hósdagur 16. apríl 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
28
Virgar Dalsgaard
Uppvøkstur
og útbúgving
Tann 1. apríl í 1815
var tann viðgitni
statsmaðurin OTTO
Edouard Leopold
von BISMARCK føddur í býnum
Schønhausen í Sachsen-Anhalt á
markinum til preusiska landspartin,
Brandenburg ca. 100 km vestanfyri
Berlin. Men Otto var bara eitt ára gamal,
tá familjan flytti til eitt annað góðs í tí
tá týska býnum Kniephof í Pommern.
Hesin býur er blivin polskur í dag.
Otto var av mætari aðals-ætt. Pápin
var góðseigari við junkara-heiti og
sjálvandi militert skúlaður. Mamman
var av borgarligum embætisfólki við
klassiskum dannilsi.
Pápi Bismarck var ein blíðlyntur
og jovialur epikuræari, uttan serligar
akademiskar ambitiónir; - honum
dámdi best góðseigaralívið við skógar-
og jarðabrúki, altso tað einfalda agrar
lívið við at veiða, ríða og velta. Mamman
harafturímóti var ansalig, strong og sera
ambitiøs. Hon kravdi, at børn hennara
skuldu hava góðan skúla og helst eina
akademiska karrieru.
Sum seks ára gamlan fekk hon
Otto innskrivaðan við Plamannschen
Erziehungsanstalt í Berlin, har hann
treivst illa. Skúlin hevði upprunaliga
verið rættiliga liberalur eftir Pestalozzi-
princippum, men tað var langt síðani,
og tá ið Bismarck gekk har, var skúlin
blivin ein autoriterur konservativur
terpi-skúli við uttanats-læru og jarn
hørðum disciplini. Otto, sum var vanur
við tað fría lívið á garði og bygd við áir,
vøtn og skóg, helt henda skúlan vera
sum eitt andiliga fjøtrandi fongsul.
Óvitatíðin í Berlin førdi við sær, at
Otto restina av síni ævi fekk andstygd
móti øllum autoritetum, og bara leit á
seg sjálvan og sína egnu uppfatan ella
erfaring. Sum tólv ára gamal fór hann
fyrst á Friedrich Wilhelm gymnasium
og so í 1830 á tað humanistiska Ber
linische Gymnasium zum Grauen
Kloster, har hann tók studentsprógv í
1832 við góðum úrsliti, uttan at kýta seg.
Sama árið immatrikuleraði hann
seg á Universitetinum í Gøttingen,
har hann fór at lesa jura. Í hansara
studentatíð harðnaði tann klassiski
tvídrátturin millum teir liberalu og
teir konservativu studentarnar. Teir
høvdu leingi hópast í sera ymiskum
felagsskapum, men síðani "Sturm-
und Drang-tíðina" síðst í 18. øld vóru
summar av hesum fylkingum (serliga
burschenschaften) blivnar rættiliga
politiskar og revolutionerar. Bismarck
luttók ógvuliga dúgliga í tí skemtiliga
partinum av studentalívinum, men
hann vanvirdi teir "dagdroymarar", sum
billaðu sær inn, at teir vóru mentir at
skapa verðina heilt um. Tað var ikki
sjáldan, at onkur beyð honum av til
duell, men Bismarck var høvdið hægri
og hartil sterkari enn teir flestu, so hann
vann hvørja ferð.
Meginparturin av tí radikala og
larmandi studentaliðinum luttók
rættiliga aktivt í julirevolutiónini 1830,
men tað kundi Bismarck ikki droymt
um. Hóast hann væl visti, at alt
Europa trongdi til reformar, og sjálvt
um hann ikki var serliga preusiskt-
konservativur í hugsunnarhátti,
helt hann øll revolutioner tiltøk ella
ekstrem sjónarmið vera úrslit av
manglandi vitan, strategi ella umtanka.
