Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Í farnu viku vóru 11 næm­ing­ ar og tveir lærarar frá Brå­ skov­gård Efterskole á vitjan í Før­oyum. Hesin skúli liggur í Eystur­jútlandi, nøkulunda mill­um Horsens og Vejle, og mill­um næmingarnar, sum vitjaðu var 17 ára gamla Vár Foss­dal Sjóðklett úr Havn: – Helvtin av okkum búði heima hjá okkum á Landa­ veg­num og hin helvtin heima hjá ommu, og tað var ordi­liga hugnaligt og ordiliga stutt­ligt. Eg var glað fyri, at mín familja kundi vera vert­ur, og hetta hevur eisini verið ein stór uppliving fyri meg, sig­ur Vár. – Tað hevur verið ordi­liga spenn­andi at verið í Før­oy­ u­m sum ferðafólk, tí upp á tann mátan slapp eg við hes­ar serligu túrarnar, sum eru fyri turistar, og sum eg annars ikki hevði upplivað. Og so havi eg eisini frá ymsu ferða­leiðarunum fingið nógv at vita um Føroyar, sum eg ikki visti áðrenn. Millum annað gingu tey ein túr til Kirkjubøar í vindi og regni, í Vestmanna, har tey sóu Søgusavnið við kendum fólki úr søgum og sagnum, sum eru standmyndir úr sili­ ko­ni, við Gjógv, har tey gingu runt í bygdini og eisini vóru niðri í gjónni. Og so hava tey eisini gingið í fjøllum, hó­ast royndin at koma upp á Slættaratind mátti upp­ gevast, tí veðrið ikki var til tað. – Mínir floksfelagar frá eftir­skúlanum hava eisini fing­ið nógv burtur úr ferðini, og tá vit fóru avstað, søgdu tey ikki farvæl, men heldur, at »vit síggjast aftur«, tí tey feg­in vilja aftur til Føroya sein­ni, sigur Vár. Fleiri vita lítið Tá tað kemur til sjálvt høvuðs­evn­ið fyri ferðini, sum var at »leita eftir lím­in­ um í ríkis­felags­skapinum«, so ásann­ar Vár Fossdal Sjóð­ klett, at bæði hon og floks­ felag­ar­nir lærdu nógv. – Sjálv veit eg nógv meira nú, hóast eg sjálv­andi visti eitt sindur áðrenn. Men hetta við ríkis­felags­skapi­ num hevur verið ordi­liga spennandi, nú vit hava verið meira inni í evni­num, enn eg eri von við, sigur hon og á­sann­ar, at ríkis­felags­skap­ ur­in ikki tykist upptaka før­ oy­ing­ar so nógv, og at mong av teim­um ungu vita lítið um hann ella høvdu nakra av­gjørda meining um hann. – Vit hittu og tosaðu mest við ung fólk í Eystur­ skúla­num og Margarin­ fabrikk­ini, og fleiri høvdu tað nokk sum eg sjálv, at tey ikki hava ta stóru meiningina um ríkis­felags­ skapin og heldur ikki hava hugsað so nógv um hann. Tí var tað gott, at vit hava fingið tosað við onnur ung um tað, og eisini tann veg­in fingu vit meira at vita. Eg haldi, at vit øll lærdu øgi­liga nógv hesar dagarnar. Vár Fossdal Sjóðklett og floks­felag­arnir komu til Før­oya fyri eini viku síða­ni og fóru avstað aftur til Dan­ mark­ar við Norrönu hós­ kvøld­ið. hilmarjan@sosialurin.fo eftirskúli Hilmar Jan Hansen Næmingarnir frá Brå­skov­ gård Efterskole hava í sam­ bandi við ferðina í Føroyum gjørt eina kanning á inter­ neti­num, har megin­part­ur­ in av teimum ungu før­oy­ ing­unum, ið svaraðu – yvir 90 prosent – vóru millum 12 og 17 ára gomul. Har svaraðu 41,4 prosent, at tey vóru neutral mótvegis ríkis­felags­skapinum, með­ an 34,1 prosent vóru ímóti ríkis­felags­skapinum og 9,8 pro­sent fyri. Hinvegin svar­aðu 14,6 prosent, at tað høvdu tey ongantíð hugsað um. Somuleiðis høvdu donsku næmingarnir spurt tey ungu, hvar tey høvdu hoyrt um og fingið vitan um ríkis­felagsskapin, og har vísti helvtin á, at tað var heima, í skúla­num ella á inter­neti­num, og um­ leið triði­hvør nevndi eisini sjónvarp, dag­bløð og polit- isk átøk. Merkis­vert er kanska í hes­um høpi, at 14,6 pro­sent av teim­um spurdu søgdu seg einki vita um ríkis­felags­skapin. Klókari enn áðrenn – Eg hevði væntað, at tað bleiv gingið meira upp í ríkis­felags­skapin í Før­oy­ um, enn tað vísir seg at vera. Og tað eri eg eitt sind­ur bilsin av, sigur 17 ára gamli Thor Richter Niel­sen, ið er ein av donsku eftir­skúla­ næm­ing­unum, sum vitjaði Før­oy­ar í síðstu viku. Sjálvur sigur hann seg teljast millum teirra, ið einki visti um ríkisfelagsskapin, áðr­enn flokkurin fór í gongd við hesa verkætlanina og tey fóru undir at fyrireika seg til ferðina til Føroya. – Tá fóru vit eisini undir at kanna ríkisfelagsskapin og finna okkum vitan, men eg má siga, at eg eri nógv klókari nú, enn eg var áðrenn. Eg visti slett ikki, hvat tað merkti fyri Før­oy­ ar at vera partur av ríkis­ felags­skapinum, og tað veit eg so eitt sindur meira um nú. Thor Richter Nielsen sig­ ur, at tey í farnu viku tosaðu við kanska eini 80 ung í Før­ oy­um, og heldur ikki tey virk­aðu serliga upptikin av ríkis­felagsskapinum. – Tá tað snýr seg um Før­ oy­ar sum eitt land ella part av Danmark, vóru svarini eitt sindur splittað, tí í fyrsta umfari síggja mong Før­oyar sum eitt land fyri seg, men tá tú tosar eitt sind­ur meira við tey, fata fleiri av teimum eisini Før­ oy­ar sum ein part av Dan­ mark, sigur hann. hilmarjan@sosialurin.fo Gestur í egnum landi Millum næmingarnar frá Bråskovgård Efterskole, sum í farnu viku vóru í Føroyum og leitaðu eftir »líminum í ríkisfelagsskapinum«, var Vár Fossdal Sjóðklett úr Havn, sum helt tað vera stuttligt at koma til Føroya sum gestur Onga meining um ríkisfelagsskapin – Eg visti slett ikki, hvat tað merkti fyri Føroyar at vera partur av ríkisfelagsskapinum, og tað veit eg so eitt sindur meira um nú, sigur ein av donsku eftirskúlanæmingunum, Thor Richter Nielsen Ein stórur partur av ferðalagnum frá Bråskovgård Efterskole, sum í farnu viku var í Føroyum – Nógv ung hava ikki ta stóru meiningina um ríkisfelagsskapin og hugsa ikki nógv um hann, heldur 17 ára gamla Vár Fossdal Sjóðklett úr Havn, sum í farnu viku vitjaði í Føroyum saman við floksfeløgunum frá einum donskum eftirskúla