Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 18 kjak klumman Sum ein heitur favnur »Gate is closed« stóð tað á skeltinum, tá ið eg fyri góðum mánaði síðani lendi í Bergen og skuldi víðari til Føroya. Flogfarið úr Oslo var avlýst, og tá vit fimm føroyingar, sum skuldu víðari við Atlantic, lendu í Bergen, var tað beint út og so í fullum farti framvið tax-free, bilsnum ferðandi og einum smádrongi, sum næstan bleiv niðurtrumlaður av okkum. Hini fýra skundaðu sær, tí tey ikki vildu missa møgu­ leikan at síggja sólarmyrkingina. Eg skundaði mær av einari aðrari orsøk – eg vildi heim at siga pápa mínum farvæl. Flogfarið bíðaði eftir okkum. Og tá ið vit komu til útgongina stóð ein av flogskiparunum og bjóðaði okkum vælkomnum. Hann gav mær eitt klem og kondoleraði. Sjáldan hevur eitt klem verið so vælkomið. Tá eg kom umborð á flogfarið, var ein av teimum eldri flogternunum umborð, og hon gjørdi sum flog­ skiparin og gav mær haraftrat mína egna rekkju aftast. Míni tár runnu, tá ið vit lyftu úr Bergen. Tí tá mintist eg, hvussu væl føroyingar duga at taka sær av teimum, sum syrgja. Teir komandi dagarnar bóru so sanniliga eisini prógv um tað sama. Allastaðni, eg og syskini komu, vóru heitir favnar og vermandi orð. Tey, sum ikki hava upplivað sorg, kunnu ikki vita, hvussu ómetaligan týdning tað hevur, at fólk minnast, vilja seta orð á og vísa sína samkenslu. Føroyingar duga hetta sera væl. Hví tað er so, veit eg ikki. Kanska kenna vit so nógv fólk og eru von við støðuna. Ella eru vit uppvaksin við einari virðing fyri teimum, sum hava mist og syrgja. Í útlandinum havi eg upplivað, at fólk lata sum onki – og tað særir. Tí letur man sum onki, er tað tað sama sum at siga, at persónurin, tú hevur mist, merkir onki. Eg skilji væl, at tað kann verða trupult viðhvørt, og at man ikki veit, hvussu og hvat man skal siga. Men eitt lógvatak er oftast nokk. Føroyar kendust veruliga sum ein heitur favnur, teir dagarnar eg var heima, og virðið av tí er nakað, eg bara kann løna aftur við at gera júst so sum tit øll gjørdu móti mær og systkjunum. Inna Törnroos Annfinn Brekkstein Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin Uppgangs­ tíðir við fátækra­ dømi Samgongan hev­ur sein­ astu tíð­ina fing­ið nógvar ákoyringar fyri at gera ov lítið fyri teir bólkar í sam­ felagnum, sum ikki hava nóg mikið av pengum til eitt van­ ligt húsarhald og eitt virðu­ligt lív – nógv fólk liva í 2015 undir fátækramarkinum. Hetta kann tykjast sera løgið, tá hugsað verður um, at vit hava uppgangstíðir og reypa av búskaparvøkstri og okkara ovur­stóra náttúrugivna ríki­dømi. Onkur velur enntá at samanbera Føroyar við eitt Pardís at liva í. Vit vísa á Føroyar, sum eitt demokratiskt vælferðar­ sam­felag, har øll hava líka møguleikar og rætt til okkara vælferðartænastur, uttan mun til inntøku, hvar ein býr í landinum o.a. Men er hetta nú rætt?  Tað kann ikki vera rætt, at býtið av samfelagsvirðunum ikki kann koma øllum fólk­in­ um til góðar, eitt nú økt virði frá fiski- og alivinnuni. Vit kunnu ikki standa og hyggja at, meðan samfelagið verður skeiklað og stættarmunurin bara gerst størri og størri, við tí avleiðing, at trivnaðurin í øll­ um samfelagnum versnar. Sendingin í Kringvarpinum sein­asta hóskvøld undir heit­inum “Við hjálp frá góð­ um fólki”, gav eitt innlit í, hvussu stakir uppihaldarar við børnum í Tórshavn og aðra­staðnis í landinum hava tað fíggjar­liga og sosialt. Send­ingin vísti m.a., hvussu trupult tað er at fáa teirra privatu fíggjarætlan at hanga saman, eitt nú vegna ov høgar útreiðslur til bústað og annars eitt avmarkað útboð av bústaðarmøguleikum til henda samfelagsbólkin. Eitt nú vanta leiguíbúðir. Hetta merkir, at sjálvt um sosialu veitingarnar til ein­ stakar upphaldarar í Føroyum møguliga eru tær somu sum t.d. í Danmark, so strekkja peng­arnir ikki til í Føroyum, tá meginparturin av veitingini fer til kostnaðarmiklan bústað o.a.   