hósdagur 16. apríl 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
Eyðun Klakstein
L
okalblaðið hjá norðoyingum
fylti í gjár hundrað ár.
Treysta røddin í Klaksvík
hoyrist víðahvar, og hóast
miðlaheimurin seinastu 20 árini er
kollveltur av nýggjari tøkni, hevur
Norðlýsið havt sítt trygga pláss sum
lokalmiðil í einum alt meira globali
seraðum samfelag.
Og nú Norðlýsið rundar fyrstu
øldina, hevur miðilin ongantíð áður
verið í regluligum sambandi við so
nógvar føroyingar sum nú. Blaðið
fer kanska serliga til norðoyingar í
Norðoyggjum og aðrastaðni, men
internetmiðilin røkkur enn longri út
millum føroyingar heima og burturi.
Stóri dagurin á Norðlýsinum varð
hildin við móttøku, røðum og hugna á
Rygsvegi, har lokalmiðilin heldur til.
Norðlýsið er familjufyritøka,
sum hevur nógvar góðar vinir og
kenningar í lokalsamfelagnum.
Oliver Joensen hevur síðani mið
skeiðis í 1970’unum verið partur
av vikseminum, og í nógv ár hevur
sonurin John William Joensen verið
ein onnur drívmegi. Í løtuni starvast
dóttur Oliver, Hannefía, eisini á blað
num, og afturat teimum eru fríyrkis
fólk sum Jákup Ósá, Danial Viðoy og
Ragnhild Ellingsaard.
Á skrift og í verki
Norðlýsið hevur hóast freistingar
fasthildið sína støðu sum ein lokalur
miðil við útgangsstøði í Klaksvík, og
miðilin hevur verið meira enn bert
ein miðil.
- Vit hava hava verið og eru lokalir,
og tað hava vit verið bæði á skrift og í
verki. Umframt at dekka norðoyggjar
í okkara miðlum, hava vit eisini aktivt
luttikið í nógvum verkætlanum í
Norðoyggjum, sigur Oliver Joensen,
sum er blaðstjóri á Norðlýsinum.
- Norðlýsið hevur verið við í
íverksetan í norðoyggjum. Fólk
aftanfyri Norðlýsið tóku stig til
fyrstu kunningarstovuna her
norðuri, vit hava verið virkin í eitt
nú Sjómannadegnum, Fiskikapping
um, ráðstevnum og tiltøkum, Torra
døgum, Ársins rósu, projektinum við
Kópakonuni og so víðari. Vit hava
stuðla upp undir góð hugskot og hava
verið virkin í fleiri teirra, sigur Oliver
Joensen.
Vinnan
Tá ið stórmál eru frammi í miðlunum,
hevur Norðlýsið stundum aðrar
vinklar upp á málini, enn teir stóru
miðlarnir í Havn hava. Hetta tykist
bæði verða natúrligt og tilvitað val av
Norðlýsinum.
- Vit síggja øðrvísi upp á
vinnulívið enn nógvir aðrir
miðlar gera. Vit taka útgangs
støði í okkara lokalsamfelag,
her vinnulívið spælir ein
sera týðandi leiklut. Tá ið
stór frambrot verða gjørd
her í økinum, er vinnulívið
sum oftast við, sigur John
William Joensen.
- Tí eru vit til dømis eisini ímóti
øktum tilfeingisgjaldi í fiskivinnuni,
tí avleiðingin av tí verður bara, at
pengar verða tiknir frá vinnuni úti
kring landið og fluttir til Havnar,
har ein umfordeiling so skal gerast.
Okkara hugsan er, at vinnan og
lokaløkini eins væl duga at umsita
pengarnar, sum tað almenna er. Tað
er ikki neyðugt, at allir pengarnir fara
til høvuðsstaðin at venda, og eitt vita
vit, tað er lætt at brúka almennar
pengar, sigur hann.
- Seinastu tíðina hava vit upplivað,
hvussu onkrir miðlar hava havt hug
at gera vinnulívsfólk og politikarar
til bandittar, og tað er ein óheppin
gongd. Tað tekur hugin frá fólki at
virka í vinnulívi og politikki, og tí
eiga miðlarnir at hugsa, um hvussu
teir føra kritiskan journalistikk, sigur
hann.
Onnur rødd
Bæði John William Joensen og Oliver
Joensen halda, at Norðlýsið tryggjar
eina aðra rødd í føroyska miðlalands
lagnum enn hana hjá høvuðsstaðar
pressuni, sum teir undir einum plaga
at kalla stóru miðlarnar í Havn.
- Fjølmiðlafólk í Havn kennist ov
væl. Tey hava somu útbúgvingar,
skifta millum arbeiðsplássini, koma
somu støð og hava líknandi hugsan
um nógv viðurskifti. Hetta sæst eisini
aftur í dekninginum hjá høvuðsstað
arpressuni í nógvum málum. Nógv
fjølmiðlafólk hava lítið og einki innlit
í, hvat streingir á í útjaðaraøkjunum í
Føroyum. Ofta er tað uppfatanin hjá
býarfólkunum í Havn, ið vinnur fram
í miðlunum. ”Fólkið á gøtuni” er fólkið
í SMS, sigur Oliver Joensen.
- Norðlýsið er ein miðil við eini
aðrari rødd. Fyri tað fyrsta virka vit
úr Klaksvík, og vit taka útgangsstøði í
okkara lokalsamfelag. Vit síggja týdn
ingin av, at vinnulívið hevur tað gott
og er ein drívmegi at skapa frambrot
Viðhvørt skulu
- Ert tú bert kritiskur í øllum málum og viðurskiftum, so oyðileggur tú teg sjálvan.
Viðhvørt skulu vit sum miðlar fegnast um frambrot. Tað halda Oliver Joensen og
John William Joensen, sum vit hittu á hundrað ára degnum hjá Norðlýsinum
Visti tú?
3 fólk eru í føstum
starvi á Norðlýsinum:
Oliver Joensen, John
William Joensen og
Hannefía Joensen