hósdagur 16. apríl 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
29
bleiv longu avgjørt við Dybbøl-skansa
tann 18. apríl 1864, har tann preusiski
herurin skuldi vísa restini av Europa,
at teir ráddu yvir tí mest effektivu og
modernaðu militermaskinuni í all
ari verðini. Tað var heilt ómøguligt
hjá danskarum at verja seg móti tí
preusisku militérteknisku yvirmaktini.
Úrslitið bleiv sera dýrt fyri Danmark
og eitt blóðbað fyri tann danska herin.
Friðurin førdi við sær, at Danmark
misti alt økið sunnanfyri Kongaánna
við Kolding, og tað var væl meira enn
Bismarck upprunaliga hevði kravt.
Stutt eftir bleiv tvídráttur millum
Eysturríki og Preussen um býtið av
donskum øki, og ein drúgv træta um,
hvør ið skuldi ráða í tí megintýska
felagsskapinum í Frankfurt.
Bismarck styrkir hesa tíðina nógv
sína støðu millum teir norður- og
miðaltýsku statirnar, meðan tey suður-
og vesturtýsku londini eru skeptisk
og bangin fyri motivum hansara.
Teimum dáma ikki, at hann roynir at
seta Eysturríki uttanfyri tann stóra
felagsskapin.
Í mei mánaði 1866 er tað diplomat
iska stríðið millum londini blivið so
hvast, at Bismarck fær hervilig álop frá
ultraliberalum, frankofilum og Eystur
ríkisvinum, sum vilja steðga hansara
politikki. Hetta førir til beinleiðis lívs
vanda fyri Bismarck, tá ið ein attentat
maður í Berlin tann 7. mei um kvøldið
kemur við renningarlopum aftaná
Bismarcki, sum spákar á Unter den
Linden. Maðurin, sum æt FERDINAND
COHEN BLIND kom heilt undir liðina
á Bismarcki og skjeyt eftir honum, men
Otto var kvikur og tók mannin, sum
kortini fekk skotið fleiri skot mest út í
tóma luft, meðan Bismarck helt honum
so fastliga inn at sær, at Cohen Blind
bara fær peiggjað hjálparleyst við
revolvaranum.
Henda episodan skapti bæði virð
ing og vælvild fyri Bismarcki, og tað
var ógvuliga dúgliga skemtað við, at
tann klombruti skot-maðurin siktaði
í blindum, og so æt hann jú eisini
BLIND. Hesin Ferdinand Blind var
rheinlendari, og Rheinland var ein
av teimum frankofilu statunum,
har fólki ikki dámdi tann kontanta
uttanríkispoltikkin hjá Bismarcki,
hvørki móti Eystur- ella Frankaríki.
Bismarck kom undir læknahond, hóast
hann ikki sjálvur ynskti tað; - hann
slapp við skursli-sárum og skeiklaðum
rivjabeinum. Sjálvt um tað ikki er
dokumenterað, týðir ymiskt uppá, at
hann hevur verið í skotbrynju, sum tað
preusiska militerið kann hava útvegað
honum í loyndum.
Summarið 1866 harðnaði tvídrátt
urin millum Eysturríki og Preussen,
og tað førdi til so beiska ósemju,
at Bismarck í juni mánaði beyð
eysturríkarum av í einum "Blitzkrieg"
og eftir fáum vikum sorlaði teirra
herdeildir. Eftir henda skjóta sigur
koyrdi hann Eysturríki heilt burtur úr
tí týska meginfelagsskapinum, men
dikteraði kortini eysturríkarum ein
mildan frið fyri ikki heilt at eyðmýkja
teir, tí hann fekk brúk fyri teimum
seinni.
Tey donsku hertogadømini blivu
kortini heilt innlimaði í Preussen,
meðan øll restin av týskum statum
bara vóru statistar og ógvaðust um ta
militeru preusisku arrogancuna. Men
onkrir av teimum týsku smástatunum
vóru eftirhondini imponeraðir og ikki
sørt hugtiknir av Bismarcki og Preussen,
sum nú var blivin tann avgjørt førandi
militeri staturin í Europa.