Revolutioneran aktivitet helt hann vera
burturspilta tíð, sum bara seinkaði
framburði ella reformum. Longu í
studentatíðini var hann altso somikið
resultatorienteraður strategur, at hann
kravdi, at man bara miðaði eftir einum
úrsliti, sum var realistiskt og stríðið
vert.
Bismarck var sjálvur, tá ið hann
tímdi, ein sera miðvísur og intensivur
studerandi.
Um heystið 1833 fer hann at lesa
víðari í Berlin, har hann tekur prógv
sum juristur longu í 1835.
Men sjálvt um hann var intellektuelt
búgvin, var hann beint tá ikki ser
liga hugaður fyri jura og slett ikki
motiveraður fyri bureaukratiskum
statsarbeiði. Hann hevði so trygg
fíggjarlig kor, at hann kundi loyva sær
at taka sær av løttum, meðan hann "sá
seg um". Tey komandi árini hevði hann
tí sera skiftandi størv, og hann tóktist
at interessera seg meira fyri litteraturi
og filosofi, enn jura.
Hann ferðaðist um alt Týskland á
fleiri romantiskum ferðum við ymsum
kvinnum, sum hann kurtiseraði hesa
tíðina, og tað sigst, at hann beinleiðis
misti okkurt starv, tí hann var for leingi
burtur á pikantum romancu-túrum.
Hesi árini livir hann beinleiðis "tað søta
lívið". - Eftir preusiskum leisti bar hann
seg næstan "ósømuliga" ábyrgdarleyst
og studentikost at. Tað var, sum um
hann vildi innheimta okkurt av tí, sum
hann kanska hevði lopið um, meðan
hann las.
Jarðabrúkstíðin
sum góðseigari
Men í 1838 tekur hann annað skinn
um bak og fer sjálvboðin í preusiska
militertænastu, har hann endar sum
loytnantur í eini rossadeild (sum kaval-
leristur).
Eftir eitt gott ár í tí stranga preusiska
herinum, hevði hann slett ongan hug
og heldur ikki bindindi til eina juridiska
skrivstovukarrieru, so hann fer heim á
góðsið í Pommern, har hann í samstarvi
við tann eldra beiggjan, Bernhard gerst
íðin og interesseraður jarðabrúkari og
-drottur. Familjan Bismarck átti fleiri
garðar, so har var ríkiligt av arbeiði fyri
báðar.
Um hetta mundið kom hann
annars út í orð fyri at føra eitt vilt,
ógvisligt og næstan dekadent lív á
garðinum Kniephof, sum tí skjótt
bleiv eyknevndur "KNEIP-hof" av
lokalum øvundar-fólki. Men, sum
áður nevnt, var hann ikki nøkur
ónytta. Tvørturímóti. Hann bæði
rationaliseraði og saneraði raksturin
við stórum dugnaskapi. Hann skipar
fyri nýggjum metodum í jarðabrúki,
drenar jørðina, moderniserar bygningar
og keypir nógv nýggj amboð. Eftir heilt
fáum árum verða góðsini hjá Bismarck-
familjuni tiltikin mynsturbrúk, sum
geva stórt fíggjarligt avlop.
Hesa tíðina hugsar Bismarck ofta
um at blíva valdur sum lokalpolitiskur
umboðsmaður í Pommern ella at fáa
sær eina diplomatiska karrieru, tí
hann keðir seg viðhvørt í tí provinsiella
útjaðaranum, og m.a. tí fer hann í 1842
eina langa uttanlandsferð til Franka
ríkis, Englands og Schweiz. Bismarck
var fullkønur í bæði fronskum og
eingilskum máli.
Mitt í 1840´unum verða Bismarck
og tann pietistiska aðalsfrúgvin Maria
von Thadden ógvuliga góð, men hon
var longu trúlovað við Moritz von
Blankenburg, sum var ein av gymnasiu-
vinunum hjá Bismarcki.
