hósdagur 16. apríl 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
27
Komandi partur
Í komandi parti verður
hildið áfram við søgum
hjá »krígssiglarum«.
ávíst kjans á einum nýggjum skipi, ikki komu
aftur í aftur, tí nýggja skipið, teir fóru við, varð
søkt. Aðrir vóru hepnir og bjargaðust enn eina
ferð.
Pat var komin at kenna hesar menn, og tað
tók henni dygt, hvørja ferð hetta hendi.
Pat mintist m.a. ein ungan fittan drong,
sum hon hevði ávíst kjans. Hann segði henni,
tá ið hann fór avstað: »I will not come back«,
og tað gjørdi hann heldur ikki! Í einum øðrum
føri vísti ein uppgerð, at av 99 monnum, sum
hon hevði ávíst kjans, komu bert 14 undan við
lívinum. So tað hevur verið hart.
Eisini nógvir føroyskir sjómenn komu til
Newcastle. Hetta sæst í bókarøðini hjá Niels
J. Arge »Teir sigldu úti«. Her eru ofta vitjanir av
føroyingum, har teir eins og danir í »poolinum«
funnu sær eitt heim. Ein uppgerð í Søfolk og
Skibe vísir, at av 6.300 sjófólkum í sigling fyri
teir sameindu við donskum skipum vóru 144
føroyingar. Í mun til fólkatalið vóru tískil
dupult so nógvir føroyingar við donskum
skipum, sum tað vóru danir. Tilsamans 39
føroyingar doyðu í útlendskari sigling undir
krígnum. Donsk tøl vísa, at 15% av teimum
donsku sjómonnunum, sum sigldu fyri teir
sameindu, fórust á sjónum.
Í sjálvum Newcastle var hampiliga friðar
ligt, hóast býurin eisini varð bumbaður. Pat
upplivdið tó »blitzið« í London, tá ið týskarar
vildu kúga bretskari mótstøðu við støðugari
bumbing.
Hittir Klæmint
Tað var ígjøgnum sítt arbeiði, at Pat kom at
kenna Klæmint, tá hann kom »heim« til New
castle eftir at »Anglo Mærsk« varð søkt. Tað
rann saman teirra millum. Sum nevnt fór
hann heim til Føroyar at vera eina tíð, men
tá hann kom aftur úr Føroyum til Newcastle,
var tað ein partur av arbeiðinum hjá Pat at
ávísa honum ein nýggjan kjans. Í fyrstuni
hevði hon hug til at avvísa honum. Hon helt
ikki, at hann var dani, tí hann tosaði »gøtu
danskt«, men henda misskiljingin var skjótt
uppklárað. Klæmint fekk ávísing at fara við
DFDS skipinum »Tomsk«, sum sigldi millum
havnir í Europa. Hetta skip varð søkt í 1944, men
tá var Klæmint ikki við.
Klæmint og Pat giftust tann 9. august 1944.
Forlovari var ein av leiðarunum í "poolinum",
Rantzau Geisler. Hann var stýrimaður og
umboðaði yvirmannafeløgini í hesum virk
semi. Pat hevði havt nógv samstarv við hann.
Dóttirin Marin varð fødd árið eftir, og
Geisler var gubbi hennara. Tey vitjaðu hann
eisini seinni í Danmark. Fýra ár eftir at Marin
var fødd, fingu tey sonin John.
Aftaná kríggið við »Oyrnafjall«
Í 1947 fór Klæmint sum maskinmeistari við
»Oyrnafjall«, sum Heðin Samuelsen, sáli, hevur
skrivað eina bók um.
Í 1954 fer Klæmint í land og fær arbeiði
á skipasmiðju á South Shields, sum er á
Newcastle leiðini.
Umleið 1959 fekk Klæmint starv við
jarnbreytina í Newcastle. Men í 1963 fekk hann
blóðtøpp og gjørdist avlamin. Hann doyði í
Føroyum í 1986, 77 ára gamal.
