hósdagur 16. apríl 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26
Óli Jacobsen
Funnu saman tá ið hon
ávísti honum hýru
Klæmint úr Konradsbrekku og Pat úr Newcastle:
Í sínum arbeiði at ávísa donskum sjómonnum nýggjan kjans, tá ið skip teirra vóru søkt undir
krígnum, hitti Pat Klæmint úr Havn. Tey eiga sítt íkast til okkara søgu um heimsbardagan
Søgur frá krígnum 2. partur
E
in teirra, sum var við til minningar
haldið í Newcastle í 2005 var Pat
Jacobsen. Hon hevði eina serliga søgu.
Hon giftist við Klæmint Jacobsen úr
Havn. Klæmint var sonur Marin og Meinhard
Jacobsen, Klæmint var sostatt beiggi rithøv
undin Jørgen Frants Jacobsen. Tey búðu í
Konradsbrekku, í Havn og vóru seks systkin.
Afturat báðum beiggjunum vóru systrarnar
Anna Katrina, Fransiska og Hanna, sum vóru
ógiftar, og Hella, sum var gift við Dánjal Paula
Danielsen av Velbastað. Meinhard doyði longu
í 1917, meðan Marin livdi til 1954.
Søgan hjá Klæminti
Klæmint sigldi við danska tangaskipinum
»Anglo Mærsk«. Tá Danmark varð hersett,
varð skipið tikið av bretskum myndugleikum
í Australia. Eftir hetta sigldi tað fyri bretskar
myndugleikar.
»Anglo Mærsk« var 26. oktober 1942 á veg til
Bretlands við farmi úr Freetown í Sierra Leone
á vesturstrond Afriku.
Teir sigldu í eini konvoy, har tilsamans
44 skip vóru við. Av hesum vóru 4 donsk. At
verja skipafylgið vóru fimm korvettir og tveir
trolarar. Men teir vóru kortini álopnir av týsk
um kavbátum og vórðu skotnir við 12 torpedo
um, áðrenn skipið fór til botns.
Klæmint hevði frívakt, tá skipið fyrstu
ferð varð rakt. Hann fór beinanvegin niður í
maskinrúmið. Maskinsjefurin var tá rýmdur
upp á dekkið. Klæmint tók ræðið á maskinuni
og hevði samband við skiparan á brúnni. Hann
fór ikki úr maskinrúminum fyrr enn í seinastu
løtu. Saman við skiparanum var hann seinasti
maður at fara av skipinum.
Systrarnar ánaðu óráð
Systrarnar heima hildu seg skilja, at okkurt
var hent við skipinum, sum Klæmint sigldi
við. Men tær fingu einki at vita fyrr enn 22.
desember, tá ið Klæmint kemur heim.
Stutt áðrenn hann skuldi avstað aftur átta
mánaðir seinni, fekk hann bretska heiðursløn
fyri tað dirvi, hann hevði sýnt í sambandi við
»Anglo Mærsk«.
Hann hevði undir ringum og vandamiklum
umstøðum vísti slíkt dirvi, at hann varð heiðr
aður við heiðursmerkinum "Member of the
British Empire, MBE", eitt tað fremsta heiðurs
merkið, sum varð latið av bretsku myndug
leikunum.
Klæmint var lítillátin, og hann hevði
ongan hug at fara niðan til amtmannin, men
til endans eydnaðist tað tó mammuni og
systrunum at fáa hann at eftirlíka at koma.
»Heimið« hjá sjófólkinum
í Newcastle
Nú er tað, at Pat kemur inn í myndina. Tá
Klæmint kemur til Onglands eftir at skip hans
ara er søkt, fer hann til Newcastle, har hann
hittir Pat.
Her kann takast í støðuna hjá donskum
sjófólki undir krígnum. Tá Danmark varð
hersett av týskarum í apríl 1940, var danski
handilsflotin staddur ymsa staðni úti í heimi.
Skipini høvdu tá valið ímillum at halda áfram
at sigla fyri eitt hersett Danmark við møguleika
at sleppa heim, ella tey kundu velja at sigla úti
í heimi undir sameindari leiðslu. Hetta merkti,
at skip og manning ikki kundu fara heim til
Danmarkar, so leingi kríggið vardi.