Tann sterkt religiøsa Maria vágaði
ikki at bróta sítt trúnaðarlyfti til
Moritzar og gifti seg tí við honum,
hóast hon var djúpt forelskað í Otto,
sum mátti lúta. Bismarck var kortini
boðin við til brúdleypið heystið 1844,
og har fekk hann vinkonu Mariu til
borðdamu, og eftirsum hann ikki
fekk Mariu, so helt hann seg noyðast
at kurtisera vinkonuna, Johonnu von
Puttkammer í staðin fyri.
Tað bleiv kortini ikki til meira teirra
millum, fyrr enn heystið 1846, tá ið Maria
doyði av sjúku. Hesin sorgartilburður
førdi til, at Otto og Johanna komu at
kennast so mikið nógv, at tey blivu
rættiliga góð, og hóast tann farna
Maria var KVINNAN fyri Bismarck
og allarhelst ofta var til staðar teirra
millum "in absentia", blivu tey hjún um
summarið 1847.
Tað intensa brævaskiftið í tí langa
hjúnarlagnum millum Bismarck og
konuna finst varðveitt in extenso og
er ekseptionelt spennandi lesnaður,
bæði biografiskt og søguliga. Brøvini
geva eisini eina fína tíðarmynd afturvið.
Innantýsk politisk tiltøk
Sama árið sum hann giftist, var
Bismarck valdur inn í tann preusiska
landdagin (tingið) í Berlin. Hann var
intelligentur, skjótur og hartil eitt
oratoriskt begávilsi; - hann gjørdi
seg í fyrstani til næstan teatralskan
oddamann fyri ultra-konservativar
áskoðanir, og tað førdi við sær, at
preusiski kongurin Friedrich Wilhelm
fekk eyga á Bismarck og í 1851 sendi
hann sum umboðsmann fyri Preussen
til tann felagstýska landdagin í Frank
furt, har eisini Eysturríki var umboðað
tá í tíðini. - Eysturríki vildi ikki hava,
at Preussen gjørdist for ráðaríkt, men
Bismarck dugdi væl at skáka sær
undan ella fáa sær viðhald frá øðrum
av teimum mongu týsku statunum. Tað
var rættiliga vanligt tá, at teir liberalu
flokkarnir høvdu meirilutan, meðan
stýrið kortini var konservativt, tí man
hevði enn ikki fingið parlamentariskt
demokrati. Men Bismarck vildi ikki
bara trumfa sín vilja ígjøgnum; hann
royndi heldur at sannføra menn um
skilagóðskuna í sínum sjónarmiðum
og uppskotum. Hann hevði ótrúlig evni
til at argumentera og fekk ofta polit
iskar andstøðumenn at styðja seg, men
hann vanvirdi kortini formaliseraða
parlamentarismu ella meirilutastýri.
Hann gjørdi, sum frá leið Preussen
til tann avgjørt leiðandi týska statin,
m.a. við alskyns alliancum við aðrar
av teimum mongu ríku týsku industri
statunum. Hann miðaði eftir einari
týskari meginfylking, men helst uttan
Eysturríki.
Hetta diplomatiska risaarbeiði røkti
hann hegnisliga í samfull átta ár, men
hann var eftirhondini blivin kendur fyri
at vera beinleiðis fíggindi av Eysturríki,
so tí flytti man av taktiskum grundum
Bismarck til Skt. Petersburg í Ruslandi
sum diplomat í 1859; - og har sat hann
trý ár og smálúnaði; - hann skal hava
sagt, at hann var "lagdur á ís" við
Neva-ánna eina tíð. Árini í Petrograd
vóru kortini ikki spilt fyri Bismarck,
tí hann fekk sera góðar persónligar
kontaktir við ta russisku stjórnina og
tsar-familjuna. Við sínum hektisku
arbeiðs-evnum lukkaðist tað honum at
læra seg russiskt so væl, at hann sum
frá leið bara samráddist við lokalar
stjórnarmenn á russiskum. Hetta kom
honum seinni til góðar.