Henda uttanríkispolitikkin kallaði
Bismarck sjálvur fyri realpolitikk.
Onnur kallaðu tað brutalan yvirgang
og kyniskan maktpolitikk. Stutt
áðrenn hesar hendingar bleiv hann
eisini citeraður fyri at hava sagt: "Nicht
durch Reden und Majoritätsbeschlüsse
werden die großen Fragen der Zeit
entschieden – sondern durch Eisen und
Blut. Eftir hetta var hann nevndur "Der
Eiserne Kanzler" (Jarnkanslarin).
Um eysturríkarar skal hann hava
sagt, at teir vóru ikki "rættir" týskarar, tí
landið var ein politisk fløkja og undarlig
blanding av slaviskum og orientalskum
fólkasløgum, sum aldrin kundu draga
eina línu.
Eftir at hava sett Danmark og
Eysturríki út úr tí uttanríkis-politiska
spælinum, var tað bara Frankaríki,
sum kundi tarna Bismarcki í hansara
stórtýska fylkingarprojekti.
Leiðin móti stórtýskari
fylking
Leiðin og málið hjá Bismarcki hevði
jú leingi verið at fingið næstan allar
týskar statir samlaðar í eitt ríki, men
gamlar avtalur, alliancu-klausular og
annar loyalitetur millum fleiri týskar
statir og Frankaríki gjørdi, at Bismarck
mátti ansa sær og passa sær løgir.
Hann hevði leingi ynskt eina mili
tera avgerð við Frankaríki, so hvør
týskur statur skuldu sleppa undan
fronskum bindingum, men tað skuldi
bara ikki vera Preussen, sum beyð av.
Hann vildi ikki styggja nakran týskan
stat í føvningin á Napoleoni tí Triðja.
Tessvegna mátti hann ansa eftir, at
tann ósemjan og rivaliseringin, sum
longu var millum londini alsamt harðn
aði, soleiðis at tað bleiv Frankaríki,
sum stóð sum aggressor og beinleiðis
leyp á. Hann ætlaði við smáum, men
effektivum nálaprikum at provokera
Frankaríki til kríggj.
Um várið 1870 kom tann strategiska
løtan, við tað at Leopold prinsur, ein
skyldmaður hjá tí preusiska konginum,
Wilhelmi IV knappliga kundi arva
ta sponsku trónuna, sum var blivin
leys. Teir vóru báðir av Hohenzollern-
ættini, sum ráddi í Preussen. Hesa
arvafylgjuna vildi Frankaríki ikki
góðkenna, tí Napoleon III føldi, at
Frankaríki bleiv kleimt og umringað
av Hohenzollern-ríkjum.
Napoleon III kravdi, at Leopold ikki
tók av tilboðnum, men Frankaríki vildi
eisini hava Wilhelm IV at garantera sær,
at tað ongantíð aftur skuldu stillast krøv
um ta sponsku trónuna frá týskari síðu.
Bismarck frætti telegrafiskt um ein
sonderandi fund millum tann franska
ambassadørin og Wilhelm IV, har málið
hevði verið debatterað. Boðini í hesi
fatalu depechu vildi Bismarck lata ta
almennu pressuna fáa í censureraðum
líki. Hann hevði pilkað varisliga við
tekstina frá Wilhelmi kongi; - hann
stytti og redigeraði telegrammið, uttan
at broyta sjálvt høvuðsinnihaldið, men
kortini soleiðis, at tekstin fekk ein nógv
hvassari dám og kundi tolkast, sum
um tann franski ambassadørurin var
eyðmýktur og næstan láturliggjørdur
av tí preusiska konginum. Hesa styttu
depechu sendi hann so týskari pressu.
