mánadagur 20. apríl 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Nú løgtingsval verður í sein
asta lagi hósdagin 29. ok
tober, berast alsamt fleiri
tíðindi um fólk, sum longu
eru uppstillað ella umhugsa
at lata seg stilla upp til
løgtingið. Teirra millum eru
fleiri borgarstjórar í størri
kommunum, ið gjarna eru
eftirspurdir
sum
valevni
av politisku flokkunum, ið
royna at finna fólk, ið framm
anundan eru kend í miðla
landslagnum og eru roynd í
politikki.
Ein teirra, sum á fyrsta
sinni letur seg stilla upp til
eitt løgtingsval, er 52 ára
gamli borgarstjórin í Runa
víkar kommunu, Magnus
Rasmussen, sum hevur játt
að at vera valevni hjá Sam
bandsflokkinum.
– Eg havi ongantíð alment
givið til kennar, hvar eg havi
hoyrt heima politiskt, og held
ur ikki havi eg verið organi
seraður politiskt sum limur í
nøkrum flokki. Men eg havi
altíð verið sambandsmaður
og havi valt flokkin, og fyri
mítt viðkomandi var eingin
sum helst ivi um, at skuldi
eg stilla upp, so skuldi tað
vera fyri Sambandsflokkin,
sigur lambamaðurin, sum í
skjótt tvey skeið hevur sitið
við borðendan í triðstørstu
kommunu í landinum.
– At eg nú havi valt at
stilla upp til løgtingsval,
hevur verið á veg í eina tíð.
Eg eri blivin spurdur til okk
urt annað val eisini, men
nú bleiv tað so til tað, at eg
stilli upp. Eisini onkrir aðrir
flokkar hava havt áhuga,
men sum sambandsmaður
havi eg ikki ivast í, hvar eg
hoyrdi heima. Nú eri eg ikki
blaðungur meira, so eg bjóði
meg fram við tí fyri eyga, at
eg kann vera við til at føra
Føroyar longur fram á leið,
og eg haldi meg hava okkurt
at geva við teimum royndum
og tí innliti, sum eg havi.
Áhugin øktur
Tá
Magnus
Rasmussen
stillaði upp til næstsíðsta
kommunuval í Runavíkar
kommunu, var hann eitt
fullkomuliga óskrivað blað í
politiskum høpi, og tá hevði
hann heldur ikki nakrar
tankar um, at hetta skuldi
verða ein lopfjøl til nakað
meira.
– Eg helt meg hava eitt
sindur av orku til slíkt arbeiði,
so tí bjóðaði eg meg fram. Mín
tanki var, at kundi eg gagna
míni heimstaðarkommunu,
sum eg eri sera góður við, so
vildi eg fegin royna tað, sigur
hann.
– Tá eg stillaði upp fyrstu
ferð, hevði eg ongar tankar
um, at hvussu vítt hetta
kundi fara, og tað var heldur
ikki í mínum tankum, at eg
Magnus
stillar
upp fyri
Sambandið
– Eg havi altíð verið sambandsmaður, so eingin ivi var um, at
skuldi eg stilla upp, skuldi tað vera fyri Sambandsflokkin, sigur
borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, ið ikki kann ímynda
sær, at tað ber til at røkja bæði borgarstjóra- og løgtingssess í
senn. Hann stillar heldur ikki uppaftur til kommunuvalið í 2016
BORGARSTJÓRAR Á TING
Fýra borgarstjórar á tingi
Hilmar Jan Hansen
At borgarstjórar eisini sita
á tingi, er ikki nakað nýtt,
og heldur ikki nú er tað
serliga forkunnugt, tí fýra
av teimum 33 tingfólkunum
eru eisini borgarstjórar og
røkja sostatt tvey fólkavald
embæti. Tað svarar til, at 12
prosent av tingfólkunum
samstundis røkja borgar
stjórastørv kring landið.
Tey fýra eru Brandur
Sandoy í Fólkaflokkinum,
sum er borgarstjóri á Sandi,
Rósa Samuelsen í Sambands
flokkinum, sum er borgar
stjóri í Vága kommunu,
Gerhard Lognberg í Sam
bandsflokkinum, sum er
borgarstjóri í Skopun, og
Kristin Michelsen í Javn
aðarflokkinum,
sum
er
borgarstjóri á Tvøroyri.
Av hesum var Rósa Sam
uelsen størsti atkvøðuslúk
urin við 480 persónligum
atkvøðum, so hon varð fjórð
vald hjá Sambandsflokk
inum. Kristin Michelsen
og Gerhard Lognberg vóru
nummar tvey og trý hjá
Javnaðarflokkinum
við
ávikavist 393 og 344 persón
ligum
atkvøðum,
men
seinni er Gerhard farin upp
í Sambandsflokkin. Brandur
Sandoy fekk 228 persónligar
atkvøður og var nummar 11
hjá Fólkaflokkinum, men
vann inn um tinggáttina, tá
Fólkaflokkurin kom í sam
gongu og fekk trý lands
stýrisfólk.
Ofta
er
eitt
borgar
stjórastarv ein lopfjøl víð
ari í politisku skipanini,
har Løgtingið er næsta
steðgistaðið, men í løtuni
eru eisini dømi um, at
borgarstjórarnir í fleiri av
størstu kommununum eru
fyrrverandi løgtingsmenn.
Millum hesar eru Heðin
Mortensen í Tórshavnar
kommunu, Jógvan Skorheim
í
Klaksvíkar
kommunu,
Heðin Zachariasen í Sunda
kommunu og Sune Jacobsen
í Sørvágs kommunu.
hilmarjan@sosialurin.fo