Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 21 miðlar fegnast í samfelagnum, sigur John William Joen­sen. Kritikkur kostar Norðlýsið hevur sín journalistiska stíl, og hóast teir vanliga ikki hava eina harða journalistiska linju, hava teir eisini roynt kritiskan journalistikk. - Tað er trupult at verða kritiskur journal­ist­ur. Vit hava havt nøkur mál, sum vit hava tikið upp við kritiskari við­gerð, og summi av teimum hava verið væl frágingin, men tað kostar. Hetta er ein orsøk til, at vit ikki hava ver­ið so atfinningarsamir ímóti al­ mennum stuðli til miðlarnar, tí tað kann verða við til at styrkja kritiskan journali­stikk, sigur John William Joen­sen. - Nakað annað er, at ert tú bert kritiskur í øllum málum og viður­skift­ um, so oyðileggur tú teg sjálvan. Mølle­ have segði, at tað er vandamikið at missa b e g e js t r i n g i n a , og tað er nak­að um tað. Viðhvørt skulu vit sum miðl­ar fegnast um frambrot. Kemur eitt nýtt skip til landið, so kunnu vit finna ein positivan vinkul uppá tað, heldur enn altíð at skula leita eftir onkrum atfinningarsomum ella kritiskum, heldur John William Joen­sen. Lokalir í tí globala Seinastu 20 árini hevur internetið og nýgg­ja tøkni kollvelt alt samfelagið – eisini miðlarnar. Men hóast mongu broyt­ingarnar heldur Norðlýsið stand sum ein lokalur miðil í tí alt meira globaliseraða gerandisdegnum. - Vit hava hildið fast um okkara sam­leika, og tað er framvegis pláss fyri Norðlýsinum. Vit eru ikki talsfólk fyri norðoyggjar og umboða ikki øll fólk í norðoyggjum við okkara útsøgnum, men vit eru ein rødd úr norð­oyggjum, og hesari rødd halda vit framvegis, at tað er brúk fyri, sigur John William Joensen. - Vit merkja sjálvandi økta kapping frá teimum stóru altjóða miðlunum sum Facebook, Google og YouTube, og tað er meira har enn innanhýsis í Før­oy­um at kappingin nú er. Vit skulu standa okkum í kappingini við hesar risa­stóru fyritøkur, sum føroyingar brúka alt meira, men vit vóna, at før­oyskar fyritøkur framhaldandi eisini síggja virðið í teimum føroysku miðlu­num og eru við til at stuðla teim­um, sigur hann. Miðlahúsið ynskir Norðlýsinum hjarta­liga til lukku við teimum 100 ár­un­um! Visti tú? Fyrsta Norðlýsið kom út fríggjadagin 16. apríl í 1915