hósdagur 16. apríl 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
19
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Fólk, býur og fjørður
Heri Kragesteen, Leo Clothier, Jørleif Kúrberg
Í
bókini »...verjir fyri Havnar
vág« tekur Mikkjal Helmsdal
nakað soleiðis til, at í hinum
høvuðstøðunum í Norðan
londum og í størri havnarbýum har
um leiðir verður upprunahavnin ikki
longur nýtt sum havn. Og landaøkini
verða nýtt til onnur endamál enn
pakkhús og konteynarar. Hann
sigur, at tað er eins og býurin otar
seg líðandi oman móti sjónum:
skrivstovur, hotell og íbúðir eru
komin í staðin. Heldur enn innibyrgt
bryggjuøki bert við handlum og
arbeiðslívi kemur eisini lív í.
Men Tórshavnar Býráð dugir ikki at
lesa hesa skriftina á vegginum. Og tað
hóast nógv áhugaverd og viðkomandi
uppskot eru komin í kappingum um at
skapa lív, trivnað og samanhang í mið
býnum og fram við havnaløgunum í
Havnini.
Tórshavnar Býráð hevur gjørt
samtykt um at byggja út Tórshavnar
Havn fyri at nøkta tørvin á plássi sum
góðs- og ferðmannahavn umframt hyli
til frítíðarbátar. Útbyggingin er ætlað
at kunna gerast veruleiki uttan at
fornminnið Skansin verður skemmað
á nakran hátt. Tó verður fjøran undir
skansanum og til heimaru Volgaruvík
søga. Semja var í býráðnum í sínari
tíð um útbyggingarætlanina. Seinni
eru partar av býráðslimum vorðin
ivandi og atfinningarsom móti verk
ætlanini. Uttan grundgevingar aðrar
enn at vísa á støð har ein góðs- og ferða
mannahavn heldur átti at ligið – Sund
og Kollafjørður hava verið nevnd.
Nøkur av okkum í Havnar komm
unu halda, at tørvurin á størri øki til
góðs- og ferðamannahavn við neyðug
um plássi til konteynarar v.m. eigur at
vera nøktaður í Havn. Ikki í Klaksvík
ella á Skálafirði – tey hava uttan iva sítt
at dragast við. Men. Tørvurin á meiri
bryggjuøki eigur ikki at nøktast við at
byggja út verandi havn og havnaøki.
Heldur brúka økið við Glyvursnes,
haðani grótið verður tikið undir øllum
umstøðum, og byggja brimgarð og
bryggjur á Gulanum. Har er verðurgott
og kyrt á flestu ættum og frítt at fara.
Grundgevingar okkara fyri at brúka
økið innanvert Glyvurnes heldur enn
økja um verandi havnaøki eru fleiri. Ein
snýr seg um hvussu ávirkanin verður á
Argjalandið tá hann er landsynningur,
av eystri ella landnyrðingi. Tann
sjógvur, ið trýstur verður móti landi,
um Skansabryggjan gerst veruleiki,
hvaðar fer hann? Aðrastaðni enn nú?
Í bátahylin á Argjum? Í Sandágerð?
Vágsbotn? Vit hava biðið um innlit
í Skansabryggjuætlanina, fyri betur
at kunna grundgeva fyri okkara
hugsan, men hava enn einki frætt. Har
spurdu vit m.a. meiri nágreiniliga um
flutningsútreiðslur við grótskipum,
kostnaður av uppafturtøku av dump
aðum gróti, kanningar av kostnaði
av at leggja útbyggingina á Gulanum
heldur enn inni í Havnini o.a. Men hava
enn ikki fingið svar. Hava valt at gera
viðmerkingar nú, tí óvist er nær svar
kemur.
Nakrar grundgevingar okkara
snúgva seg um praktisk viðurskifti.
Brimgarður og bryggjur á Gulanum
vildu ligið beint við økið har grótið
verður tikið. Fyrimunirnir eru fleiri:
minni flutningstíð og útreiðslur av
at flyta grót. Sb. tí, ið nevnt var á al
menna fundinum á skúlanum við
Løgmannabreyt verður ætlað at um
4,5 mió. m3 av gróti skulu brúkast til
Skansabryggjuna. Hetta svarar til 18.000
túrar við einum grótbáti, ið tekur 250
m3. Og hann skal eisini fyllast og sigla
aftur og fram. Um Glyvursnes verður
loysnin kann roknast við minni ólag
vegna veður, og tíðin at evna til grótkast
og bryggjuundirlag verður stytt. Verður
hamarsveggurin, ið nú fjalir benið
frá seinastu spreingingunum, tikin
burtur og brúktur sum íkast fæst eitt
stórt øki inn í fjallið har pláss er fyri
bygningum, konteinarum og øllum
øðrum. Og oljutangunum á Viðanesi
um so skuldi (og átti at) verið. Til ber at
gera atløgubryggju við at sprongja inn
í fjøruna, og grótið hagani kann eisini
brúkast.
Vansarnir við at brúka Gulan heldur
enn verandi havn eru m.a., at meiri
grót skal til. Á Gulanum verður mett
at tørvurin er einir 6 mió rúmmetrar.
Og landnyrðingurin kann gera um
seg, men ikki hinar ættirnar. Annar
vansi, ið nevndur hevur verið er
nógva vegagerðin, ið verður neyðug.
Okkum vitandi er ringvegurin á veg.
Brúgvin um ánna við kirkjugarðin er
komin væl áleiðis. So at gera veg út
á Glyvursnes til eina komandi góðs-
og ferðamannahavn umframt golf
vøll kann ikki hava nógv uppá seg.
Um 4,5 mió. m3 av gróti ikki skulu
fraktast til Havnar kunnu tær spardu
ferðaútreiðslurnar gjalda eyka grót og
veg. Og undir øllum umstøðum er talan
um skilabetri iløgu, hóast hon skuldi
kosta meira. Tað loysir seg í longdini at
gera góðar loysnir.
Viðvíkjandi hyli til smábátar verður
pláss í Nyhavn. Tá alt økið, ið nú er
havnaøki (og kanska Viðanes við?)
gerst fríøki, verður pláss fyri nógvum
av tí, ið m.a. kom fram í sambandi við
hugskots-kappingina í 2014 um miðbýin
og økini við Tórshavnar havn. Verður
Glyvursnes valt, fáa vit eitt veldugt
fríøki nær hjartanunum í Føroyum,
Tinganesi, ið hugflogið kann spæla sær
á og við. Og strandfaraskip, Nørrøna
og ferðamannaskip sleppa framvegis
framat. Vegurin yvir við Strond fær
frið. Og fjøran niðanfyri Skansan til
Volgaravík verður framhaldandi pallur
hjá spælandi børnum og vaksnum. Og
fjørðurin kann upplivast beinleiðis í
øllum sínum veldi, tá harðast leikar á
ella tá stilli er við Eystfalssker.
Verður Glyvursnes valt, fáa vit eitt veldugt fríøki nær
hjartanunum í Føroyum, Tinganesi, ið hugflogið kann
spæla sær á og við. Og strandfaraskip, Nørrøna og
ferðamannaskip sleppa framvegis framat. Vegurin
yvir við Strond fær frið. Og fjøran niðanfyri Skansan
til Volgaravík verður framhaldandi pallur hjá spælandi
børnum og vaksnum. Og fjørðurin kann upplivast
beinleiðis í øllum sínum veldi, tá harðast leikar á ella
tá stilli er við Eystfalssker