Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vitjan Dagfinn Olsen Íslendski Ursus var tiltikin fyri sína styrki. Hann ferð­ aðist eisini í fleiri londum og vísti sína styrki, m.a. hevði hann framførslur í sirkusi í Danmark. Í 1954 vitjaði Ursus í Før­ oyum og ferðaðist kring oyggj­arnar og vísti styrki sína. Hetta minnast nógvir før­oyingar og enn verða brøgd hansara á hesi ferðini havd á lofti manna millum. Í hesum døgum vitjar al­ tingslimurin Helgi Hjørvar í Føroyum. Ursus var abba­ beiggi hansara. Í dag vitjaði Helgi Hjørvar inni á Tanga­ virkinum í Vági, har eitt tiltikið jarn er. Tá Ursus í 1954 vitjaði í Suðuroynni var eitt av brøgdum hansara, at hann legði eina jarnstong um nakkan og boydi síðani jarnið. Eftir hetta boygdi hann tvær snøggar krúllur á jarnið. Jarnið er síðani goymt á Tangavirkinum í Vági. Sterka jarnpettið hongur ger­andis á vegginum inni á Tanga­virkinum, men verður tikið niður við serstøk høvi. Og í dag varð jarnið tikið niður, so Helgi Hjørvar slapp at síggja og royna jarnið, ið abbabeiggin á sinni boygdi og krúllaði so snøgt. Mortan Mortensen frá Tanga­virkinum tók ímóti gest­inum, og Helgi helt tað vera stóra og áhugaverda upp­living at síggja hetta og at sleppa at halda í hesum søguliga jarnpettinum. Helgi greiddi frá, at Ursus hevði borgarliga navnið Gunn­ar Solomonsson. Og tá tíðindafólk javnan spurdi Ursus, hvørt hann hevði hitt nakran mann, ið var líka sterkur, ella sterkari, enn hann, so svaraði Ursus altíð; ”Ja, í Sumba”. – Neyvan visti nakar hvar hettar var. Tey hildu hetta óivað vera onkrastaðni í Afrika, sigur Helgi Hjørvar, til Sumbiar. Helgi Hjørvar er altings­ limur, og hevur luttikið á landsfundi Javnaðarfloksins. Henrik Old, løgtingsmaður úr Vági, beyð Helga Hjørvar við sær til Suðuroyar, so hann kundi sleppa at siggja tiltikna jarnpettið, sum abba­ beigggin boygdi í 1954. Helgi Hjørvar er sonur Helgu Hjørvar, ið var stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. dagfinn@sosialurin.fo Helgi Hjørvar heldur á jarn­pett­ inum, sum abba­beiggin, hin sterki Urus, boygdi á Føroya­ferð síni í 1954. Innsett mynd er av Gunnar Solomons­ son, betri kendur sum Ursus Mynd: Dagfinn Olsen Sterki Ursus var abbabeiggi mín Íslendski Helgi Hjørvar fekk í dag at síggja tiltikna jarnið, sum sterki maðurin Ursus boygdi á Føroyaferðini í 1954.