hósdagur 16. apríl 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
11
við rentustuðlinum og tí manglandi
bústaðarstuðlinum til leigarar er
eisini við til at skapa ein óneyðuga
stóran stættarmun millum tey sum
eiga, og tey sum leiga.
9
Bústaðir skal fáa boð um at
byggja lestraríbúðir har útbúgv
ingarstøðini eru og bíligar bústaðir
um alt landið, og at hesar bústaðar
byggingar fáa eyka fígging, soleiðis
at býlisútreiðslurnar hjá lesandi og
fíggjarliga sperdum familjum kann
gerast bíligari.
10
Lestrarstuðul má latast 12
mánaðir um árið. Lesandi
fáa lestrarstuðul 11 mánaðir í árinum
– í juli mánaði er ongin lestrar
stuðul, hóast vit vita, at lesandi
hava útreiðslur 12 mánaðir í árinum.
Hjá lesandi uttan børn er møguliga
gjørligt at finna okkurt smávegis
arbeiði í summarfrítíðini, tá ið
lestrarstuðul ikki verður
veittur, men hetta er
ikki gjørligt hjá lesandi
forsyrgjarum, sum um
summarið hava børnini
heima fulla tíð, tí skúlar og
ansingarstovnar eru afturlatnir.
11
Gerast skal ein serliga skipan
fyri fólk við langtíðarsjúku,
sum avloysir sjúkradagpeninga
skipanina. Hetta er galdandi fyri
fólk við kropsligum ella sálarligum
sjúkum, har tað mangan tekur longri
at koma seg, enn skipanin sjúkra
dagpeningi veitir pening í, ella tað er
longri enn 120 dagar, har fólk mangan
vera søgd úr starvi. Her kann eitt nú
vera talan um
fólk, sum fáa
krabba, sálar
ligt mein ella
aðra sjúku, har
útlitini at koma
fyri seg eru longri
enn tær almennu
skipanirnar røkka til. Lang
tíðarsjúk detta mangan niðurímillum
ymiskar skipanir, og koma tí ov ofta í
fíggjarligt óføri, sum aftur hevur sera
neiligt árin á teirra heilsu.
12
Støddin á veitingum frá tí
almenna og úr arbeiðsmarkn
aðarskipanunum má avmynda
kostnaðarstøði í landinum, og vera
samsvarandi útrokningum um, hvat
skal til fyri at liva eitt virðiligt lív í
Føroyum. Eisini mugu skattir og av
gjøld avmynda førleikan hjá fólki at
rinda. Ein lutfalshækkandi skatta
skipan er sera grundleggjandi lutur
í hesum.
13
Skipanin við tillagaðum
størvum skal broytast so
leiðis at tað fyrst og fremst er sátt
málin á arbeiðsmarknaðinum, sum er
avgerðandi fyri, hvør lønin verður, og
ikki ein tilvildarligum skali í einum
rokniarki, eins og tað er nú. Endur
gjaldið frá Almannaverkinum má
tískil broytast, og ikki mótroknast
fyrr enn markið fyri sáttmálaásettu
lønini er nátt. Eftirløn skal leggjast
omaná lønarendurgjaldið, so øll í
vardum og tillagaðum størvum fáa
eftirløn fyri alla lønina, og ikki bara
eftirløn av arbeiðsgevarans parti.
14
Skipanin við Heilsutrygd skal
broytast soleiðis at fíggjarliga
sperdar familjur fáa møguleika at fáa
ókeypis heilivág.
15
Gerast skal skipan við
vaksnamannalæru, har fólk
yvir 30 ár við lítlum og ongum form
ligum útbúgvingum ella lærum fáa
møguleika at førleikamenna seg ella
taka eina útbúgving. Veitast má ser
ligur hækkaður lestrarstuðul til fólk,
ið eru undir hesi skipan.
Savnsmyndir: Álvur Haraldsen
Granskin vísur,
at fólk við lágari
inntøku hava verri
heilsustøðu enn
onnur
»Fíggjarliga sperdar familjur eiga at fáa
møguleikan at fáa ókeypis heilivág«
Sonja Jógvansdóttir