Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 36 Avbjóðandi starv sum sølu- og marknaðarleiðari Sum leiðari fyri sølu- og marknaðarføringar- toyminum hjá Atlantic Airways fært tú ábyrgdina av at leggja til rættis og útinna sølu- og marknaðarføringina á øllum økjum, miðlum og marknaðum, soleiðis at sølu- og marknaðarføringarætlanin, sum er sett út í kortið, verður rokkin. Arbeiðsuppgávurnar og ábyrgdin fevna um øll marknaðarátøk – herundir at mynda Atlantic Airways úteftir og fremja sølu- og marknaðar- føring hjá felagnum bæði í Føroyum og uttanlands. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. eisini um samstarv við ferðaskrivstovur, søluumboð og Visit Faroe Islands. Sølu og marknaðarleiðarin hevur ábyrgdina av innihaldinum á atlantic.fo og øðrum netmiðlum hjá felagnum, eins og hann hevur um hendi at samskipa og seta í verk átøk, umsiting av okkara fyrimunarskipan, viðgerð og røkt av stuðulsavtalum o.a., umframt samstarv við aðrar samstarvsfelagar og veitarar. Sølu- og marknaðarleiðarin vísir til stjóran í Commercial, sum eisini er stjóri í felagnum. Sølu- og marknaðarleiðarin er partur av handilsliga leiðslubólkinum hjá Atlantic Airways, har tær tríggjar deildirnar Customer Service, Network Management og Revenue Management, Reporting & Distribution eisini eru við. Rætti umsøkjarin hevur útbúgving, royndir og innlit í sølu- og marknaðarføring og kann vísa á góð úrslit, tá tað ræður um at leggja til rættis og útinna B2C sølu og samskifti, brand building, loyalitets- og samstarvsuppgávur umframt starvsfólkaleiðslu. Vit vænta, at tú ert opin, skapandi, greinandi og væl skipaður. Somuleiðis vænta vit, at tú sum leiðari ert umboðandi, ágrýtin og kunda- og úrslitssøkin. Sum leiðari megnar og skilur tú týdningin av at samstarva breitt innanhýsis fyri at røkka egnum og felags málum. Somuleiðis hevur tú góð evni at skapa og røkja sambond við kundar og samstarvsfelagar. Tað er umráðandi, at tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum og enskum bæði í skrift og talu. Fyri tann rætta er hetta eitt krevjandi, men samstundis eitt spennandi og mennandi starv. Neyðugt er at hava hug og umstøður til lutfalsliga nógva ferðing uttanlands og møguleikan at arbeiða skiftandi tíðir, tá á stendur. Arbeiðsstaðurin er á høvuðs- skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vága Floghavn. Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jørgen Holme, stjóra, á telefon 213720 ella hjá Georg Suðurgarð, HR-leiðara, á tel 211728. Umsóknarfreistin er 26. apríl 2015. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til georg@atlantic.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu. Avbjóðandi starv sum KT-leiðari Atlantic Airways søkir hervið eftir KT-leiðara til felagið. Virksemi felagsins fevnir um ferðaseðlasølu, avgreiðslu av flogførum, inntøku- og útreiðslu- stýring, planlegging av flogførum og flogfólki, viðlíkahaldi av flogførum og tyrlum, umsiting og aðrar uppgávur. Hetta krevur eitt margfeldi av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit nýta í dagliga arbeiðinum. Felagið eru sera frammarlaga innan KT-økið. KT er ein týðandi partur fyri at tryggja kappingarføri og sum KT-leiðari hevur tú ábyrgd av, at KT stuðlar undir at effektivisera felagið. Atlantic Airways hevur 200 KT-brúkarar, sum skulu hava atgongd til teirra KT-skipanir døgnið runt, allar dagar í árinum. Á KT-deildini starvast 3 fólk, og hevur KT-leiðarin tilvísing til fíggjarstjóran. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum. Arbeiðsøkið • At samskipa og menna KT-umhvørvið í allari fyritøkuni • At dagføra og viðlíkahalda KT-skipanirnar • At hava ábyrgd av KT-trygdini • At gera langtíðarætlanir og seta mál fyri KT-deildina • At leiða og leggja til rættis KT-verkætlanir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar • At røkja samstarvið við uttanhýsis KT-veitarar • At taka lut í vaktarskipanini á KT-deildini Førleikar og eginleikar • Viðkomandi útbúgving og/ella hóskandi royndir • Góð samstarvsevnir • Dugir væl at motivera starvsfólk og at arbeiða í toymi • Dugir væl at skipa arbeiðið, hevur fokus á loysnir og megnar at taka avgerðir Setanarviðurskifti Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við leiðsluna í Atlantic Airways. Møguleiki er fyri fakligari og persón- ligari menning í einum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Vit miðja eftir at seta starvið sum skjótast. Umsóknir og samband Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra á tel. 213703 ella teldupost marius@atlantic.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. mai 2015 og skal sendast við telduposti til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, teldupost georg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi, Noregi og Spania. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.