Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 25 politikkur Ongin semja er enn um nýskipan av fiskivinnuni Árni Gregersen S jálvt um politikararnir gjøg­ num nógv ár hava sagt, at tað er alneyðugt fyri før­ oyska vinnulívið, at tað hevur tryggar karmar at virka undir, so hava tey enn ikki megnað at stinga út í kortið, hvussu fiskivinnan skal skipast frá 1. januar 2018. Hálvhjartaðar samráðingar hava verið millum samgongu og andstøðu um, hvussu hetta skal gerast, men onki úrslit er komið burturúr. Løgmaður hevur sagt í vikuni, at tað als ikki loysir seg meira at fáast við andstøðuna, tí hon hevur latið skilja, at fæst ikki avtala við alla and­ støðuna, so fer ongin at taka undir við lógini um vinnuligan fiski­skap. Útsøgning frá løgmanni hevur sett ferð aftur á politiska kjakið og stríði millum samgongu og andstøðu. Samgongan einsamøll Í útsøgnini hjá løgmanni var eisini sagt, at vil andstøðan ikki luttaka, so noyðist samgongan sjálv at taka sær av nýskipanini. Sjálvt um val verður í seinasta lagi í endanum av oktober, so segði løgmaður, at tað er nóg mikið av tíð til at gera nýskipanina. Fyrr hevur løgmaður fleiri ferðir sagt, at hann fegin vilg era eina breiða semju og við tað meinar hann, at minst annar av teimum stóru andstøðuflokkunum er partur av semjuni. Nú sigur samgongan, at ger hon eina nýskipan, so er eisini talan um eina breiða semju, tí samgongan er so stórur partur av tingmanningini. Nógvar útmeldignar hava verið um nýskipanina av fiskivinnuni, men alment fyriliggur onki uppskot – hvørki frá samgonguni ella einari samlaðari andstøðu. Hetta vil sjálvandi ikki siga, at tey ikki vita hvat tey vilja, men heldur at innanfloks er ikki full semja og tí verður onki meldað út. Kjarnupunktini Núgaldandi lógin um vinnuligan fiskiskap gongur út 31.desember 2017. Einaferð er lógin longd, tí tá var ikki “tíð” at broyta hana. Nú eru mong ár gingin síðan tann avgerðin var tikin og framvegis hevur ikki verið “tíð” at gera broytingarnar. Hví er hetta so? Jú, fyrst og fremst er tað tí tað ikki enn er funnin ein politisk semja um, hvussu okkara høvuðsvinna skal skipast. Galdandi lóg var gjørd í níti- árunum eftir sváru kreppuna tá, men síðani eru smávegis broytingar gjørdar. Stóri almenni áhugin fyri lógini um vinnuligan fiskiskap hevur tikið seg upp eftir at makrelur kom í føroyskan sjógv og virðini av føroyska landgrunninum knappliga gjørdust ómetaliga stór. Botnfiskurin undir Føroyum er ógvuliga neyvt reguleraður, meðan uppsjóvarfiskurin í stóran mun verður reguleraður við kunngerðum. Politiska ósemjan tekur støði fyrst og fremst í, hvør skal hava rætt til at gagnnýta føroyska tilfeingið í sjónum – og hvussu nógv skal gjaldast fyri hendan rætt. Higartil hevur tað verið soleiðis, at tey sum høvdu rættindi at fiska, tá ið lógin var samtykt, tey hava framvegis rættindi til tilfeingið. Kortini ikki øll, tí summi hava selt teirra rættindir til onnur, sum altso sita á hesum rættindum í dag. Hetta er ein heitur politiskur spurn­ ingur, tí fyrst og fremst andstøðan – og serliga Tjóðveldi – hevur ført fram, at hetta forðar fyri menningini í fiskivinnuni, tí onnur – sum ikki eru í vinnuni – ikki hava møguleika at sleppa at royna seg í vinnuni. Loysnirnar Tað, sum politisk ósemja er um, er um tey, sum hava rættindini nú, framvegis skulu hava tey – ella um onnur skulu sleppa framat. Ein onnur politisk ósemja var um tey, sum hava rættindini skulu gjalda fyri tey. Hetta er ein partur av fordeilingspolitikkinum, sum politikkur í veruleikanum er. Upprunaliga var Fólkaflokkurin hart ímóti, at gjald skuldi latast fyri rættindini, men hetta prinsipp er fallið. Smbært játtarnarkarminum fyri næsta ár, so skal fiskivinnan og alivinnan gjalda einar 300 milljónir krónur fyri rættindini. Stríðið í løtuni er tó framvegis um, hvussu nógv av peninginum, sum vinnan fær inn, skal umfordeilast og fara í landskassan. Endalig semja er hvørki í sam­ gonguni ella í samgongu­flokkunum, hvør loysnin er. Til dømis hevur Sambands­ flokkurin klárt boðað frá, at ein uppboðssøla skal til. Hvørt talan er um sølu á uppboðið av rættindum til at fiska sum heild – ella søla av tonsum av makreli á uppboðssølu – stendur ikki heilt greitt, men helst er talan í fyrsta umfari av makreltonsum. Fólkaflokkurin avvísir heilt blankt nakra sum helst talu um upp­ boðssølu. Andstøðan Andstøðan hevur sínar loysnir, sum tó ikki eru heilt eins. Kortini verður sagt, at á nógvum økjum er semja – bæði millum andstøðuflokkarnar, men eisini millum andstøðu og sam­ gongu. Sølan av fiskirættindum er ein partur, sum andstøðan førir fram. Bæði Tjóðveldi og Framsókn halda rættuliga fast um, at atgongdin til fiskiríkidømi skal fara um eina uppboðssølu. Hvat hendir nú? Løgmaður hevur verið burtur síð­ ani hann segði, at samgongan helst einsamøll noyddist at gera nýskip­ anina. Útsøgnin fekk øði í Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, og ikki minni Poul Michelsen, Framsókn. Poul Michelsen heldur, at tað líkist ongum, at løgmaður fer út, sum hann ger. Hann sigur, at Framsókn hevur luttikið á teimum tveimum-trimum fundunum, sum hava verið. – Høvdu vit so havt fingið eitt uppskot at fyrihalda okkum til, so kundu vit gjørt tað. Men vit hava onki sæð. Tí er hetta als ikki ílagi, sum løgmaður ger, sigur Poul Michelsen, Framsókn. Hvørki innan samgongu ella andstøðu er semja, men andstøðan er firtin inn á løgmann og hansara útsagnir um samráðingarnar Poul Michelseen, Framsókn er sera ónøgdur við útsøgnina hjá løgmanni Síðani makrelurin kom av álvara í føroyskan sjógv, hevur fiskivinnunýskipanin fingið almennan áhuga