Aftan á kríggið fekk Pat arbeiði hjá
fakfelagnum hjá skipasmiðjuarbeiðarunum,
her arbeiddi hon í nógv ár. Hon kom eisini at
vitja í Føroyum fleiri ferðir, og hon upplivdi
tað sum mong onnur, at ferðasambandið var
eitt heilt annað, enn tað vit kenna til. Fyrstu
ferð kom hon til Føroyar við "Barjamu", ferða
mannaskip, sum sigldi millum Føroyar og
Bretland. Men tá ið hetta skipið sakk, var eingin
annar møguleiki enn at fara heim við fiski
skipum, sum landaðu í Bretlandi. Hetta var
ikki altíð lætt við smáum børnum. Í Føroyum
hevur Pat havt fleiri góðar vinir. Millum aðrar
Anettu Wang og Rigmor Restorff Rasmussen.
Dóttirin Marin, sum er uppkallað eftir
ommuni, kom sum ung til Føroyar at arbeiða
eitt summar. Her hitti hon mannin, Klæmint,
og bleiv verandi. Hon býr í Sandavági.
Sonurin John gjørdist advokatur. Men
hann varð illa sjúkur og doyði í 1991, bert 42
ára gamal. Hann og konan, Ganet, áttu tvey
børn, Simon og Kirstin.
Pat luttók trúliga á árligu minningarhald
unum í Newcastle.
Hon var blíð við føroyingar, sum komu
framvið. Ein søga er um, at hon sá ein bil við
føroyskum nummarplátum, og hon bjóðaði
fólkunum í bilinum inn á gólvið.
Søgulig mynd úr Konradsbrekku. Aftara rað: Anna Katrina, mamman Marin, Fransiska
og Hanna. Frammanfyri eru Hella og Klæmint. Jørgen Frants hevur verið burturstaddur.
Henda myndin er tikin, tá ið Klæmint
fylti 70 ár í 1978. Standandi f.v. er
Anna Katrina og Hanna. Sitandi
Fransiska, Klæmint og Hella.
Pat og Klæmint í
ungum árum.
St. Nicolas Building í Newcastle, har Pat arbeiddi fyri danskar og føroyskar sjómenn.
D
en første gang jeg mødte Pat var i syklubben i kirken i
Eslington Terrace i Jesmond i 1960erne. En flot dame
med et fantastisk kastaniefarvet hår.
Pat var et aktiv medlem af den danske kirke og
arbejdede hårdt ved julebasarerne for at samle midler
til kirkens arbejde. Pat har altid været tro mod den danske
kirke.
Der var altid åbent hus hos Pat. Var der nogen, der
havde et problem, der skulle snakkes igennem, var Pat et
villigt øre. Pat havde selv været igennem megen sygdom,
men det lod hun sig ikke mærke med. Hun havde et fan
tastisk mod og var altid positiv. Jeg kan sove mig fra
dårligdommen, det har jeg altid kunnet, sådan sagde hun.
Pat var så gavmild, og hun kunne komme i tanke om
at sende den mest vidunderlige buket, bare for ingenting!
Krigssejlerne var hendes hjertebørn.Hun blev så glad,
da de kom på besøg i Newcastle i 1980, og blev helt
overstadig, da hun fandt ud af, kaptain Gejsler var med.
Siden har krigssejlerne jævnligt været på besøg, og
mange er kommet med deres søfartsbøger og har bedt
Pat om at afmønstre dem, hvilken hun gjorde med glæde.
Pat kunne huske mange af krigssejlerne, dog ikke deres
udseende, men deres stemmer.
Pat har ofte med begejstring fortalt om Færøerne
og sin familie der oppe.
Pat er deyð fyri nøkrum árum síðani.
Pat var ein eldsál
Inger Batchelor, sum er donsk, er ein av fremstu fyriskiparunum av árliga
minningarhaldinum í Newcastle. Hon kendi Pat í mong ár og segði um hana: