Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kundi enda sum borgarstjóri, men soleiðis bleiv tað bara. Heldur ikki hugsaði eg tá um, at hetta var fyrsta stigið á leiðini til at fara upp í lands­ poli­tikk og at bjóða meg fram sum valevni á einum løg­tingsvali. Sum hjá so mongum øðr­ um, hevur Magnus Ras­mus­ sen stillisliga og róliga fingið politiska áhugan undir húð­ ina, tí í nærumhvørvinum hev­ur politikkur javnan ver­ ið eitt evni, sum í breiðast merk­ing hevur merkt prát og sam­røður av ymsum slagi. – Áhugin fyri sam­felags­ viður­skiftum, sum eg havi havt heilt frá ungum av, stav­ ar heimanifrá, tí har bleiv tosað um politikk og tað, sum fyriferst í samfelagnum, sigur hann. – Hesi seks ella sjey árini sum borgarstjóri hava bara gjørt, at eg havi fingið ein uppaftur størri áhuga, tí við teimum kommunalpolitisku royndum, eg havi fingið, havi eg samstundis fingið inn­lit í nógv viðurskifti. Eg havi eisini sitið í Komm­unu­ felagnum, og tann vegin havi eg so eisini lært nógv um tað, sum rørir seg meira lands­ politiskt. Stillar ikki uppaftur Samstundis sum Magnus Ras­mussen nú boðar frá, at hann fer at stilla upp fyri Sam­bandsflokkin til løg­ tingsvalið, greiðir hann frá eini aðrari avgerð, sum er, at hann ikki ætlar sær at stilla uppaftur til næsta kommunuvalið, sum verður í 2016. – Ta avgerðina havi eg tikið, óansæð hvussu gongst til løgtingsvalið, og um eg verði valdur ella ikki, so gev­ist eg undir øllum um­ støð­um í býráðnum, tá hetta val­skeiðið er úti. Eg havi hálvt­annað ár eftir sum borgar­stjóri, og tað er so tað, sigur hann og staðfestir, at hann heldur ikki dugir at síggja seg sjálvan røkja fleiri størv í senn. – Nú eru vit øll so ymisk, men eg kann bara ikki ímynda mær, at tað ber til at vera borgarstjóri í einari stórari kommunu og sam­ stundis vera í løgtinginum. Alt ber til í eina tíð, men at vera borgarstjóri í áravís og samstundis sita á tingi, er í øllum førum nakað, eg ikki kann ímynda mær at gera, hóast tað kann vera, at onnur klára tað. Hvat so hendir, um borg­ ar­stjórin í Runavíkar komm­ unu skuldi fingið undirtøku frá veljarunum og komið á ting, ætlar hann sær at taka upp til ta tíð. – Um eg hevði verið valdur, hevði eg alt fyri eitt tikið eitt prát við býráðið, so vit kundu tosað okkum til rættis um, hvussu vit so skulu gera. Tað er ikki ein avgerð, eg kann taka einsamallur, og í øllum førum skal tað vera tað, sum er best fyri Runavíkar kommunu. Enn er tað so ikki aktuelt, men eg kann sum sagt ikki ímynda mær at sita í fleiri sessum í senn, sigur Magnus Rasmussen. hilmarjan@sosialurin.fo BORGARSTJÓRAR Á TING Politisku lønirnar Eftir kommunustýrislógini frá 2013 fáa borgarstjórar samsýning, ið er treytað av íbúgvara­talinum í kommununi, og er lønin eftir avtalvu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastu­manna­felag Landsins – tó í mesta lagi henda løn, íroknað viðbót: 0-499 íbúgvar 33.224,48 krónur 500-999 íbúgvar 39.293,77 krónur 1.000-1.499 íbúgvar 41.580,69 krónur 1.500-4.999 íbúgvar 45.935,31 krónur 5.000-9.999 íbúgvar 49.845,44 krónur 10.000 íbúgvar ella fleiri 53.326,30 krónur Mánaðarlønin hjá einum løg­tings­manni er somuleiðis eftir avtalvu millum Fíggjarmála­stýrið og Tænastumannafelag Land­sins, og er hon 36.342,04 krón­ur, íroknað vanliga við­bót. Men harumframt fáa løg­tings­menn flutningskostnað við egnum bili, koyripengar og tímapengar, og tað eru bara tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi, sum ikki fáa kostnaðarendurgjald – Áhugin fyri samfelagsviður­ skiftum, sum eg havi havt heilt frá ungum av, stavar heimanifrá, tí har bleiv tosað um politikk og tað, sum fyriferst í samfelagnum, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, ið nú stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið seinni í ár Mynd: Álvur Haraldsen