Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 35 Nýggj serstøk byggisamtykt Serstøk byggisamtykt fyri víðkan av Skansa- bryggjuni og Eystara havnaøki. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 19. mars 2015 hevur samtykt uppskot um serstaka byggisamtykt fyri víðkan av Skansa- bryggjuni og Eystara havnaøki. Uppskoti til serstaka byggisamtykt ásetir skipan av økinum og treytir fyri bygging. www.torshavn.fo Serstaka byggisamtyktin fevnir um matr. nr. 651l, 600c, 600d, 600e og part av 600a, Tórshavn. Framløga Tilfar, sum lýsir uppskoti til serstøku byggisam- tyktina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, Vaglinum og heimasíðuni torshavn.fo frá 20. apríl til og við 11. mai 2015, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 1. juni 2015. Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar okkara fáa framúr góða tænastu, soleiðis at Eik verður fremsta val føroyinga. Næmingatíðin Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi. Næmingatíðin er 2 ár, men tú fert rættuliga tíðliga at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara. Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum. Útbúgving Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum. Krøv Umsøkjarar skulu hava lokið miðnámsútbúgving ella líknandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja. Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen, tel: 348514, teldupostur: mrh@eik.fo Les meira á www.eik.fo Send umsókn við avriti av próvskjølum umvegis heimasíðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri, so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 7. mai 2015. Eik Banki P/F ‘Starv’ Postboks 34 110 Tórshavn Teldupostur: starv@eik.fo Næmingur í Eik www.eik.fo tel. 348000 Tímir tú tænastu, toymi og tøl? Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara eblaðið sos.fo