Tað var ein heilt stórur partur av bæði
skipum og sjófólki, sum hóast tilboð um at
sleppa heim til Danmarkar, heldur valdu at
tæna teimum sameindu.
Túsundtals av donskum sjómonnum vóru
í hesi støðu, og teir høvdu brúk fyri einum
»heimi«, t.v.s. einum staði, teir kundu koma, tá
teir vóru í landi. Hetta »heim« gjørdist New
castle. Tað vóru altíð nakrir hundrað mans,
sum vóru heima í senn. Tað hevði framman
undan verið nógv samband millum Danmark
og Newcastle. Tískil gjørdist Newcastle heim
býur hjá 3.000 donskum sjómonnum. Hetta
var umleið helvtin av øllum teimum donsku
sjómonnunum í sameindari sigling. Her var
neyðugt við føstum skipanum at kunna taka
ímóti so mongum sjómonnum. Tað var jú
eingin danskur myndugleiki at taka sær av
teimum, so í fyrsta umfari fall uppgávan tí
á danska konsulin í býnum. Hetta gjørdist
skjótt ov nógv fyri hann. Tískil gjørdust
tað sjómannafeløgini, sum tóku um endan.
Áhugamálini hjá donsku sjófólkunum vórðu
samskipað í Danish Merchant Navy Pool, stutt
nevnt »poolen«.
Sum frá leið varð eisini álagt donskum sjó
monnum, sum komu upp á land í Bretlandi,
at fara til Newcastle. Har fingu teir eitt loyvi,
sum segði, hvussu leingi teir kundu vera í landi.
Her var nógv at fyrireika, m.a. at fáa høli
til hetta virksemið. Tað eydnaðist at fáa høli
mitt í býnum beint yvir av St. Nikolas dóm
kirkjuna í miðbýnum í Newcastle, har árliga
minningarhaldið fyri sjólatnar danskar og
føroyskar sjómenn verður hildið. Sum nevnt
í seinasta parti verður tað í ár 10.mai kl. 12 við
føroyskari luttøku m.a. av løgmanni og bispi.
Í poolen skuldu sjómennirnir kunna koma
og gera tey ørindini, sum teir høvdu brúk
fyri. Har arbeiddu eini 10-15 fólk. Eitt blað
varð givið út, sum kallaðist »Kureren«. Hetta
blaðið var sambindingarlið millum »poolin« og
sjófólkið. Tað var eisini ein uppgáva at ávísa
sjómonnunum eitt stað at búgva, tá teir vóru í
landi. Hetta var ikki altíð lætt í eini krígsstøðu,
har tørvurin var stórur.
Pat og »poolurin«
Pat koma at arbeiða á »poolinum« heilt frá
byrjanini, og til hon giftist í 1944. Hon kom tí
tætt upp at sálini hjá hesum donsku sjófólk
unum. Hesir høvdu tað ikki altíð stuttligt. Víst
høvdu teir tikið eina greiða støðu fyri teimum
sameindu móti týskarum. Men at vera avskorin
frá sínum nærmastu var ein stórur prísur at
gjalda. Afturat hesum kom, at tað gekk ikki so
væl við krígnum tey fyrstu árini, tá ið týskarar
tyktust at vera við yvirlutan. Útlitini at sleppa
heim aftur vóru sera óviss. Hetta var tann stóri
munurin millum hesar sjómenn og teir, sum
sigldu við føroyskum skipum, sum hóast alt
sluppu til hús.
Teir eldru tóku hetta tyngri enn teir yngru.
Tað vóru jú teir, sum høvdu konu og børn
heima. Hesir orkaðu ikki at vera ov nógv í landi
í Newcastle. Komu teir í land, vildu teir bert
sleppa avstað aftur sum skjótast, meðan teir
yngru ikki tóku tað so tungt.
Ein av uppgávunum hjá Pat var at ávísa
hesum monnum kjans við skipi. Nógvir teirra
komu til Newcastle aftaná, at skip teirra varð
søkt. Teir høvdu verið hepnir og vóru slopnir
við lívinum. Nú skuldi eitt annað danskt skip
finnast at fara við. Tað vóru stórt sæð ikki aðrir
arbeiðsmøguleikar enn at fara avstað aftur til
sjós. Tað hendi ofta, at hesir menn, sum fingu
Siðsøga
Pat saman við dótrini, Marin, og manni hennara, Klæmint Heinesen