Tað sigst, at hetta saman við øðrum
persónligum briksli var nógmikið til,
at Napoleon tann Triðji sendi krígsboð
til Preussen. Tað hevði Bismarck bíðað
eftir leingi, og líkaleiðis generalarnir
Albrecht von Roon og Helmuth von
Moltke, sum vóru væl fyrireikaðir. Tað
tók Preussen og hinum týsku allieraðu
bara nakrar fáar mánaðir at sigra yvir
tí franska herinum, sum annars tá var
ein tann størsti landherurin í verðini,
men ikki hevði nærtil so tíðarhóskandi
útgerð sum tær effektivu teknisku
divisiónirnar hjá Roon og Moltke.
Frankaríki fekk 1871 ein jarnharðan
frið við risastórari skaðabót og misti
landspartarnar Alsace og Lorraine til
Preussen.
Meðan
friðarsamráðingarnar
vóru, fór Bismarck alt fyri eitt at
telva við teir týsku statirnar, bæði
stórar og smáar um at fylkja teir allar
í eitt ríki. Summir av teimum, serliga
suðurstaturin Bayern við tí meira
enn hálvøra Ludvígi II á odda gjørdu
tað við sera ringum tannabiti.Tað
lukkaðist kortini Bismarcki at smíða,
meðan tann psykologiska og taktiska
løtan var, og semja teir allar samlar
fyri fyrstu ferð í øldir, so at hann í tí
hábærsliga speglsalinum í Versailles
kundi boða, at Tað Týska Keisararíkið
var endurreist. Harvið hevði Bismarck
uttanríkispolitiskt uppnáað tað, hann
í síni tíð, sum heilt ungur maður, hevði
sett sær fyri. Kongurin av Preussen,
Wilhelm IV bleiv nú Keisarin Wilhelm
I av Týsklandi. Ministarapresidenturin
Bismarck av Preussen bleiv nú Ríkis
kanslari av Tí týska Ríkinum. Hann fekk
eisini lopið bæði Frankfurt, Hannover,
München og Køln um, soleiðis at hann
gjørdi tann preusiska høvuðsstaðin,
men tann "týska útjaðarabýin" Berlin til
høvuðsstað í Tí týska Keisara-ríkinum.
Wilhelm IV verður citeraður fyri at
hava sagt, at tað var "strævið at vera
keisari UNDIR einum kanslara sum
Bismarck". Honum dámdi betri "bara"
at vera kongur.
Realpolitikkur
Uttanríkispolitiskt er Bismarck
allarhelst ein av teimum mest genialu
telvarum, sum Europa hevur fostrað.
Viðhvørt kunnu tiltøk hansara tykjast
sum ekstremur brutalitetur, men vit
mugu hava í huga, at Bismarck telvaði
eftir ísakøldum logikki og soleiðis
var internationalur maktpolitikkur
defineraður um tað mundið. Bæði
Frankaríki, England og aðrir koloni
svangir statir vóru um akkurát somu
tíð, sum Bismarck "manipuleraði" við
européiskum londum, í ferð við at
býta alt Afrika sínámillum í eini kyn
iskari eyðræning, sum teir kallaðu
imperialismu. Teirra herferðir kostaðu
nógvar ferðir fleiri mannalív, enn øll
kríggini hjá Bismarcki tilsamans. Tey
européisku kríggini hjá Bismarcki
vórðu "bara" førd móti soldatum og
herdeildum, aldri móti civilum fólki.
Men herferðirnar hjá koloniveldunum
kostaðu ofta fleiri civilum, enn
militerum lívið. Teir vóru eirindaleysir
eisini móti kvinnum og børnum.
Aftaná 1871 roynir Bismarck at
konsolidera seg, og hann dugir væl
at skapa ymsar ad hoc-alliancur, sum
alla tíðina hava til endamáls at steðga
franskari ella aðrari revanchismu.
Hann ynskir og miðar móti friði í
Europa. Aftaná tað russiskt-turkiska
kríggið er Bismarck oddamaður á eini
víðagitnari Balkan-kongress í Berlin
1878, har tey flestu européisku londini
eru umboðað. Hóast Bismarck á hesi
kongress fær Eysturríki í sín part
og roynir at fáa normaliserað tey
desperatu viðurskiftini á Balkan, fær
hann eitt skifti Rusland sum fígginda.
