hósdagur 16. apríl 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. apríl 2015
sosialurin 43
40
N
ógv er løgið, heilt nógv.
Meira er undarligt enn
vanligt. Tað ger sjálvandi
lívið spennandi hjá teim
um, sum tað vilja, men verri hjá hin
um, sum bera lættiautismu.
Hjá teimum eru alt hetta løgna,
øll undantøkini, ein avbjóðing størri
enn fíggjarkarmurin og avlopið í 2016.
Eitt av nógvum løgnum og undar
ligum er, at tá tú skalt brúka okkurt,
sum altíð er har, tá ikki skalt brúka
tað, er tað ikki har, tá tú hevur brúk
fyri tí.
Tú sært tað næstan hvønn ein
asta dag. Men tann dagin, tú
hevur brúk fyri tí, er tað ikki har.
Horvið sum døgg fyri myrkari
sól.
Av og á havi eg til dømis
brúk fyri einari pappeskju.
Dagliga standa pappeskjur
her ella har, pappeskjur,
sum bara bíða eftir at
verða tveittar burtur. Ella,
at onkur, sum hevur brúk fyri teim
um, tekur tær. Men so leingi, tær
standa har, hevur eingin brúk fyri
teimum. Ikki fyrr enn hálvan tíma
eftir, at tær eru tveittar burtur.
Og tá er ov seint.
Havi sum oftast sjálvur
blakað pappeskju burtur
nakrar dagar, áðrenn
eg hevði brúk fyri
henni.
Pappír til
kopimaskinurnar eru í pappeskjum,
sum eru í teirri støddini, eg skal brúka
í dag, A4 og, hvat, 30 sentimetrar høg
ar.
Har er ein vón. Men bara ein vón,
sjálvandi. Tí onkur hevur tømt allar
eskjurnar og lagt pappírpakkarnar so
snotiliga á hillarnar í goymslurúm
inum. Eskjurnar, tær eru horvnar.
Farnar til endurnýtslu. Tað er sum
við teimum, sum verða skild og einki
hava lært, men gifta seg aftur, aðru
ella triðju ferð. Skil og endurnýt.
Nakrar dagar seinni var við eitt
ein pappeskja har, uttan fyri køkin.
Eg skundaði mær at ogna mær hana
og ansaði væl eftir henni allan dagin
líka til eg fór til hús við henni. Og
hon kundi brúkast til tað, hon skuldi
brúkast til.
Men, sum skrivað stóð, hatta er
løgið, at tað, tú hevur brúk fyri í dag,
er horvið júst í dag.
Veit ikki, um hetta er eitt ástøði,
ein teori, sum eitur eftir onkrum. Ein
doktrin, ein læra, sum fekk navnið hjá
tí lærda manni, sum skrivaði drúgva
vísindaliga ritgerð um hana, avdúkaði
og staðfesti hana. Ivaleyst. Annars
eru fólk vælkomin at kalla hana Djur
huusdoktrinin.
Vit eru í sama leypi sum 20-80 regl
an ella 10-90 reglan.
Lyklaroyndin prógvar veruleikan,
sum er 10-90. Tú hevur tveir lyklar í
lummanum. Annar er til úthurðina,
hin til onkra aðra hurð.
Tá tú kemur til hús, stingur tú
hondina í lumman og tekur annan
lykilin. Níggju ferðir av tíggju stend
ur tú við lyklinum, sum ikki er til út
hurðina, í hondini, 10-90.
Øll skilagóð vísindi siga annars,
at møguleikan at taka rætta lykilin
fyrstu ferð, eigur at vera fifty-fifty,
50-50.
Men so væl spælir gamla orglið
ikki, tí tann, sum spælir, dugur ikki
at lesa nótar.
Men veruleikin er sum oftast ein
annar enn vísindi og lærdómur.
Men hví ikki bara hava tann eina
lykilin, lykilin til úthurðina, í lumm
anum, og hin í einum øðrum lumma?
Men eru so líkindini fyri, at tú
velur at fara í rætta lumman, ikki 10-
90? Lætt er tað ikki.
Eingin segði heldur, at tað eigur
at vera lætt. Undantøkini eru reglan
og eingin regla uttan undantak. Alt
er undantak frá regluni. Lívið er eitt
undantak. Nógv búgva í pappeskjum.
Vit blaka byggitilfar burtur hvønn
dag.
Alt er relativt. Tí ber til at skriva
um eina pappeskju, sum ikki var har,
tá brúk var fyri henni. Ikki nakar
stórur trupulleiki, men ein trupulleiki
kortini, sum telur við, tí hann órógvar.
Eg veddi 10-90, at næstu ferð, eg
skal brúka eina pappeskju, finni eg
onga, tí eg blakaði hana burtur dagin
fyri.
Søgan um eina pappeskju
Jógvan Hansen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Tónleikari
Bústaður: Reykjavík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst
vaksin?
– Vildi helst blíva bóndi í Klaksvík.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Tað, sum tú sært, er tað, sum tú fært. Um tú heldur, at tað
eru nøkur ting, ið tú kundi broytt við tí menniskja, sum tú
hittur, so verður tað heilt sikkurt tú, sum verður noydd/ur at
broyta tína hugsan.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða
vaksin?
– At vit høvdu øll viljað verið børn
aftur.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Fór til Dubai.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… keypt mær eitt slott í suður Fraklandi
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri
stað?
– Eingi vápn!
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Eftir tvey ára fráveru frá heimlandinum sá eg, hvussu nógvar
danskar vørur og meiningar eru í Føroyum.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg
um, at tú
… brúki ov nógva tíð í køkinum.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… farið onkra aðra staðir enn til Keypmannahavnar at ferðast
og útbúgva seg.
baksíðan