hósdagur 16. apríl 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
17
– Fyri suðuroyingar til dømis er
sjálvandi umráðandi, at tey kenna
hava onkra hjálp at heinta, um
okkurt skuldi hent. Men tað er longu
soleiðis í dag, at flest allir suðuroy
ingar og norðoyingar noyðast á
Landssjúkrahúsið í flest øllum
førum, sigur Katrin.
Hon vísur á, at hon ikki er heilt
greið yvir hvussu sjúkrahúsini
í Suðuroynni og Klaksvík eru
uppbygd, og hvør læknalig hjálp er at
heinta, men í og við, at heilsuverki er
fíggjarliga spert, so fer nóg spillorka
í at viðlíkahalda smáu sjúkrahúsini.
– Sjálvandi kann okkurt liggja í
Suðuroynni og í Klaksvík, men vit
mugu savna so nógv sum yvirhøvur
møguligt, fyri at fáa sum mest
burturúr tí vit hava, vísur Katrin á.
Tá nýggi undirsjóvartunnilin
verður liðugur, tekur tað bert 40
minuttir at koyra til Havnar. Við
sjúkrabili tekur tað kanska 30 min.
– Í Keypmannahavn kann tað
mangan tað longri tíð enn 30 min
uttir at koma ígjøgnum býin til
sjúkrahúsið, vísur Katrin á.
Tá ið sjúkrahúsini í Klaksvík og
Suðuroynni skulu haldast við líka, so
merkir tað eisini, at har eru nógvir
útlendskir konsulentar knýttir at
sjúkrahúsunum, umframt, at tað
skulu vera trý ymisk depot við heili
vági, og bara tað merkir eina stóra
eyka útreiðslu fyri heilsuverkið.
Stúrir fyri, at
læknarnir rýma
Tað er torført hjá teimum, sum ikki
hava innlit í sjúkrahúsvirksemi, at
meta um trupulleikan í Føroyum í
dag. Men Katrin Olsen og hinir lækn
arnir, sum hava tosað við Sosialin
um hendan trupulleikan, vísa á, at
støðan er hættislig.
– Um eingin politisk raðfesting
verður gjørd skjótt, so enda vit í ein
ari støðu, har vit ikki kunnu siga, at
fakliga støðið er nóg gott, sigur Katrin
Olsen.
Hon vísur á, at støðan í dag á
summum økjum er rættiliga vánalig.
– Tey økini, har eingin serlækni
er knýttur at, eru so sperd, at sjúk
lingarnir kunnu als ikki kenna seg
tryggar í Føroyum, sigur Katrin
Olsen.
Tað, sum er mest um
ráðandi fyri Katrina og
aðrar læknar við, er at
samstarvið tvørtur um
sergreinar er gott, menn
andi og til frama fyri sjúk
lingin.
– Eg stúri fyri, at har
verður læknamangul rættiliga
skjótt. Hetta tí, at fleiri serlæknar
stinga í sekkin, nógvir fara frá
komandi árini orsaka av aldur, og um
tað verður verri ella um einki hendir,
so fer eingin at velja Føroyar til, sigur
Katrin.
Hennara dreymur er at flyta heim
til Føroya og starvast sum serlækni
her, men hetta verður einans veru
leiki, sum skil kemur á heilsuverkið.
– Eingin vil arbeiða undir umstøð
um, har tú onga ávirkan hevur á, um
tú kanst arbeiða við tínum egna ser
økið, vísur Katrin á.
Samstundis er læknaheimurin
broyttur á tann hátt, at meirilutin
av teimum, sum fáa eina læknaliga
útbúgving, eru kvinnur, og kvinnur
vilja treyðugt forsøma hús og heim.
– Eg, sum kvinnuligur lækni, og
aðrar við mær, viga familjuna hægri.
Og at hava døgnvaktir annan hvønn
ella triðja hvønn dag, eru tað fáar,
sum tíma, sigur Katrin.
Í sjúkrahúsverkum aðrastaðni eru
treytirnar ikki soleiðis, og tískil lokkar
umheimurin læknar til sín og harvið
úr Føroyum.
– Um vit ikki fáa nóg mikið av ser
læknum, so enda vit í einari støðu, har
alsamt fleiri sjúklingar vera sendir av
landinum til viðgerðar. Og í einum
so lítlum samfelagið, sum Føroyar
er, so fara vit altíð at senda summi
av landinum. Men tað má vera aðal
málið, at vit kunnu viðgera sjúklingar
innanfyri so nógv serøkið sum møgu
ligt, her heima, sigur Katrin.
Hon vísur á, at politiski myndug
leikin ikki dugir at síggja, at tað er
ikki bara tveir møguleikar at velja
ímillum. Tað nýtist ikki at vera antin
eitt sjúkrahús ella trý.
– Vit kunnu hava eitt millumting,
har tað mesta verður miðsavna, men
framvegis kunnu suðuroyingar og
norðuroyingar fáa eina ávísa hjálp á
teirra økið, sigur Katrin.
Júst hvat skal vera á hvørjum økið
hevur Katrin ikki gjørt sær nógvar
tankar um. Hetta einamest tí, at hon
heldur, at so at siga øll serøkið skulu
savnast á Landssjúkrahúsinum, með
an tað mest neyðturviliga skal vera á
hinum báðum smáu.
– Men krevur tað er ein vilji og
pengar til at broyta tað, og vit mugu
hava eina ætlan fyri hvussu vit vilja
hava, at sjúkrahúsverkið skal vera
framyvir, sigur Katrin.
Hon er vónrík um støðuna, tí tað
tykist sum, at meira fokus er á hend
an trupulleikan í dag enn tað hevur
verið áður. Og so leingið sum vit
kjakast um støðuna, so er vón fyri
framman.
savnsmynd
Í dag er lækna
útbúgvingin gjørd eftir,
at læknarnir eftir loknan
lesnað skulu arbeiða á stórum
sjúkrahúseindum, har øll
serøkið eru umboða og
arbeiða saman
»Tey økini, har eingin serlækni er knýttur at,
eru so sperd, at sjúklingarnir kunnu
als ikki kenna seg tryggar«
Katrin Olsen, lækni
savnsmynd