Men so brúkar hann afturfyri øll
tey komandi árini at nærkast Ruslandi
aftur, og tað lukkast honum í 1887 at fáa
retablerað tað gomlu triplealliancuna
við Rusland og Eysturríki. Tað var
eitt diplomatiskt meistarastykki,sum
eftirmenn hansara ikki forstóðu og
vanrøktaðu. Tað hevði alta tíðina
verið eitt ófrávíkiligt dogmi fyri Bis
marck, at Týskland mátti ikki fáa eitt
tveyfrontskríggj, og tí skuldi man
ikki vera óklárur vi bæði Rusland og
Frankaríki í senn.
Innanlendis er hann eisini prag
matiskur í fyrstani og skiftir ofta
sínar konservativu vinir út við teir
nationalliberalu, men hann møðist
av kompromis-loysnum. . Hann fær
liberalan stuðul til sítt kulturstríð
við ta katólsku kirkjuna, sum hann
heldur vera for ráðaríka. Hann vildi
ikki góðkenna, at hon var óheft av tí
týska statinum, men heft sunnanfyri
Alpurnar av Pávanum.
Hann er ofta í beiskum stríð við tað
socialdemokratisku arbeiðararørsluna,
sum hann heldur vera for radikala í
sínum krøvum.
Men kortini er hann so ambivalentur,
at hann hevur empatiskan ans fyri
socialum ábøtum. Hann var nevniliga
illa við av tí armóð, sum ráddi í tí
eingilsku arbeiðarafjøldini, og hann
vildi ikki hava, at týskir proletarar
skuldu verða líka so neyðstaddir, sum
teirra eingilsku lagsbrøður. Tessvegna
tekur hann socialistarnar á bóli, og
hann fær alt Europa at stúrsa við, tá ið
hann knappliga í 1880´unum setir eina
av verðsins fyrstu sociallógum í verk.
Eftir hesi modernaðu lóg skal staturin
tryggja allar borgarar móti sjúku,
vanlukku, elli og invaliditeti (avlamni).
Hetta kom socialdemokratum dáttliga
við, men tað bøtti kortini nógv um
viðurskiftini við tann pragmatiska
kanslaran eina tíð, men stutt eftir
harðnaði stríðið aftur, tí Bismarck
vildi ikki hava, at løn ella onnur vilkor
á arbeiðsplássum skuldu skipast við
lóg. Hann andøvdi harðliga móti øllum
fakfelagspolitikki við eini sonevndari
socialistlóg, sum skapti hatur í
arbeiðara-fjøldini.
Annars fekk hann skapt optimal kor
fyri týskan stórindustri, sum lukreraði
uppá ta veldugu kapital-innspræning,
sum tær fronsku kríggs-bøturnar góvu.
Hann og tann týski stórfinansurin
útvegaðu arbeiði til tær allarflestu
hendur. Framleiðslan á teimum týsku
verksmiðjunum bleiv so stór, at bæði
eingilskar og franskar fabrikkir royndu
at gera tiltøk, sum beinleiðis foraðu
innflytan av týskum vørum.
Tað førdi við sær, at Bismarck vildi
hava onnur eksotisk marknaðarøki til
týskan industri. Men tað kravdi ein
flota, og higartil hevði Preussen verið
ein kontinentalmakt. Men Bismarck
hevði fingið fleiri havnir frá Danmark,
og hann fór tí skjótt undir at byggja ein
modernaðan flota, sum skuldi liggja í
Kiel. Tann týska marinan verður eftir
stuttari tíð millum tær størstu í Europa,
men hon liggur mest í Eystursjónum,
so tað er langt at sigla til Atlantshavið.
Men Bismarck var ikki ráðaleysur.
Hann fær projekterað eina kanal, sum
skal sambinda høvini báðu megin tað
júsku hálvoynna. Arbeiðið fer í gongd
1886 og kanalin fær navnið Nord-Ostsee
Kanal. Men hetta arbeiðið bleiv kortini
ikki liðugt fyrr enn 5 ár eftir, at hann
var farin frá sum kanslari.
