hósdagur 16. apríl 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
38
Ikki við: Jónas Tór Næs
(økslin, 2 vikur)
Alex Mellemgaard
(lærkrikin, óvist)
Við aftur: Hanus Thorleifsson
(eftir leikbann)
Ikki við: René S. Joensen
(leikbann, 5 gul)
Pál M. Joensen
(knæið, langtíðarskaddur),
Andrew av Fløtum
(mjødnin, 1 vika)
Ikki við: Bárður J. Hansen
(1-2 vikur, mjødnin)
Hans Jørgen Djurhuus
(1-2 vikur, kjálkabeinið)
Ikki við:
Jens Joensen (knæið, ógreitt)
Við aftur: Árni Frederiksberg
(eftir lærskaða)
Ikki við: Rasmus Dan Sørensen
(fótur, vikur),
Jens Michael Jensen
(lyska, 2 vikur)
Jóannes Hansen
K
appingin er ung, og tað
er framvegis møguleiki
fyri, at støðutalvan fyrst
í oktober fer at síggja øðr
vísi út, enn hon ger undan sjeynda
umfari, sum hesaferð er á skránni.
Trý umfør eru eftir, áðrenn øll liðini
hava spæla einaferð ímóti hvørjum
øðrum, og tað er framvegis soleiðis,
at summi feløg hava verið væl oftari
á heimavølli enn á útivølli.
Eitt nú fer toppliðið NSÍ leygar
kvøldið at spæla fyri fimtu ferð á
heimavølli, og meistararnir í B36, sum
nú skulu til Fuglafirðar, hava spælt
fimm av seks dystum á heimavølli.
FC Suðuroy, sum síðsta vikuskifti
vann fyrstu stigini, tá ið AB vitjaði á
Vágseiði, eigur tríggjar heimadystir á
rað. ÍK tí fyrsta endaði tað við 3-1 sigri
á AB, og tíðliga seinnapartin leygar
dagin verður aftur dystur á Vágseiði,
tá ið HB vitjar á Eiðinum. Og aftur um
eina viku eigur FC Suðuroy heima
vøll. Tá verður tað ímóti EB/Streymi.
Í seks teimum fyrstu umførunum
hava ÍF, KÍ og TB bara tvær ferðir
verið á heimavølli. Nú eiga tey øll
heimavøll. Tað kemur sjáldan ella
mest sum ongantíð fyri, at tað ikki er
fótbóltur í bestu deildini á dagsskrá í
høvuðsstaðnum, har trý av teimum
tíggju feløgunum búgva. Soleiðis
er tað tó hesaferð, tá ið HB skal til
Vágs, B36 til Fuglafirðar og AB til
Runavíkar. Annan sunnudag verður
rimmar dystur í Gundadali, tá ið HB
verður vertur og B36 gestur á ovara
vølli, har bæði liðini annars venja og
spæla sínar heimadystir.
Eingin innanhýsis uppgerð er
hesaferð millum fýra tey fremstu.
Harvið er møguleiki fyri, at meiri
sjógvur verður millum fýra tey
fremstu og hini eftir vikuskiftið,
enn tað nú er, og at tað verður meiri
greitt hjá hvørjum dagsskráin næstu
vikurnar verður at stríðast fyri at
sleppa undan hóttanini av niðurflyt
ing. Einasta innanhýsis uppgerðin
millum tey lægru staddu á støðutalv
uni er, tá ið KÍ sunnudagin fær vitjan
av EB/Streymi.
HB skal í arbeiðsklæðini
FC Suðuroy - HB Eiler Rasmussen
Leygardagin kl. 14.00
Tað kendist sum stórur lætti millum
heimafólkið, tá ið tað leygardagin
við 3-1 heimasigri á AB eydnaðist FC
Suðuroy at vinna fyrstu stigini síðani
uppflytingina.
– Kappingin er ung enn, og vit
hava higartil oftast verið á útivølli.
Nú eiga vit tríggjar heimadystir
á rað, og annars skulu vit fram til
summarsteðgin spæla aðru hvørja
ferð á heimavøllinum, har vit skulu
vinna stigini. Hóast tað ikki hevur
vignast so væl hjá okkum higartil,
so hava vit framvegis møguleika at
svara aftur, tí tað higartil hava verið
so nógvir javnleikir, sigur FC Suðuroy
venjarin Jón Pauli Olsen.
