hósdagur 16. apríl 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
22
NØVN
Annan páskamorgun andaðist kæra
kona mín, Riborg Nolsøe, 70 ára
gomul. Sum ikki einaferð, var tað
krabbin, sum eftir tveimum árum
tók lívið av henni.
Riborg vaks upp á Eiði, har omman
og abbin tóku sær av henni. Har lærdi
hon um lívið og um Harran, sum
stendur einum nær, tá ið á stendur.
Mamma Riborg búði Danmark, so
skift varð millum Føroyar og Dan
mark.
Riborg starvaðist í yngri døgum
á Sjómansheiminum í Havn, og har
lærdi eg hana at kenna. Eg lærdi til
skipsførara tá. Vit giftust í 1964 og
fingu eina dóttir, Sirið, áðrenn eg fór á
langfart við donskum farmaskipum.
Riborg kom niður at búgva í 1965, og
hava vit síðani búð í Albertslund-um
ráðnum.
Riborg var væl dámd millum
bæði føroyingar og danir herniðri.
Hon hevði vakra rødd og var ein
trúgv rødd í Húsakórinum. Ikki var
tað so vanligt, at føroyskar kvinnur
róðu tá, men eftir áheitan mannaðu
»konurnar« bát og kappaðust um at
vinna, tá róð var í felagnum Neystið
í Ishøj-havnini.
Okkara heim lá tætt við ein golf
bana. Vit gingu nógv bara rundan
um banan, men at enda fóru vit at
spæla golf. Hetta dámdi Riborg væl,
og presturin í kirkjuni segði, tá hon
varð jarðað, at hon dugdi betur at
spæla golf enn eg. Orsøkin var, at eg
tosaði ov nógv.
Riborg varð jarðað leygardagin 11.
apríl, og var kirkjan stúgvandi full.
Húsakórið sang vakurt fyri henni, so
hennara farvæl til hesa verð var sera
ærukent og hábærsligt.
Vit nærmastu hava mist eina
elskuliga konu, móður og ommu, so
vit syrgja nógv yvir missin.
Við hesum vilja vit eisini loyva
okkum at takka øllum, sum vóru
við til farvæl-løtuna í Herstedvester
kirkju, og vit vilja eisini takka teimum
heimanífrá, sum vóru komin niður
fyri at siga okkara kæru Riborg eitt
seinasta farvæl. Takk fyri blómur,
kort og heilsanir annars.
Ærað veri minnið eftir okkara
kæru Riborg.
Ein syrgin einkjumaður
Gunnar
Minningarorð um
Riborg Nolsøe
Føðingar
11. apríl blivu Heri & Høgni
stóribeiggjar at einari diddu. Hon
vigaði 3620 gr og var 52 cm long.
Foreldurini eru Elisabeth & Petur
Oluf Solmunde, Dalavegur 8, 600
Saltangará.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi,
langabbi og bróðir okkara
Hjalmar Johansen
Skála
andaðist í heiminum týskvøldið 14. mars,
87 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju
í morgin leygardagin 18. apríl kl. 14.
Vegna tey avvarðandi
Jóhanna
Salomon, Anfinnur, Hermund og Marnar
Tey, ið vilja minnast Hjalmar við blómum
ella kransi, kunnu lata Skála kirkju eina
peningagávu, konta í peningastovnunum.
Vores kære pappa, far, svigerfar og abbi
Christian Høigaard Rasmussen
* 14. april 1931, Færøerne † 11. april 2015
København
Altid kærlig, lyttende, klog og givende.
Abbi, du vil altid forblive i vores hjerter
– tak for alt.
På familiens vegne
Niels, Anna-Maria, Petra og Magdalena
svigerbørn, børnebørn og lille Mira
Bisættelsen vil foregå i stilhed
den 22. april 2015
3. apríl fingu Súsi Súsanna
Kristiansen og Helgi Ljósstein
Djurhuus eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3320 gr.