Heima í Preussen var Bismarck
nógv saknaður, og serliga generalurin
Albrecht von Roon, sum var verju
ministari, vildi fegin hava Bismarck
at hjálpa sær og konginum, Friedrich
Wilhelm IV taktiskt móti teimum
liberalu politikarunum fyri at fáa enn
og fleiri pengaveitingar til tað sterka
preusiska militerið. Roon royndi at
fáa kongin at útnevna Bismarck til
ministarapresident. Tað tordi kongurin
illa, tí hann helt Bismarck vera for harð
rendan og reaktioneran fyri tann libe
rala landdagin í Preussen. Kongurin
visti ikki, hvussu pragmatiskur Bis
marck eftirhondini var blivin og kundi
vera, tá ið tað kravdist.
Í fyrsta umfari var hann um várið
1862 sendur til Paris sum ambassadørur,
men longu sama heystið var hann
kallaður til Berlin sum statsministari og
konstitueraður preusiskur ministara
presidentur, men bara ein hálvan
mánaða seinni gav kongurin seg og
gjørdi Bismarck til bæði uttanríkis
ministara og permanentan ministara-
president. Harvið var hann blivin tann
sterkasti maður í Preussen, burtursæð
frá sjálvum kongi, sum næstan aldrin
fekst við gerandispolitikk. Tað vardi
ikki leingi, so høvdu Roon og Bismarck
útmanøvrerað tann liberala landdagin
við ambitiøsum fíggjarviðtøkum
heilt uttan um tingið. Hóast hvassa
liberala andstøðu fírdi Bismarck
ikki fyri at útvega militerinum ovur
stórar pengaveitingar, uttan at lurta
eftir teimum fólkavaldu umboðs
monnunum. Teir liberalu gramdu seg
um, at Bismarck reelt hevði avtikið
stjórnarskipanina og stýrdi uttan um
hana.
Tann sterka politiska greipan, Roon/
Bismarck mobiliseraði og moderniseraði
herin við tí allarnýggjastu teknisku
útgerð og gjørdi Preussen til eitt tað
sterkasta militerveldið í Europa.
Tey fyrstu kríggini
Hetta vísti seg longu árið eftir, tá ið
Fríðrikkur VII av Danmark doyði uttan
arvingar. Tá vísti Bismarck seg frá síni
harðrendu og ósentimentalu síðu.
Av søguligum grundum skuldi
Danmark sjálvt arvast av glücks-
borgaranum Christiani IX, meðan
tey donsku hertogadømini Slesvig og
Holstein kundu arvast sambundin,
bæði av Christiani, men eisini av
einum týskum hertoga, Fríðrikki av
Augustenborg, sum teir flestu týsku
statir styðjaðu.
Danmark við Christiani IX vildu
fegin hava Slesvig, men ikki Holstein,
har meginparturin tosaði týskt, men
Christian IX og tann danska stjórnin
vildu tí hava Slesvig loyst frá Holstein
og lagt beinleiðis undir Danmark.
Bismarck vildi ikki býta hertogadømini
sundur, men beyð tí donsku stjórnini
at fáa bæði hertogadømini í einum
leysum sambandi við Danmark, tí hann
visti væl, at tað bar til at klúgva sundur
seinni, men Danmark helt treiskliga fast
við síni krøv.
Bismarck hevði fingið Eysturríki í sín
part, tí teir vildu ikki hava, at Preussen
fekk territorialan vinning, uttan um
teir. Preussen ávaraði Danmark, sum
helt fast við sína hopleysu støðu, tí
man roknaði við antin franskari ella
eingilskari hjálp. Tað er valla nakar ivi
um, at Bismarck vildi hava kríggið, so
aðrir statir, ikki minst Frankaríki kundu
síggja, hvussu sterkur tann preusiski
herurin var blivin.
Preussen og Eysturríki herjaðu á
Danmark tann 1. februar 1864, og kríggið
Statsmaðurin Otto
Bismarck 200 ár
SØGA