Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. apríl 2015 sosialurin 43 39 Allir eru tøkir Ikki við: Adeshina Lawal (Leikbann, 3 dystir), Karl Løkin (Leikbann, 1 dyst), Jan Ellingsgaard (Burturstaddur) Við aftur: Ari Ellingsgaard (Heimafturkomin) Ikki við: Rógvi Poulsen (burturstaddur), Teitur Jóannesarson (knæið, óvist), Jobin Drangastein (økslin, 1 vika), Gert Drangastein (brotið fótin, 5 vikur), Rói Danielsen (burturstaddur), Kári Nielsen (knæið, óvist), Hørður M. Mohr (burturstaddur) - Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (leikbann, 1 dyst), Salmundur Bech (brot í fótinum, 1 vika), Jón Áki Jacobsen (meniskurin) javnleikir var hetta fyrsta AB tapið í ár. – Hetta er afturvendandi veruleiki og veikleiki, at vit tapa ímóti teimum, sum vit eiga at vinna ímóti og standa okkum betri ímóti teimum, sum vit ikki verða roknaðir at vera favorittar ímóti. At vit beinanvegin ímóti FC Suðuroy fingu tvey mál ímóti okkum bar við sær mótbrekku alla tíðina. Tá ið vit fingu bóltin niður á vøllin, fingu vit fatur á spælinum, hóast um­støð­urnar ikki vóru góðar, men í 2. hálvleiki gloymdu vit at spæla, og tað kost­aði. Vit eiga at hava tilfar at mynda dystir, men tað gongur ikki væl, sigur AB hjálparvenjarin Nicolaj Eriksen. Støðutalvan vísir, at tað eru serliga stórir trupulleikar í at skjóta mál. AB hevur í seks dystum skorað fimm mál ella færri enn øll hini liðini. Í verjupartinum gongur betri, tí tað eru bara sjey mál farin ígjøgnum. Tað er bara hjá B36, at tað eru farin færri mál ígjøgnum enn hjá AB. – Vit vóna, at um tað eydnast at fáa hol á, so fer tað at gleppa, so nú fáa vit at síggja, sigur Nicolaj Eriksen í AB. Lyklauppgerð hjá fuglfirðingum ÍF - B36 Petur Reinert Sunnudagin kl. 15.00 Hóast kappingin er ung, so er upp­ gerð­in í Fuglafirði ikki sørt av lykla­ upp­gerð – serliga fyri heimaliðið. Fugl­firð­ingar dubbaðu seg orduliga undan kappingarbyrjan. Teir fjaldu ikki, at málið var at vera við í kapp­ing­ ini um heiðursmerkini, sum ÍF í 2012 og 2013 vann í silvuri. Fyrsti sigurin í ár varð vunnin síðsta sunnudag á heimavølli ímóti KÍ. Úrtøkan er sjey stig, og harvið eru tað átta stig fram til NSÍ og oddasessin og sjey stig fram til B36 og silvurplássið. Um tað ikki eydnast at vinna úrtøku ímóti B36, so verður fjarstøðan fram til árstals­ felagið í hvussu so er sjey stig og kanska tíggju! ÍF sigurin ímóti KÍ kostaði nógv, tí bæði álopsessið Adeshina Lawal og miðvallarin Karl Løkin sóu reytt. Lawal verður tríggjar tær næstu ferðirnar uttanfyri, og leikbannið hjá Karli fevnir bara um uppgerðina ímóti B36. – Nú hava vit tapt einaferð og vunnið einaferð og hinar ferðirnar hevur verið javnt. Dystirnir hjá okk­ um hava verið tættir og javnir, og ímóti KÍ koppaði tað okkum til fyri­ munar, og tað fegnast vit um, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. – Tað er harmuligt, at Lawal og Karl Løkin ikki vera við ímóti B36, men tíbetur hava vit í ár breiðari hóp, enn vit hava havt. At vinna gevur blóð á tonna, og lagið er gott undan B36 vitjanini, sigur Dánjal á Lakjuni. Í B36 er lagið gott, hóast meistarar­ nir als ikki vóru fegnir um leikliga avrikið í 1. hálvleiki, tá ið tað var mál­ leyst ímóti TB. Tað var ikki fyrrenn TB hevði mist ein mann, at tað eydnaðist B36 at seta hol á og at vinna 3-0. B36 fer til Fuglafirðar at royna reseptina, sum varð brúkt í 2. hálvleiki ímóti TB: – Vit hava nógvar góðar bólts­ spæl­arar, og vit skulu spæla skjótt og flyta okkum væl fyri hvørjum øðr­um, sigur hjálparvenjarin Jákup á Borg, sum ímóti TB setti nýtt mál­ met. Hann hevur skorað 148 mál í lands­kappingini. KÍ skal halda tætt KÍ - EB/Str. Kári J. á Høvdanum Sunnudagin kl. 15.00 Í Klaksvík hevur fótbóltslagið onkun­tíð verið betri, enn tað er í hes­um døgum. Fimm stig