Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 23 Tað vóru tung boð at fáa hendan hós­ morgun, 29. januar, at tú vart farin foldum frá. Eg kann ikki lata verða, at minnast teg og takka tær fyri mongu góðu løturnar, frá tí fyrsta degi tú komst inn í okkara heim, og okkara lív. Vit upplivdu eina sterka veking í 1975, tá ið Jesus kom inn og broytti okk­ara lív. Eftir møtini vórðu eftir­ møtir inni hjá okkum, og har ímillum vart tú, og soleiðis komu vit at kenn­ ast. Tú vart tá bert 14 ára gomul. Góða Arndis, eg segði ofta við teg, at tú var ein Guðs eingil til okkum. Lítið visti tú hvørja ávirkan tú komst at hava, og hvussu tú hevur ríkað okkara lív. Tú vart ein sólstrála, sum lýsti upp tá ið tú komst rennandi niðan gjøgnum túnið. Tú fekk egna familju, men tað broytti ikki tína støðu. Saman við manni, og børnum tykkara, komst tú framvegis líka trúføst á dyr. Góða Arndis, tað var sjónligt hvat tú hevði funnið. Tú vildi geva tað víðari – frelsuna í Jesusi, Hann sum er lívið sum er vert at liva. Tú elskaði hetta lívið, og livdi tað við teimum gávum sum Guð hevði givið tær. Tú hevði eitt stórt hjarta fyri børnunum og teimum ungu. Tú fanst títt pláss í samkomuni í Betania, men tú vart, og vildi, nakað meira. Tú vart savnandi og vildi at vit virkaðu saman. Hetta prógvaði tú við tí stóra sunnudagsskúla tiltakinum á Deplinum í Skálavík, og bønarbólkinum, sum tú setti í gongd. Okkara stóra, sum eisini bleiv okkara seinasta, varð tá ið vit fóru út til Skúvoyar, har vit blivu so sera væl móttikin. Eg havi hugsað hvussu tú gekk hús úr húsi og bjóðaði fólki at koma á útimøti, og tað er fyri mær sum um tú vart komin at siga farvæl, við eini heilsan frá Jesusi. Góða Arndis, tú vart ein stríðs­ kvinna, sum vit hava nógv at læra av, og tú kanst siga við Paulusi: “Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna, og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, Hann hin rættvísisdómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering Hansara” 2. Tim.7,8 Til tykkum sum sita eftir við sorgini og sakninum, Jógvan Hendrik, Davia, Regin, Jóna, Súsanna, Arndis, Malena, Bjarki, Oløf, Jóndis og Kristian Oskar. Eg kann ikki geva tykkum nakað betur enn tað sum kona, mamma, omma og systir tykkara livdi, og doyði, fyri: Jesus, sum elskar tykkum. Hann vil bera sorgina saman við tykkum (1. Pæt. 5,8). Við hesum lýsið eg Guðs frið og signing yvir minnið um mína kæru systir í Harranum. Tú er høgt elskað og nógv saknað. Jógvan Minningarorð um Arndis Nicolajsen kjak Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Fyrrverandi løg­tings­limurin, Annita á Fríðriksmørk, vil sleppa í Fólkatingið og er farin í valstríð, og í lesarabrævið hevur hon hetta uppáhald: ”Tað eru sjálvsstýrisrøddirnar, sum tey (í Fólkatinginum, mín viðm.) virða, og sum tey lurta eftir og skilja og enntá eru samd við”. Øll, sum hava fylgt bara eitt lítið sindur við, vita, at hetta er heit luft. Stórt upptak eftir Norðuratlantsbólkin Eingin virðing stendur um tey, sum einans finnast at og skuldseta onnur fyri imperialismu, valdsmisnýtslu og líknandi. Í Fólkatinginum lurtar eingin eftir slíkum. Stevnumiðið hjá sonevnda Norðuratlantsbólkinum og Tjóðveldi á Christiansborg var at avspora góða samstarvið í Ríkisfelagsskapinum. Av somu orsøk hevur upptakið verið stórt. Uppgávan hevur verið at nor­mali­ serað viðurskiftini millum Fólkatingið og Føroyar og at geva starvsfeløgum á Christiansborg eina rættvísandi og avbalanseraða mynd av Føroyum og tí, sum rørist í føroyskum politikki og millum føroyingar. Hetta hevur hepnast hampiliga væl. Nú, nøkur ár eru fráliðin, er aft­ ur ein virðiligur tóni í orða­skift­in­um um Føroyar og Grøn­land í fólka­ tingssalinum og í fólka­tings­nevndum. Limir úr flestum flokkum halda seg framat í orðaskiftum, nevndar­fund­ um og samráðum, og tey koma við sínum hugsanum, spurningum og kritikki. Nú