Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 15 – Frambrot á heilsuvísinda­- liga økinum fáa óbeinleiðis fíggjar­ ligar fylgir. Vit vera før at finna fleiri sjúkur og bjóða fleiri viðgerðir, og natúr­liga gongdin verður, at talið av sjúk­lingum veksur, sum setur krav um fleiri læknar. Longu nú eru vit ógvuliga fáir læknar at taka okk­um av nógvum sjúklingum við ymiskum viðgerðartørvum, sigur Fróði Joensen. Tørvurin á heilsutænastum gerst alsamt størri samstundis sum miðallivialdurin hækkar, og bólk­ urin av yngri fólki minkar. Tað eru ófatiliga nógvir pílar, sum benda á, at longu sperda arbeiðsmegin í før­ oyska heilsuverkinum fer at ger­ ast uppaftur sperdari. Harafturat verður tørvurin á størri fíggjarligum rása­rúmi neyðugur, skulu føroyingar fram­vegis hava somu heilsutænastur. Neyðugt at umskipa heilsuverki Hóast fíggingin er partur av trupul­ leik­anum á serlæknaøkinum, so eru tað ser­liga arbeiðsumstøðurnar, ið máa fak­ligu orkuna og trivnaðin undan lækn­unum, vísir Fróði Joensen á. – Hetta er ein trupulleiki, sum er komin so líðandi. Bygnaðurin í før­ oyska sjúkrahúsverkinum loyv­ir ógvuliga fáum yvirlæknum á ymsu deildunum, og tískil fáa ein­støku starvs­fólkini ómetaliga stóra ávirkan á hvørt annað. Byrja fólk at fara frá einari deild, kann tað koma illa við, og fáa neiliga ávirkan á arbeiðs­lagið og arbeiðsbyrðuna á deild­ini. Er góð manning á einari ser­deild, kann tað eggja fólki til at nema sær sergrein júst innan hetta øki, ið somuleiðis merkir, at onnur ser­øki verða forsømd. Sostatt er vandin, at ein sjálvstyrkjandi kreppa kyknar innan ávís serøki, soleiðis at áhugin áhald­ andi minkar at leita sær ser­lækna­ starv innan ávís øki, sigur Fróði. Ein frágreiðing um heilsu­ný­ skipan, har bygnaðarligu trupul­leik­ arnir verða viðgjørdir, varð borð­in í Løgtingið til aðalorðaskifti móti ársloki í 2013. Tá varð víst á, at bulurin í eini nýskipan skuldi vera »heilsu­ deplar« sum skulu gera tað gjørligt at við­gera fleiri sjúklingar á fakliga góð­um grundarlagi. – Tað er ynskiligt, at ein politiskur vilji er til staðar at fremja nakrar broyt­ingar á heilsuøkinum, men lækn­arnir verða ikki drignir við inn í ætlanirnar í nóg stóran mun. Vit vilja at veita sjúklingunum best møguligu við­gerð­ina, men í løtuni sær ikki gott út á serlæknaøkinum. Hóast tað skal nógv til, áðrenn man velur at flyta av landinum við familju, er ikki óhugs­ andi, at fleiri serlæknar fara at leita sær størv uttanlands við hetta lag. Skulu vit varðveita eitt nøktandi tænastustøði, so krevjast tillagingar – og hesar mugu hava læknarnar við í verkætlanini« sigur Fróði Joensen. mortan@sosialurin.fo – Samanborið við støðið í danska heilsuverkinum, áttu Føroyar at havt 43 serlæknastørv afturat teimum verandi, umframt, at fýra normeraði serlæknastørv ikki eru sett, sigur Fróði Joensen, næstformaður í Serlæknafelagnum. Anæstesiologi       Radiologi       Ortopædi       Parenchym       Gyn  Obs       Otologi       Opthalmologi     Psykiatri       Børnepsykiatri     Endokrinologi     Kardiologi       Lungnamedicin   Gastroenterolog     Nefrologi     Infektiónsmed.     Neurologi   Rheumatologi   Hæmatologi   Onkologi     Pædiatri     Dermatologi     Geriatri   Arbejdsmedicin     Patologi     Urologi     Plastikkirurgi   Mikrobiologi       intern  med.     klin.  fysiologi   klin.  biokemi             Normeraði,  men  ósett  størv:  4       Størv  sett  við  serlækna  eldri  enn  60  ár:    14         Størv  sett  við  serlækna  yngri  enn  60  ár:  22     Ikki-­‐normeraði  størv,  sum  áttu  at  verið  samanb.  við  donskum  støði:  43   Kilde  for  speciallægeantal  i  DK  2012:   Sundhedsstyrelsens  rapport   LÆGEPROGNOSE   Udbuddet  af  læger  og   speciallæger  2012-­‐2035   Savnsmynd Serlækna­ manning Januar 2015: »Serlæknar er ein nógv eftirspurd arbeiðsmegi, og tað gerst alsamt truplari hjá føroyska heilsu­verk­inum at kappast við hini norðurlondini« »Verður ikki gjørligt at manna sjúkrahúsi, so fáa vit ein heilt grundleggjandi trupulleika, sum kann fáa korthúsi at koppa« Fróði Joensen, Serlæknafelagið