í seks dyst­um og sjeynda pláss er langt frá tí, sum tað undan kappingarbyrjan varð miðjað eftir. Íløgur eru gjørdar bæði í verjupartin og álopið, men stiga­talvan sigur, at úrtøkan ikki er vunnin enn. – Vit vóru óhepnir í Fuglafirði, tá ið vit vóru greitt omaná, men vit hava trupulleikar við at umseta møgu­ leikar til mál. Lagið er framvegis gott undir venjing, og intensiteturin er stórur, tí vit ætla okkum allir pláss millum teir fyrstu ellivu. Vit dríva á, og vit vita, at evnini eru nóg góð til at tað skal síggjast aftur í úrslit­ unum og á støðutalvuni. Vit kenna EB/Streym, tí teir vunnu ímóti okk­um í steypakappingini. Nú er setning­urin hjá okkum at skora eitt ella tvey mál og at syrgja fyri, at mót­støðu­liðið einki mál skorar, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. EB/Streymur tapti í sætta umfari 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. 6. apríl eydnaðist tað sundalagsmonnum at vinna 3-2 á heimavølli ímóti KÍ í fyrsta umfari í steypakappingini. Merkisvert er tað, at tað á lið­num, sum sunnudagin fer til Klaks­víkar, eru tveir spælarar, ið eru upp­vaksnir í KÍ, men sum ongantíð fingu møgu­ leikan á besta liðnum í barn­dóms­ felagnum, áðrenn teir fluttu til EB/ Streym. Niels Pauli Danielsen var 22 ára gamalur, tá ið hann á sumri í 2011 flutti úr KÍ, har hann bara í tveir min­uttir ímóti Víkingi hevði verið á besta liðnum, og til EB/Streym. Har hevur Niels Pauli nú spælt 94 dystir og skorað tólv mál, og í ár er hann lið­ for­maður og miðvallarálit. Í næstu viku verður Ragnar Danielsen 23 ár. Undan hesum kapp­ ingar­árinum flutti hann úr KÍ og til EB/Streym, har hann tríggjar tær sein­astu ferðirnar hevur verið mill­ um teir fyrstu ellivu. Pílarnir peika hvønn sín vegin TB - Víkingur Lars Müller Sunnudagin kl. 15.00 Tá ið fyrstu umførini vóru farin, lá tað í luftini, at byrjanin upp á kapp­ingar­ árið hevði verið meiri enn góðkend hjá TB, og at tað ikki var góðkent hjá Víkingi. Nú hittast TB og Víkingur við Stórá, og støðutalvan sigur, at undan sjeynda umfari er Víkingur á triðja plássi við 10 stigum, og at TB er á sætta plássi við 6 stigum. Víkingur hevur framvegis ikki tapt. Eftir fýra javnleikir er tað tvær tær seinastu ferðirnar endað við fullari úrtøku. Burturúr fýra teimum fyrstu umførunum vann TB ein sigur og tríggjar javnleikir, og síðani hevur aldurs­forsetin tapt tvær ferðir ímóti odda­liðnum NSÍ og meistarunum í B36 sum eru næstfremst. Nú stendur Víkingur, sum er á triðja plássi, fyri tørni hjá TB: – Tað sá væl út hjá okkum ímóti B36, inntil eg varð útvístur. Seinna­ part­in av 2. hálvleiki vóru okkara troytt­ir, og so eydnaðist tað B36 at skora trý mál. Útgangsstøðið hjá okk­ um var at halda tørn um eina stigið, og tað kundi verið, at tað hevði eydn­ ast, um vit ikki mistu ein mann. Ímóti Víkingi fara vit at reisa okkum aftur, og avrikini higartil hava víst, at vit væl kunnu megna at spæla upp ímóti teimum, sigur TB spælarin Arthur D. Poulsen. Víkingarnir kenna seg hava fingið betri tak á spælinum og harvið at fyritreytirnar at vinna eru vornar betri. – Vit hava ikki spælt upp til okkara besta enn, men vit arbeiða væl, og vit hava spælt okkum til nógvar møgu­ leikar, men trupulleikin hevur verið, at vit ikki hava megnað so væl at vinna mál burturúr møguleikunum, sum vit hava spælt okkum til, sigur Víkinga vongverjin Gert Hansen, sum leggur aftrat, at víkingarnir fara um Suður­oyar­fjørð við stórum sjálvsáliti. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 6 5 0 1 19 8 +11 15 2 B36 6 4 2 0 14 5 +9 14 3 Víkingur 6 2 4 0 14 9 +5 10 4 HB 6 2 3 1 9 7 +2 9 5 ÍF 6 1 4 1 10 10 0 7 6 TB 6 1 3 2 7 9 -2 6 7 KÍ 6 1 2 3 8 10 -2 5 8 AB 6 0 5 1 5 7 -2 5 9 EB/Streymur 6 0 3 3 7 14 -7 3 10 FC Suðuroy 6 1 0 5 6 20 -14 3 Mynd: Álvur Haraldsen