hósdagur 16. apríl 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
14
Mortan Østerø
T
á ið løgtingsins trivn
aðarnevnd hevði upp
skotið um broyting í løg
tingslógini um almenna
heilsutrygd til viðgerðar, vóru for- og
næstformenninir í Serlæknafelag
num millum hoyringspartarnar. Við
sær á fundin høvdu teir eitt yvirlit
yvir verandi serlæknar, og eina út
rokning yvir hvussu nógvum ser
læknastørvum tað framvegis er rúm
fyri.
– Samanborið við støðið í danska
heilsuverkinum, áttu Føroyar at havt
43 serlæknastørv afturat teimum
verandi, umframt, at fýra normeraði
serlæknastørv ikki eru sett. Tað sigur
seg sjálvt, at undirmanningar koma
fyri á summum deildum og harvið
verða læknarnir ovbyraðir, sigur
næstformaðurin í Serlæknafelag
num, Fróði Joensen.
Sambært skjalinum, sum hann
og Hans Jacob Simonsen, formað
urin í Serlæknafelagnum, handaðu
trivnaðarnevndini, eru ikki bert
trupulleikar við vantandi serlækna
størvum – nógvir av verandi serlækn
unum eru eisini um at eldast. Av
teimum 36 virkandi serlæknunum
eru ikki færri enn 14 teirra farnir
um 60 ára aldur, og tað kann gerast
trupult at fáa nýggjar serlæknar inn
í skipanina, tá hesir røkka pensjóns
aldrinum.
Sjálvstyrkjandi trupulleiki
– Generelt eru serlæknar ein nógv
eftirspurd arbeiðsmegi, og tað gerst
alsamt truplari hjá føroyska heilsu
verkinum at kappast við – eitt nú –
hini norðurlondini. Her kemur fyri, at
ein einsamallur serlækni er á einum
øki, ið hevur nógvar sjúklingar og tá
kunnu arbeiðsumstøðurnar gerast
serstakliga keðiligar fyri læknan. Á
nógvar hættir verður hetta sostatt ein
sjálvstyrkjandi trupulleiki. Fær ávísa
serlæknaøki keðiligt orð á seg fyri
vánaligar arbeiðsumstøður, verður
tað minni attraktivt hjá nýggjum ser
læknum at søkja starv har, umframt,
at verandi serlæknarnir kunnu lætt
finna sær starv í øðrum londum«,
sigur Fróði.
Seinastu tíðina eru ein ortopæd
kirurgur og einasti giktlæknin í
føroyska heilsuverkinum farnir úr
starvi. Fróði Joensen, ið hevur starv
ast sum serlækni í 15 ár sigur seg ikki
hava upplivað slíkt trýst á serlækna
øki áður.
– Bara tað seinasta hálva árið
hava tríggir yvirlæknar verið sjúkra
meldaðir við strongd. Tað er ikki
komi fyri fyrr í mínum fimtan árum
sum yvirlækni, og kann takast sum
eitt tekin um, at systemið ikki loyvir
læknunum at loysa sínar uppgávur
til fulnar, sigur hann.
Strukturellar avbjóðingar
Afturvendandi grundgevingarnar
fyri hví tað er so trupult at seta
nýggj fólk, er vaksandi arbeiðstrýsti á
sjúkrahúsinum. Tað er vorðið ómeta
liga nógv strævnari arbeiðspláss við
longum arbeiðsdøgum og nógvum
sjúklingum.
– Verður ikki gjørligt at manna
sjúkrahúsi, so fáa vit ein heilt grund
leggjandi trupulleika, sum kann fáa
korthúsi at koppa, sigur næstformað
urin í Serlæknafelagnum.
Orsøkirnar til vaksandi arbeiðs
byrðuna eru partvíst flættaðar
inn í samfelagsgongdina eins
og í broytingarnar í fólka
samansetingini.
Búskaparráðið vísti í síni várfrá
greiðing á, at við verandi demograf
isku broytingum kann væntast, at
talið av arbeiðsførum fólki minkar,
samstundis sum talið av pen
sjónistum veksur. Í somu várfrágreið
ing verður eisini víst á, at heilsuút
reiðslurnar fyri hvønn íbúgva vaksa
við aldrinum. Ítøkiliga »kostar« ein
borgari (úr fimm ára aldri og upp til
45 ár) um 10-17.000 krónur um ári í
heilsuútreiðslum. Eftir at vit gerast
45, gerast vit alsamt dýrari og við 75
ára aldur kosta vit nærum 50.000
krónur um ári – gerast vit 90, tátta
vit í tær 60.000 árligu krónurnar.
tema Heilsuverkið
Eiga at
rúma 43
serlæknum
afturat
Ovbyrðan hevur koppað tveimum serlæknum innan
stutta tíð, og vandin er, at domino-røðin heldur á, verða
broytingar ikki framdar á serlæknaøkinum
Vit verða
næstan fýra ferðir
dýrari fyri heilsu-
verki tá ið vit
røkka pensjóns-
aldrinum
Heilsumálaráðið
Individuel nýtsla
og veiting pr.
íbúgvi eftir aldri:
Grafur: