Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 13 Í farna vikuskiftissosiali settu vit sjøtul á tema um føroyska sjúkrahúsverki, og hesuferð verða fíggjarligu viðurskiftini sett undir luppin. Sambært tølunum, er sitandi samgonga tann, sum hevur økt minst um játtanina til heilsumál í einum valskeiði. málaráðharranum, kann restandi peningurin flytast á kontuna árið eftir – altso kunnu tær 23 milliónirnar frá 2014 flytast til játtanina fyri 2015. Hóast tær 23 avlopsmilliónirnar, er samlaða játtanin til Heilsumálaráðið úr landskassanum fyri 2015 fýra milliónir lægri enn játtanin í 2014 – nevn­iliga 985 milliónir krónur. Heilsuútreiðslurnar vaksa skjótari enn BTÚ Í frágreiðing hjá Heilsumálaráðnum um heilsunýskipan, verður víst til danska hugbankan »Copen­hagen Consensus Center«, ið hevur roknað seg fram til, at tá ið brutto­tjóðar­úr­ tøkan veksur við einum prosent­ stigi, økjast heilsuútreiðslur­nar van­liga við 1,2 til 1,3 prosentstigum. Verður hugt at roknskapinum hjá Heilsu­málaráðnum fyri seinastu tvey valskeiðini (2008-2015) er hann farin úr 744 milliónum og í 985 milliónir krónur í 2015 – tað svarar til ein vøkstur á sløk 32 prosent í út­reiðslum. Um sama mundi er før­ oyska bruttotjóðarúrtøkan vaksin við 27 prosentstigum, og sambært útrokningum hjá Copenhagen Consensus Center (CCC), áttu heilsu­ út­reiðsl­urnar hjá Føroyum sostatt at verið øktar við 34 prosentum í hes­um tíðarskeiðinum, svarandi til áleið 997 milliónir krónur, heldur enn tær 985, sum eru settar av í 2015. Hyggja vit at roknskapinum hjá heilsu­verkinum í verandi val­ skeiði (tá ið sjúkrakassarnir frá 2010 eru vorðnir partur av almennu út­ reiðsl­unum) og samanbera við øktu bruttotjóðarúrtøku, fáa vit nøkur onnur tøl. Sitandi stjórn tók við valdinum í 2011 og leggur frá sær í ár, og í hesum tíðarskeiðnum eru útreiðslurnar hjá heilsuverkinum øktar við 4 pro­ sent­um samstundis sum brutto­ tjóðarúrtøkan er økt við 18 prosent­ um. Sambært útrokningum hjá CCC, áttu útreiðslurnar hjá heilsu­verk­ inum vanliga at verið øktar við 22,5 pro­sent­stigum – tað vil siga, at heilsu­ verki átti at havt eina útreiðslu á góða 1,1 milliard, slakar 100 milliónir hægri enn nú. Trupult er at staðfesta hesi tølini sum røtt, av tí, at tey einans taka hædd fyri einum stuttum tíðarskeiði, ið eisini kemur eftir eina fíggjarkreppu. Tá er ikki óvanligt, at almennu út­reiðsl­urnar ikki fylgja vøkstrinum í bú­skap­inum annars. At tølini eru so skiftandi sigur tó ta søguna, at al­mennu útreiðslurnar eru ógvuliga tengdar at konjunktursveiggjunum í føroyska búskapinum, sum eisini verður staðfest í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum í ár. Minni enn hini londini Vanliga verður mett, at stór øki hava ein »stórrakstrarfyrimun« í mun til smærri øki – altso, at tað sum heild er bíligari at bjóða tænastur til stórar fjøldir ella kundar, enn at bjóða somu tænasturnar til eina minni fjøld ella kunda. Flyta vit hesa hugsan­ ina til føroyska samfelagi, átti eitt sjúkra­húsverk – á sambærligum tænastustøði – at verið dýrari at reka enn í størri samfeløgum. Veruleikin er tó, at føroyska samfelagið er lut­fals­ liga bíligari sambært út­rokn­ingum hjá norðurlendsku hag­frøði­nevndini innan heilsuvísindi »NOMESCO« og Hag­stovuni. Sambært útrokningum hjá Norður­landaráðnum frá 2011 – við út­ gangs­støði í NOMESCO útrokningum – eru Føroyar ein eftirbátur við­víkj­ andi heilsuútreiðslum fyri hvønn íbúgva. Her eru noregsmenn og danir fremst, har ávikavist €6.368 og €4.522 verða latnar fyri hvønn íbúgva. Til samanberingar nýta Føroyar €2.761 fyri hvønn íbúgva – beint um helvt­ ina av tí, sum Danmark nýtir, og minni enn helvtin av tí, sum Noreg letur fyri hvønn íbúgva. Sambært greining av fíggjar­ ætlanini hjá føroyska heilsuverkinum, sum greingarfyritøkan »Vancon« gjørdi í 2008, varð longu tá víst á hesar skeivleikarnar, har føroysku heilsu­út­ reiðslurnar vórðu lægri enn í øðrum norður­londum, hóast vaksandi tal av sjúklingaviðgerð. Fremsta til­mæli hjá greiningarfyritøkuni var tá, at Føroyar endurskoðaðu játtanar­ manna­gongdirnar til heilsuverki, so­leiðis, at tað ikki var bundið at ótryggum árligum samráðingum. mortan@sosialurin.fo Føroysk Landsstýri og roknskapir fyri heilsumál 1998-2015 1998-2002* 380 – 537 mió (øking á 157 mió kr. - 41 %) Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjávstýrisflokkurin Lstf. Sjálvstýrisflokkurin (Helena Dam á Neystabø (98-01) & Sámal Petur í Grund (01-02)) 2002-2004* 537 – 576 mió (øking á 39 mió kr. - 7 %) Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin Alm. Tjóðveldi – Páll á Reynatúgvu Heils. Miðflokkurin – Bill Justinussen 2004-2008* 576 – 744 mió (øking á 168 mió kr. - 29 %) Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Lstf. Javnaðarflokkurin – Hans Pauli Strøm 2008-2011 744 – 943 mió (øking á 199 mió kr. - 27 %) Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin Lstf. Javnaðarflokkurin (Hans Pauli Strøm (08-09) Aksel V. Johannesen (09-11) og John Johannesen (11)) 2011-2015** 943 – 985 mió (øking á 42 mió kr. - 4 %) Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, (Sjálvstýrisflokkurin) og Miðflokkurin Lstf. Miðflokkurin (Karsten Hansen) Tølini eru roknað sambært yvirlitinum hjá bæði Gjaldstovuni og Fíggjarmálaráðum út frá einum prosentvísum vøkstri í játtanini til Heilsumálaráðið. Fyrivarni skulu sjálvsagt takast, at ávís tíðarskeið hava havt størri fíggjarligt rásarúm enn onnur við upp- og niðurgongutíðum. Keldur: Gjaldstovan, Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovan * Almanna- og heilsumálaráðini vóru tá samanløgd, men sundurgreinaðu úrslitini eru tikin við her. ** Fyri 2015 hevur verið hugt at játtan, av tí, at ársroknskapurin sjálvandi ikki verður tøkur fyrr enn árið er liðið. 1998 380 mió. kr. 2015 985 mió. kr. -> Økt við stívliga 605 mió kr. (159 % øking) BTÚ og útreiðslur til HMR: Visti tú? Í 1998 var roknskapurin hjá heilsumálum 380 milliónir, og í ár verður hann 985 mió. krónur Mynd: Finnur Justinussen