Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Rósa Samuelsen hevur verið virkin í politikki síðani 1999, tá hon fyrstu ferð snoddaði til kommunalpolitikk sum eykavald í táverandi Sanda­ vágs bygdarráð, og tvey ár seinni, bleiv hon borgar­ stjóri í Sandavági og var tað til í 2008, tá hon gjørdist landsstýriskvinna í al­manna­ málum fram til valið í 2011. Samstundis sum hon var borgarstjóri hesi trý árini, var hon forkvinna í Komm­ unufelagnum. Í 2008 kom hon fyrstu ferð á ting og var afturvald í 2011, og er hon forkvinna í trivnaðar­nevnd­ ini hjá Løgtinginum. Síðani kommunuvalið í 2012 hevur hon eisini verið borgarstjóri í Vága kommunu. – Mær dámar væl at vera í gongd, og eg haldi tað slett ikki vera nakra forðing fyri løgtingsarbeiði, at eg eri borgarstjóri – ella øvugt. Hin­ vegin síggi eg soleiðis upp á tað, at tað ber væl til at gera bæði og fyri mítt viðkomandi gongur kabalin upp, tí eg havi ein væl tilrættislagdan álmanakka og eitt øgiliga gott bakland heima, sigur Rósa, ið vísir á, at allir býráðsfundir og fíggjarnevndarfundir eru fastlagdir fyri alt árið, men at tað annars vanliga ber væl til at leggja aðrar fundir, so alt gongur upp. – Hartil kemur so, at um eg ikki hevði hetta, so hevði eg bara gjørt okkurt annað, tí eg eri »on« alla tíðina. Og bara at vera í løgtinginum var ov lítið fyri meg, so tí vildi eg gera okkurt annað aftrat. Eg dugi nokk so væl at skilja tingini frá hvørjumøðrum, so eg eri annaðhvørt á øðrum staðnum ella hinum, so tí haldi eg ikki, at eg blandi ting­ini óneyðugt saman. Nærri borgarunum Hinvegin ásannar Rósa Sam­ uelsen, at tað er ein munur á at vera kommunalpolitikari og so landspolitikari. – Serliga kemur hesin mun­ur fram, tá tað snýr seg um sambandið og sam­ starvið við borgararnar, tí úti í kommununum ert tú so ótrúliga nær borgarunum, meðan tað at vera løgtings- og landsstýrisfólk er meira merkt av eini frástøðu, sigur hon. – Fólk koma øðrvísi til ein, sum er í kommununi, heldur enn í løgtinginum. Tey koma nógv til løgtingsfólk og eis­ ini landsstýrisfólk, men tá er henda frástøðan har, men í kommununum koma fólk meira beinleiðis til tín, tí tú møtir teimum alla­staðni í gerandisdegnum. Hjá mær var tað eisini so, at áðrenn eg kom í bygdarráðið í Sanda­ vági, arbeiddi eg í peninga­ stovni og kom tí heilt tætt upp á fólk frammanundan, og tá verður tað meira eitt álit millum borgaran og teg sum politikara. Eisini nevnir Rósa ítøki­ lig mál, har roynd­irnar úr kommu­nalpoli­tikki eru komn­ar til góðar, tá lands­ politisk mál skuldu loysast. Eitt nú nevnir hon barna­ vernd­ar­málið, har tað skuldu trý landsstýrisfólk til, áðr­enn tað eydnaðist at fáa broytt tað í 2006, um­ framt at 62 broytingar komu í lógaruppskotið mill­um trivnaðarnevndina hjá ting­ inum og komm­unu­feløgini. Og tað sama var við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum var eitt mál, kunnleiki fekst um frá kommununi. – Eg síggi nógvar fyrimunir við at vera borgarstjóri og løgtingskvinna í senn, tí fyri tað um tú skalt røkja bæði størvini, so haldi eg ikki, at dagarnir verða longri. Har eru eisini so nógv ting, sum eru samantvinnað, og tá tað kemur at fara til allar møguligar almennar fundir, so hevði eg farið allíkavæl, sigur Rósa Samuelsen. hilmarjan@sosialurin.fo – Bara at vera í løgtinginum var ov lítið fyri meg, so tí vildi eg gera okkurt annað aftrat, sigur Rósa Samuelsen, ið bæði er løgtingskvinna og borgarstjóri Mynd: Álvur Haraldsen BORGARSTJÓRAR Á TING rar góða tíð Løgtingið tykist vera eitt lokkandi næsta stig hjá borgastjórum at taka, og tí eru eisini fleiri, ið hava hug at halda seg framat, tá løgtingsval verður seinni í ár Mynd: Álvur Haraldsen Álmanakkin alt at siga – Fyri mítt viðkomandi gongur kabalin upp, tí eg havi ein væl tilrættislagdan álmanakka og eitt øgiliga gott bakland heima, sigur Rósa Samuelsen, ið bæði er borgarstjóri í Vága kommunu og løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin