Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 12 At kanna tølini fyri almennu útreiðslurnar hjá landsfyrisitingini hevur sett fram grundleggjandi spurningar um vanligt talskil hjá yvirritaða Heilsuverkið tema Minsta prosents­ játtanin í 17 ár Mortan Østerø R oknskapurin fyri før­ oyska heilsuverki er at finna á yvir­litum hjá Hagstovuni, Gjald­stov­ uni, Heilsumálaráðnum, Fíggjar­ málaráðnum og í sjálvari fíggjarlógini, umframt, at fleirtjóðastovnar – sum norðurlendsku hagfrøðinevndini innan heilsuvísindi »NOMESCO« – hava roknað heilsuútreiðslurnar hjá Føroyum út. Nógvir aktørar merkir nógv roknistykki, og nógv roknistykki kunnu ikki flættast saman í sama heildar­roknistykki uttan at trúvirði onkursvegna hvørvur. Fyrst og fremst tykist hetta vera ein greið ábending um, at hóast opnir rokn­ skapir fremja gjøgnumskygni, merkir tað ikki neyðturviliga, at rokn­skap­ urin gerst minni torskildur. Við øðr­ um orðum, verður myndin av rokn­ skap­inum treytaleyst snikkað eftir tølunum, ið hugt verður at, og grein­ ingar­amboðunum at skilja tey. Í greinarøðini hevur Sosialurin ein­ans tikið uppgerðina av al­menna roknskapinum sambært Gjald­stov­ uni til tess at tryggja saman­ber­ ingar­grundarlag, meðan tølini fyri før­oysku bruttotjóðarúrtøkuna eru frá Hag­stov­uni. Har roknskapurin fram­vegis ikki er uppgjørdur (t.e. 2015) er roknað við støði í fíggjar­lógar­ upp­skotinum. Støðugt fleiri milliónir til heilsumál Verður hugt at tølum frá 1998 upp til 2015, er játtanin til heilsuverki farin úr 382 og upp í 985 milliónir krónur – ein vøkstur á góðar 603 milliónir krónur, ella økt við 158 pro­ sent­stigum. Somu tíðina er brutto­ tjóðar­úrtøkan hjá Føroyum vaksin úr 7,4 til 15,7 milliardir krónur – ein vøkstur á 8,3 milliardir krónur, ella við 89 prosentstigum. Sostatt er játtan­in til heilsumál farin við einum størri prosent­parti av føroysku brutto­ tjóðar­úrtøkuni (BTÚ) síðani 1998 – neyvt var játtanin 5,1 prosent av BTÚ í 1998, og 6,3 prosent av BTÚ fyri 2015. Hóast útreiðslurnar hjá land­inum til heilsumál eru vorðin ein al­samt størri biti sammet við brutto­tjóðar­ úrtøkuna, sær gongdin øðrvísi út, verður tíðar­skeiðið býtt sundur í val­skeið. Tá ið sitandi samgonga tók við stjórnarvaldinum í 2011, svaraðu heilsu­útreiðslurnar til 7,1 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Síðani er játtanin lutfalsliga minkað tey fýra stjórnarárini við verandi sam­gongu. Í ár er játtanin nærum eitt heilt prosentstig minni av BTÚ, enn tá ið samgongan tók við – hon svarar nú til 6,3 prosent av føroysku brutto­tjóðar­úrtøkuni, ið somuleiðis er størsta minkingin í tíðarskeiðnum 1998-2015 sammet við BTÚ. Neyðugu fyrvarnini eru tó, at í 2010 og 2011 eru útreiðslurnar til heilsumál hækkaðar óvanliga nógv, vegna avgerðina um at avtaka sjúkrakassarnar og fíggja somu tænasturnar úr landskassanum um­vegis Heilsutrygd – sostatt er trupult hjá samgonguni at tryggja pro­sent­vísa hækkan av játtanini. Lutfallsliga minsta hækkingin fyri valskeið Verður hugt at krónum og oyrum, er játtanin til heilsumál økt á hvørjum ári, undantikið í 2012, tá ið játtanin minkaði úr 943 milliónum niður í 924 milliónir frá 2011 til 2012. Hyggja vit at upprunajáttanunum til heilsumál, tá ið ein samgonga tók við, og hvør játtanin var, tá ið hon legði frá sær, ber til at staðfesta prosentvøksturin á játtanini í valskeiðinum. Størstu pro­ sent­vøksturin eigur sam­gongan mill­ um Fólka­flokkin, Tjóð­veldis­flokk­in og Sjálvstýris­flokkin, tá játtan­in varð økt úr 380 í 537 milliónir krónur frá 1998 til 2002 – tað svarar til eina øking á ikki færri enn 41 prosent. Størsta økingin í krónum og oyrum fór fram í samgonguskeiðnum millum Fólka­flokkin, Sambandsflokkin og Javnaðar­flokkin, tá ið tey øktu játtan­ ina 199 milliónum krónum frá 2008 til 2011 – sama tíðarskeið, sum sjúkra­ kass­arnir verða avtiknir og fíggingin løgd til landskassan. Minstu økingina av játtanini til heilsumál fyri eitt fýra ára valskeið – í bæði prosentum og milliónum – eigur sitandi samgonga. Játtanin var 943 milliónir krónur tá ið hon tók við, og fíggjarætlanin fyri 2015, letur 985 milliónir krónur av til heilsumál. Tað svarar til eina øking á 42 milliónir krónur – ella sløk 4 prosent. Sjálv­ søgdu fyrivarnini eru, at tess størri upp­hæddin er í krónutali, tess størri øking í krónutali krevst, fyri at síggja stór­vegis prosentvøkstur í játtanini. Hinvegin er greitt, at brutto­tjóðar­ úrtøkan og almenna nýtslan hevur verið støðugt vaksandi síðani 1998, og sostatt er tað natúrligt, at ymsu ráðini fáa alsamt størri játtanir – íroknað heilsumál. Greiða gongdin seinastu fýra árini hevur verið, at játtanin til heilsu­mál í mun til føroysku brutto­ tjóðar­úrtøkuna er støðugt minkað. Ser­liga skal havast í huga, at í 2014 vórðu 989 milliónir krónur játtaðar til Heilsumálaráðið, men einans 966 milliónir vóru brúktar – altso vóru 23 milliónir í avlopi. Sambært heimildunum hjá heilsu­