi, soleiðis at fleiri vera
fevnd av skipanini, og so tað loysir seg
hjá eini familju at taka eyka arbeiði á
seg, um møguleiki er til tess.
7
Barsilsskipanin og Arbeiðsloys
isskipanin mugu hava minsta
mark fyri útgjaldi, og útrokningar
grundarlagið til hesar arbeiðs
marknaðarskipanir má broytast og
víðkast. Eisini skulu barnafamiljur
fáa eina eingangsupphædd, tá ið eitt
barn er borið í heim/ættleitt, tí tað er
sera kostnaðarmikið at fáa eitt barn,
og nógv og dýr útgerð má útvegast.
8
Gerast skal ein bústaðarstuðul,
sum verður roknaður samsvar
andi inntøku, býlisútreiðslum og
stødd av húski. Í løtuni fáa tey, sum
ogna sær eitt býlið, rentustuðul upp
í 4000 krónur um mánaðin, men tey,
sum leiga, fáa ongan stuðul, hóast
leigararnir mangan hava eins stóra
ella hægri býlisútreiðslur enn tey,
sum keypa sær sín bústað. Skipanin
Visti tú?
450 familjur við umleið
900 børn fáa á hvørjum
ári hjálp frá Í Menniskjum
Góður Tokki
»Einstøk málrættað tiltøk mugu gerast
mótivegis pensjónistum«
Sonja Jógvansdóttir,