Eingin ivi er um, hvør dagsskráin
er hjá Heðini Askham og HB, sum
síðsta sunnudag løgdu rygg til 2-0
tap á útivølli ímóti NSÍ:
– Tað einasta, sum vit kundu taka
við okkum úr Runavík, var, at avrik
av hesum slagnum kunnu vit ikki
vísa aftur. Vit mugu arbeiða meiri
og spæla betri, enn vit gjørdu ímóti
NSÍ, sum vann fult uppiborið ímóti
okkum, sigur HB venjarin.
HB hevur higartil verið tvær ferðir
á útivølli, og úrtøkan er fýra stig – 1-1 í
Fuglafirði og 2-0 sigur í Klaksvík.
Hagtølini siga, at tað meiri enn
so kemur fyri, at teir í syðra parti av
Suðuroy spæla sigursvandu havnar
monnunum eitt puss. Í 2012 vann HB
tvær ferðir á Vágseiði – 1-0 og 4-0 – og
í 2010 vann HB 3-0 har suðuri. Hetta
árið var tað púra óvæntað, at FC
Suðuroy fyrst megnaði 4-4 í Gunda
dali, og síðani vann 4-1 í Gundadali!
Í 2007 endaði tað 0-0, tá ið VB/
Sumba hevði vitjan av HB, og í 2006
var úrslitið 1-1. Síðsti heimasigurin
á Vágseiði ímóti HB var í 2005. Tá
varð HB 10. apríl sent til hús við
1-0 tapi. Milan Kuljic, sum síðani
hevur verið í HB, var einsamallur
málskjútti. Einasti maður, sum ta
ferðina var á vøllinum, og sum aftur
í morgin verður á vøllinum, er Símun
Samuelsen. Núverandi hjálparvenj
arin í HB var tá á VB/Sumba liðnum.
3. juli hetta sama árið endaði tað 2-2
á Vágseiði ímóti HB, og tá var Símun
Samuelsen fyrsti málskjúttin.
Úrtøkan er størri
enn FM árið
NSÍ - AB Benjamin W. Jantzen
Leygardagin kl. 18.00
Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ.
Á eystara armi á Skálafjørðinum
vita teir, at kappingarárið er langt,
og at royndirnar siga, at tað væl
kann steðga upp hjá liði, sum fyrsta
partin av kappingini hevur havt fitt
av undanvindi.
Teir fegnast sjálvandi um odda
sessin, og tað verður ikki tosað um
gull, men gongdin er merkisverd. Tá
ið NSÍ í 2007 vann fyrsta og higartil
einasta FM heitið, var NSÍ eftir seks
umfør á triðja plássi við tólv stigum.
Nú seks umfør eru farin av hesum
kappingarárinum hevur NSÍ 15 stig!
– Eg kann ikki annað enn vera
nøgdur við avrikini higartil. Talan er
um liðavrik, spælararnir arbeiða nógv
og miðvíst, og teir halda seg til av
talurnar, sum vit hava. Burtursæð frá
Jens Joensen, so eru allir menninir
tøkir, og so ræður um hjá mær
at finna røttu samansetingina til
ymisku mótstøðuliðini, sigur Trygvi
Mortensen.
AB skal til Runavíkar seint seinna
partin í morgin, og úrtøkan hjá
argjamonnum hevur higartil verið
so nógv lakari, enn hon hevur verið
tað hjá NSÍ. Ætlanin og málið hjá AB
var undan kappingarbyrjan at sleppa
undan at stríðast við niðurflytingar
strikuna, sum AB øll árini í styttri ella
longri tíð hevur verið heft at. Tí var
vónbrotið stórt eftir greiða tapið á
Vágseiði fyri viku síðani. Eftir fimm
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Møguleiki er fyri, at sjógvur verður
lagdur millum tey fremstu og hini í umfari, tá ið øll
feløgini í høvuðsstaðnum skulu út á bygd at spæla
Upptakt til Effodeildina
ítróttur
Einki lív
í høvuðs
staðnum