Nýggjar politiskar loysnir Politiskt er talan um eitt økið, sum eigur at takast í nógv størri álvara enn gjørt higartil. Tað at útvega sær ein bústað er fyri tey flestu eitt stórt mál, bæði fíggjarliga og í aðrar mátar - hetta saman við tørvinum á at kunna forsyrgja sær sjálvum og familjuni. Tá vit so vita, at nógv fólk, ser­liga støk og pensjónistar hava trupulleikar við at útvega hóskandi bústaðir og soleiðis, at hetta fíggjarliga hongur sam­an, so eigur tað almenna at tryggja eina umfordeiling við stuðli, sum ger tað møguligt hjá øllum at finna nakrar virði­ligar og brúkiligar loysnir. Før­oyar eru sum kunnugt eftir­bátur við valmøguleikum á bústaðarøkinum. Politiska skipanin eigur sum skjótast at seta á stovn eina skipan, sum tryggjar okk­ ara støku og serliga útsettu í samfelagnum eitt ískoytið og bústaðarloysnir, sum veruliga gera mun. Eitt nú eigur at veit­ ast ein bústaðarstuðul, sum t.d. er treytaður av, hvat ein rindar í húsaleigu, hvussu stórur bústaðurin er, hvussu nógv búgva saman umframt teirra samlaða inntøka og ogn. Eisini eigur útboðið av leiguíbúðum at økjast og til ein rímuligan leiguprís. Tað skal viðmerkjast, at Bústaðir ikki kunnu byggja so bíligar íbúðir, at tað slepst undan serligum stuðuls­skip­ anum.  Tað sær út til, at hesir sosialt útsettu føroyingar, heldur vilja flyta til Grøndlands ella til Dan­markar, tí har er útboðið størri og breiðari, sámuligari leiguprísir umframt at stuð­ul verður veittur til bú­staðar­ útreiðslur til ymsar bólkar.   Vit eiga at veita okkara fólki javnbjóðis møguleikar sum í okkara grannalondum, tað er eitt krav til politisku skip­anina í 2015 og í bestu bú­skapartíðum. Hesi fólkini eru fleiri arbeiðsfør, hava fleiri eitt arbeiði og teirra børn skulu gerast góðir kom­ andi samfelagsborgarar – tey skulu bara hava javn­bjóðis møguleikar í okk­ara demo­ kratiska vælferðar­samfelg, og vit muga ikki missa tey.   Politikarar mist sambandið við fólkið Ein kann spyrja um okkara landspolitikarar – og hetta er galdandi fyri allar politisku flokkarnar í Tinginum - hava mist sambandið við fólkið ella hava teir tað sjálvir so gott, at teir heilt einfalt gloyma síni medmenniskju og hvat teir, sum politikarar eru settir í verðina til? Tórshavnar kommuna hev­ur havt ein virknan leik­ lut fyri at bøta um íbúðar­ trupulleikarnar í økinum. Vit í Tórshavnar kommunu hava nýliga latið Bústaðir eitt stórt grundstykkið til sera lágan prís, til at byggja leigubústaðir á, sum vit forvænta sæst aftur í leiguprísinum. Tað verður kortini neyðugt við samstarvi millum land og kommunur fyri at fáa brúkiligar loysnir fyri miðal- og láginntøkurnar. Í løtuni er politiska skipanin í Føroyum tíverri ikki før fyri at skipa henda sosiala partin í samfelagnum – tilvildin ræð­ur. Hetta sæst best við, at privat, felagskapir og familjur noyð­ ast at taka um endan og vísa ábyrgd og samfelagssinni, og hava nú gjørt tað í fleiri ár á rað. Tað líkist ongum, at okkara landspolitikarar soleiðis ignorera verandi trupulleikar, skylda uppá hvønn annan og ikki taka ábyrgd og røkja sína uppgávu at menna væl­ ferðarsamfelagið – initiativið at samskipa liggur fyrst og fremst hjá landinum. Eitt sosialt skeiklað samfelag? Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak