Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BORGARSTJÓRAR Á TING Hilmar Jan Hansen Jóhan Christiansen var á vinn­andi listanum á komm­unuvalinum í Eystur­ kommunu í 2012, og var hann fyrstvaldur býráðslimur við 133 persónligum atkvøðum. Hann fekk eisini afturval sum borgarstjóri og er tí nú í hold við aðru setuna við borðendan í felags komm­un­ uni hjá leirvíkingum og gøtu­ monnum. – Eg trúgvi ikki, at tað er nakar trupulleiki at hava stundir til bæði at vera borg­ ar­stjóri og tingmaður, tí longu frammanundan síggja vit, at fýra borgarstjórar sita á tingi. Og hóast tað kann vera krevjandi at vera borgarstjóri, so havi eg tann fyrimun, at eg fái lagt mína tíð nokk so væl til rættis sjálvur, sigur Jóhan. – Tað hava ígjøgnum allar tíðir verið borgarstjórar í ting­inum, so tað er ikki akku­rát nakað nýtt, hóast eg ikki veit ordiliga, hvat tað inniber, tí eg havi ikki roynt tað. Hinvegin vil eg siga, at verður tað ov nógv, so tú bara ert hálvur í øðrum staðnum, so eri eg jú noyddur at velja, tí fyri meg er tað sera umráðandi, at eg geri tað gott, har sum eg eri. Borgarstjórin í Eystur­ komm­unu heldur annars, at tað passar nokk so væl saman, at tú bæði ert borgarstjóri í løgtingsmaður, tí tá hevur tú ein náttúrligan følara úti í lokala samfelagnum, sam­ stundis sum tú umvegis løg­ tingið kanst ávirka teir stóru karmarnar um samfelagið. – Tað er slett ikki tí, eg upp á nakran máta kenni meg útbrendan sum borgarstjóra, men tað kennist náttúrligt at fara víðari, sigur Jóhan Christiansen, ið umhugsaði spurningin í ein mánað, áðrenn hann – eftir »massivar áheitanir« – valdi at bjóða seg fram. Er bara eitt ár Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, stillaði upp fyri Fólkaflokkin á løg­tings­ valinum í 2011, tá hann fekk 166 persónligar atkvøður, men síðani hevur hann háls­ að um og er farin upp í Tjóð­ veldi. Hann hevur eisini sagt, at fær hann eina áheitan frá Tjóðveldi um at stilla upp til komandi løgtingsval, so tekur hann av. – Nú er so stutt til næsta løgtingsval, tí tað verður longu í 2016, at tað snýr seg bara um eitt ár, um so er, at eg skuldi verið valdur. Og ann­ars er løgtingið ikki saman meira enn einar hundr­að dagar um árið, so tað skuldi ikki verið nakar størri trupulleiki, sigur Pauli T. Petersen, ið eisini vísir á, at tað ikki sær út til at vera ein trupulleiki, tí tað eru altíð onkrir borgarstjórar millum løgtingsfólkini. – Men eg eri ongantíð hálvur, har sum eg eri, so eg ætli mær ikki at átaka mær tvey slík størv, um tíðin ikki er til tað. Her er ríkiligt at gera sum borgarstjóri í Vest­ manna, men tað eru nøkur mál, ið liggja mær á hjarta, og sum eg fegin vil hava ávirkan á sum løgtingsmaður, um eg fái undirtøku fyri tí, og tí eri eg sinnaður at stilla upp. Pauli hevur enntá verið á tingi í eina viku, tá hann í mars í 2013 avloysti táverandi floksfelagan, Hanus Samró. hilmarjan@sosialurin.fo Borgarstjór Bæði Jóhan Christiansen og Pauli T. Petersen eru til reiðar at lata seg velja á ting, hóast teir frammanundan sita sum borgarstjórar í ávikavist Eysturkommunu og í Vestmanna. Teir halda ikki, at tað verður nakar trupulleiki at hava stundir til bæði Hilmar Jan Hansen Samstundis sum borgar­ stjó­r­in í Klaksvík, Jógv­an Skorheim, bleiv nýggj­ur formaður í Sjálv­stýris­flokk­ inum, varð eisini boðað frá, at hann fór at stilla upp til fyrstkomandi løgtingsval, og nú er eisini greitt, at borg­arstjórin í Runavíkar komm­unu, Magnus Ras­ mus­sen, fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin. Spurn­ ing­urin hjá fleiri er tí, hvat borgarstjórin í høvuðs­stað­ num, Heðin Mortensen, fer at gera til komandi løgtingsval. – Nei, eg havi onga støðu tikið til tann spurningin. Hjá mær er tað fyrst og fremst Tórshavnar kommunu, tað snýr seg um, men eg vil ikki útihýsa at koma flokkinum til hjálpar, skuldi tað verið neyðugt, sigur hann og útgreinar, at hann verður noyddur at taka støðu til júst spurningin um at stilla upp til løgtingsvalið, tí ágangur á Havnina er so stórur. – Higartil hevur ikki ver­ið lurtað nóg nógv eft­ ir kommunal­politikki í Suðurstreymoy, og tvørtur­ ímóti hoyrist bara um út­javn­ ing og mótvilja ímóti íløgum í Tórshavnar kommunu, og í sambandi við okkara havnar­útbygging royna løg­tingsfólk at blanda seg upp í alt, sum er innan fyri okkara kommunumark. Tað vilja vit ikki finna okkum í, og stendur nógv á, vil eg um­ hugsa eina møguliga upp­ stilling. Hongur spurningurin um løgtingsvalið í leysari luft, so er Heðin Mortensen munandi greiðari, tá hann verður spurdur um sína kommunalu framtíð: – Vit hava bara hálvtannað ár eftir av valskeiðnum, men vilja borgararnir hava meg at verða verandi í býráðnum, so ætli eg mær at taka eitt tørn aftrat í Tórshavnar býráð. Eg haldi meg vera væl fyri á øllum økjum og havi framvegis nógvar visjónir, sigur borgarstjórin í Havn. hilmarjan@sosialurin.fo – Hjá mær er tað fyrst og fremst Tórshavnar kommunu, tað snýr seg um, men eg vil ikki útihýsa at koma flokkinum til hjálpar, skuldi tað verið neyðugt. Men eg havi onga støðu tikið til tað enn, sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen Heðin ikki tikið støðu