Endabresturin:
Um várið 1888 doyði keisarin Wilhelm
I av Týsklandi, sum eisini var Wilhelm
IV av Preussen, og nakrar fáar mánaðir
bleiv so sonurin Fríðrikkur keisari,
men hann var sera sjúkur og livdi bara
stutta tíð eftir trónarskifti. Eftirmaður
hansara bleiv sonurin Wilhelm II,
sum altso var abbasonur tann fyrsta
keisaran. Hann kom rættiliga skjótt
í hvassa andstøðu til Bismarck, sum
næstan slett ikki tímdi at lurta eftir
tí yngra. Tey persónligu viðurskiftini
teirra millum versnaðu alsamt, m.a. tí at
Wilhelm lætst at hava nógv radikalari
sosial sjónarmið, enn Bismarck.
Keisarin tosaði um at forbetra korini
í bæði jarn- og kolanámum. Hann
var eisini rúkandi ósamdur við
Bismarck um socialistlógirnar, so
hann argumenteraði næstan sum ein
forklæddur socialdemokratur móti
Bismarcki.
Á sumri 1890 vóru teir blivnir so
óklárir, at Bismarck valdi at siga seg úr
starvi, men reelt bleiv hann koyrdur frá.
Tá hevði tað eingilska blaðið Punch eina
verðinskenda tekning, har man sær
Týskland sum eitt stórt skip, og loðsurin
Bismarck fer frá borði.
Sjálvt um tann ungi keisarin hevði
modernaði social sjónarmið, hevði hann
slett ikki format til at stýra Týsklandi,
uttan Bismarck.
Keisarin Wilhelm II stýrdi Týsklandi
sum einum skipi heilt UTTAN
LOÐS millum lúnskar boðar og sker.
Meginparturin av tí dogmatiska
uttanríkispolitikkinum, sum Bismarck
hevði laðað grundina undir, var skjótt
máaður burtur av stutt-skygdum eftir
monnum.
Tað eru summir søgumenn, sum
halda, at Tað Fyrsta Verðinskríggið
ikki hevði komið, um dogmurnar hjá
Bismarcki vóru bókstavliga fylgdar.
Men tað eru eisini teir, sum geva tí
kyniska realpolitikkinum hjá Bismarcki
skyldina fyri, at vit fingu hetta sama
kríggið.
Í dag eru teir flestu samdir um,
at hvørki av sjónarmiðunum eru
eftirfarandi, tí tann politiski kultururin
á Bismarcks døgum var somikið nógv
øðrvísi, at hann kann ikki metast
eftir nútíðar normum og hugsan.
Realpolitikarin Bismarck var tann
allarseinasti statsmaðurin, sum skapti
sín heilt egna politikk og í síni knúsandi
telving sá nógv fleiri leikir fram enn
øll hini, og tí vanvirdi tíðar-krevjandi
demokratiskan polemikk.
Tá ið hann hevði hugsað seg lidnan,
"forhandlaði" hann helst ikki meira;
hann handlaði!
Fáir mans hava uppøst fólkafjøld
irnar í síni samtíð, sum hann gjørdi.
Tey allarflestu høvdu sterkar meiningar
um hann og nógv beinleiðis dyrkaðu
hann; Bismarck var antin ovurhonds
beundraður ella inniliga hataður.
Tað gav at býta, tá ið hann fylti 80
ár í 1895. Ein lítil fylking av týskum
ríkisdagsmonnum høvdu ætlað at
hátíðarhildið dagin, men meirilutin í
Ríkisdegnum hvepti seg og noktaði at
fagna tí gomlu kempuni.
Bismarck doyði í 1898. Tey
síðstu árini sat hann á góðsinum
Friedrichsruh og skrivaði sína ævisøgu,
GEDANKEN UND ERINNERUNGEN.
Hon er eitt litterert meistaraverk, men
er sjálvandi subjektiv, sum alt annað
sjálvbiografiskt tilfar. Kortini hevur hon
stórt søguligt kelduvirði fyri tey, sum
vilja vita, hvussu Bismarck hugsaði.