Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 16 tema Heilsuverkið Barbara Holm Í Jyllandi situr 37 ára gamla Katrin Olsen. Hon er fyri stutt­ um flutt aftur til Dan­markar, eftir at hava starvast á Lands­ sjúkrahúsinum í eina tíð. Orsøkin er, at hon nú er farin undir lesnað sum serlækni í medisinskum tarm og livra sjúkum. Saman við øðrum hevur Katrin áður sent út almenn mót­mælis­skriv um støðuna á lands­ sjúkra­húsinum. – Eg haldi tað er okkara skylda at gera vart við okkum og upplýsa um støðuna, sum vit síggja hana, sigur Katrin Olsen, sum tað fyrsta. Eins og við øðrum læknum, sum hava verið í blaðnum í samband við støðuna á Landssjúkrahúsinum, so dámar Katrini einki at fara í miðlarnar í eitt fakligt og lokalpolitisk kjak um tey trý sjúkahúsini. – Fólk halda, at vit læknar einans finnast at, tí vit vilja hava betri arbeiðstíðir ella fleiri frídagar. Men vit tosa einans út frá hvat vit vilja bjóða sjúklinginum, sigur Katrin Olsen. Men hvør er størsti trupulleikin á sjúkrahúsøkinum í dag sambært Katrini? Hon byrjar á medisinska fakul­tetinum í Keypmannahavn. Læknaútbúgvingin broytt Katrin byrjaði at lesa medisin í 1999 og gjørdist liðug sum lækni í 2008. Útbúgving hennara varð longd nak­ að orsaka av rógvingini, men kort­ini eydn­aðist tað henni at gerast liðug sum lækni. Og nú er hon aftur á skúla­bonki. – Læknaútbúgvingin er broytt munandi seinastu árini. Áður høvdu læknar eina breiða men grunna vitan um nógv ymisk økið, men soleiðis er útbúgvingin als ikki í dag, sigur Katrin. Hon vísur á, at fyrr var neyðugt hjá hvørjum lækna sær, at hava eina breiða vitan tvørtur um serøkið, tí sjúkrahúsverk í Norðurlondum vóru øðrvísi tá. Í dag er tað soleiðis, at lækna­útbúgvingin er gjørd eftir, at læknar­nir eftir loknan lesnað skulu ar­beiða á stórum sjúkrahúseindum, har øll serøkið eru umboða og arbeiða saman. – Tá eg verið liðug sum serlækni fari eg ivaleyst at hava eitt djúpt inn­ lit í eitt smalt økið. Men eg hevði als ikki kent meg trygga við at havt ábyrgdina av einum øðrum økið, sigur Katrin. Men tað er tann veruleiki, sum mangir læknar í Føroyum liva í. Tá ein økið manglar ein serlækna, so má ein annar serlækni traðka inn og royna sum frægast. Hon vísur við hesum á týdningin av at miðsavna sjúkrahúsverkið und­ ir eina leiðslu og helst í stóran mun undir eitt tak. – Tað er so umráðandi, tá ið sjúkra­húsverkið frammanundan er skert, og summi serøkið als ikki hava serlæknar, at tað vit hava verð­ ur savnað eitt stað, har so nógvir ser­ læknar sum gjørligt eru saman, sigur Katrin. Við at miðsavna tryggja vit, at teir pengar vit nýta uppá serlæknar, verða brúktur so optimalt sum gjørligt. Bráðfeingismóttøka kring landið Hóast Katrin er av tí áskoðan, at tað er umráðandi at savna fakligu vitanina í eitt stað, so er hon kortini tilvitað um, at suðuroyingar serliga hava tørv á at hava eina bráðfeingismóttøku, so hjálp er at heinta. Tí skulu vit hava eitt sjúkrahús – Fakliga er tað neyðugt at savna orkuna á heilsuverkinum á einum stað, tí tað gevur nógv betri góðsku fyri sjúklingin, sigur Katrin Olsen, lækni, sum er undir útbúgving sum serlækni Katrin Olsen: Fólk halda, at vit læknar einans finnast at, tí vit vilja hava betri arbeiðs­tíðir ella fleiri frí­ dagar. Men vit tosa einans út frá hvat vit vilja bjóða sjúk­ling­ inum« Mynd: Politikken Visti tú? Meirilutin av teimum, sum fáa læknaliga út­búgving, eru kvinnur