verða tey ikki hartað og skuld­ sett fyri líkt og ólíkt. Hóvligt samstarv í hásæti Arbeiðið í Fólkatinginum snýr seg í stóran mun um at verja og styrkja øll tey virðismiklu rættindini, sum hvør einstakur føroyingur eigur við sínum ríkisborgaraskapi. Rættindi eru jú ikki statisk, og tey liva ikki sítt egna friðarliga lív í onkrari almennari skipan. Nei, rættindi skulu vinnast og verjast hvønn dag. Minst til, at tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at føroyingar hava at­ gongd til allar tænastur ríkisins alla­ staðni í heiminum. Eingin náttúrulóg ásetur, at Føroyar kunnu njóta gott av ríkisins trúvirði og kredittvirði. Eingin automatikkur ger, at ríkið heldur hondini undir uppsparingini hjá hvørjum einstøkum føroyingi í føroyskum bankum. Ikki var tað fyri okkara bláu eygu skyld, at Danmark tók um endan og loftaði Eik Banka – og harvið bjargaði Føroyum búskaparliga – eftir at leiðsla bankans hevði stýrt bankan út á sjógv. Ungir føroyingar fáa ikki ókeypis atgongd til danskar lærustovnar, frían útbúgvingarstuðul, R-frádrátt og útbúgvingarlán, bara tí at soleiðis plagar tað at vera. Tað populera reyða ES-passið, sum 80 % av føroyingum brúka – og sum sjálvt meira enn sætti hvør tjóðveldisveljari ferðast við kring allan heim – kann ikki trekkjast úr einari automat á Vaglinum í Havn. Nei, hetta eru alt vunnin rætt­ indi – ríkisborgararættindi – ið skulu verjast, m.a. við tí framsókna arbeið­ inum hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg. Úrslit telja Góði vinmaður og starvsfelagið mín, Svend Auken, sáli, skrivaði einaferð hesi klóku orð: “Politik er resultater. Resultaterne er vigtigere end alt andet. Det er med dem, man forandrer og sætter sit præg. Resultaterne er politikkens livsnerve”. Svend Auken hevur rætt, og fyri Sambandsflokkin á Christiansborg er galdandi, at tað skal síggjast, hoyrast, merkjast – og eg mundi sagt smakkast – at politisk úrslit koma burtur úr arbeiðinum. Ein long røð av góðum og kon­ kretum úrslitum eru komin burturúr. Her eru nøkur av teimum: • Fólkatingssamtykt um at taka burtur markaforðingar í Ríkis­ felagsskapinum • 10 mió. kr. úr Aage V. Jensen Chari­ ty Foundation til Náttúrulundina við Streymin • 18 mió. kr. úr Fólkatinginum til Saltsiloina á Drelnesi • 20 mió. kr. úr A.P. Møller-grunn­ inum til Saltsiloina á Drelnesi • 10 mió. kr. úr Fólkatinginum til gransking á Havstovuni • Stórur skattafrádráttur (R-frá­ drátturin) til lesandi føroyingar í Danmark • Barnapengar við afturvirkandi megi til føroyingar í Danmark • Danmarks Radio skal frameftir gera meira burtur úr Føroyum og føroyskum evnum • Analysa, ið vísir, at útflutningsvirði Føroya kann – í minsta lagi – tví­ faldast við betri atgongd til ES- marknaðin • Og annað mangt Sonevndi Norðuratlantsbólkurin og Tjóðveldi hava til sammetingar lítið og einki at vísa á - kanska burtursæð frá pjesum og tílíkum. Pínlig løta í salinum Tá ið Annita á Friðriksmørk sigur, at virðing stendur um sjálvstýrisrøddir í Fólkatinginum, kemur mær til hugs eina hina mest pínligu løtuna, sum hevur verið í fólkatingssalinum. Hetta var tann 10. oktober 2008, ið var dagurin, tá ið vit í Fólkatinginum samtyktu fyrsta bankapakkan. Bank­ apakkarnir endaðu sum kunnugt við at bjarga uppsparingini hjá øllum kundum í kollsiglda Eik Banka. Henda sama dag var Annita á Fríðriksmørk avloysari í Fólka­ting­ inum, og hvat gjørdi hon? Jú hon fór á røðarapallin við skuldsetingum um, at búskaparligar hóttanir úr Danmark eru við til at forða fyri fullveldinum! Øll, sum vóru vitni til hesa pínligu útsøgn, høvdu hug at grava tærnar niður í gólvpláturnar. Hetta er eyðkent fyri sjálv­stýris­ røddirnar: nógv misskilt snakk og eingi úrslit fyri Føroya fólk. Snakk, snakk og eingi úrslit Fólkatingsarbeiðið snýr seg um at útvikla ríkisfelagsskapin, verja og menna rættindi hjá føroyingum – og skapa ítøkilig úrslit fyri Føroyar NØVN